Susvim er svimjifelag í Suðuroynni, sum varð stovnað 6. september 2007. Orðið Susvim er stytting av Suðuroyar Svimjifelag. Marlon Kjærbo er formaður í Susvim. Áðrenn nýggja felagið varð stovnað, vóru tvey svimjifeløg í Suðuroynni, tey vóru Tvøroyrar Svimjifelag (stovnað 6. mars 1964) og Vágs Svimjifelag. Høvuðsvenjari hjá felagnum er Jón Bjarnason. Tey fyrstu árini, fram til Páls Høll læt upp í oktober 2015, fór venjingin fram í 25 metra svimjihyli í Vágs Svimjihøll í Vági og í 12,5 metra svimjihyli á Tvøroyri. Fyrr var neyðugt at fara av landinum fyri at venja í langhyli (50-metrar), men eftir at Páls Høll varð bygd við Føroya fyrsta langhyli á 50 metrar, er ikki longur neyðugt at fara av landinum á venjingarlegu. Páls Høll liggur á Oyrunum á syðra armi av Vágsfirði, beint eystanfyri SEV-verkið (Vágsverkið), soleiðis at avlopshitin frá verkinum, ið fyrr rann á sjógv, nú verður nýttur til at upphita svimjihylin í Páls Høll.

Susvim 3. september 2014, tá móttøka var fyri Pál Joensen, eftir at hann nakrar vikur frammanundan hevði vunnið tvey silvurheiðursmerki á EM í svimjing í Berlin.

Susvim sett 27 met í januar 2016

rætta
 
Sára R. Nysted (gentan á myndini) og Róland Toftum (vinstrumegin Jón Bjarnason) vunnu ávikavist 4 og 2 gullheiðursmerki á RIG 2016. Sára setti 6 nýggj met og 8 juniormet, Róland setti 2 nýggj met og 5 juniormet. Myndin her er frá 2015.
 
Langhylurin í Páls Høll
 
Jón Bjarnason er høvuðsvenjari hjá Susvim. Hann er eisini ein av landsliðsvenjarunum.

Í jólaferiuni 2015 vandi Susvim sera hart, har summi svumu upp til 100 km um vikuna, og í januar 2016 settu tey nógv nýggj føroysk met og juniormet. Ein stevna varð hildin í Páls Høll 9. januar 2016, Susvim Stevnan 2016, og frá 22. til 24. januar 2016 luttók Susvim á Reykjavík Internation Games 2016 við sera góðum úrslitum. Tá ið RIG 2016 var liðugt, skrivaði formaðurin í Svimjisambandi Føroya, Rókur í Jákupsstovu, at tað fram til 24. januar 2016 vórðu sett 12 nýggj føroysk met og 17 føroysk juniormet, ella 29 met tilsamans, og harav átti Susvim øll uttan tvey. Rókur hugleiddi um, at hann ivaðist ikki í, at harða venjingin hevði nógv at siga, men samstundis metti hann eisini, at tað at suðuroyingar nú høvdu fingið ein langhyl at venja í dagliga hevði gjørt stóran mun, og at suðuroyingarnir nú runnu undan øllum hinum føroyingunum, ið ikki høvdu ein langhyl at venja í dagliga. Formaðurin endaði við at siga: Norðingarnir munnu fara at klára seg væl eisini, sum vit millum annað sóu at svimjararnir úr Ægir og Reysta gjørdu, nú í Reykjavík. Men tað er gott nokk ein gloypibiti at svara aftur, tá ið tokið úr Pálshøll longu koyrir við fullari ferð, út í heim.[1]

Susvim vann flest gull heiðursmerki á FM stevnuni 2014

rætta

Susvim vann flest heiðursmerki á FM stevnuni, sum var í Havn 16. til 18. mai 2014, bæði í kappingunum millum juniorar og millum tey vaksnu. Pál Joensen hjá Susvim varð eftir kappingina kosin Ársins svimjari og var eisini tann svimjarin, ið fekk flest FINA stig til eina kapping. Susvim átti eisini bæði stjørnuskotini: Róland Toftum hjá monnum og Sára R. Nysted hjá kvinnum.[2] Susvin harrar settu nýtt føroyskt met í 4 x 50m frí við tíðini 1:34.96, teir svumu allir undir 24 sekund: Høgni Simonsen 23.62, Dánjal Martin Hofgaard 23.94, Eyðbjørn Joensen 23.65, Róland Toftum 23.75.[3]

Heiðursmerkjabýtið á Juniormeistarastevnuni 2014

rætta
 
Vágs Svimjihøll hevði ein 25 metrar langan hyl, ið varð bygdur í 1979. Susvim vandi í hesum hylinum og í svimjihylinum á Tvøroyri, sum er 12,5 metrar langur, fram til Páls Høll læt upp í oktober 2015.
 
Pál Joensen í 2012 við HM bronsu
 
Marlon Kjærbo er formaður í Susvim.
Felag Gull Silvur Bronsa
Suðuroyar Svimjifelag 17 13 5
Ægir 12 8 7
Havnar Svimjifelag 9 12 15
Reysti 1 5 5
FLOT 0 2 4

Heiðursmerkjabýti á Føroyameistarastevnuni 2014

rætta
Felag Gull Silvur Bronsa
Suðuroyar Svimjifelag 17 13 5
Ægir 14 14 9
FLOT 5 0 2
Havnar Svimjifelag 4 16 15
Reysti 0 0 4

Susvim vann flest gull heiðursmerki á FM stevnuni 2013

rætta

Susvim vann flest heiðursmerki á FM stevnuni, sum var í Havn 9. til 11. mai 2013, bæði í kappingunum millum juniorar og millum tey vaksnu. Pál Joensen hjá Susvim varð eftir kappingina kosin Ársins svimjari og fekk eisini handað steyp, tí hann var tann svimjarin, ið fekk flest FINA stig til eina kapping.

Heiðursmerkjabýtið á Juniormeistarastevnuni 2013

rætta
 
Langhylurin í Vági í ger, myndin er tikin 30. mai 2013.
Felag Gull Silvur Bronsa
Suðuroyar Svimjifelag 23 9 11
Havnar Svimjifelag 10 16 13
Ægir 7 11 6
Reysti 0 3 1
FLOT 0 1 2

Heiðursmerkjabýti á Føroyameistarastevnuni 2013

rætta
Felag Gull Silvur Bronsa
Suðuroyar Svimjifelag 21 9 7
Havnar Svimjifelag 14 16 13
Ægir 7 17 20
Reysti
FLOT

SuSvim vann HS stevnuna 2011

rætta

SuSvim vann HS stevnuna, sum var 5. februar 2011 í Havn fyri børn í bólki 1 til 4. Býtið av heiðursmerkjum var soleiðis:

Húni Vestergaard (føddur 1999) úr SuSvim vann flest heiðursmerki: 8 gull og 4 silvur. 10 tey bestu vóru hesi:

  • Húni Vestergaard úr SuSvim - 8 gull og 4 silvur
  • Lív E. Ejdesgaard úr Havnar Svimjifelag - 7 gull og 1 silvur
  • Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag - 7 gull og 1 silvur
  • Hugin Næs Lave úr SuSvim - 6 gull og 4 silvur
  • Rói Bech úr SuSvim - 6 gull og 3 silvur
  • Pætur Leo úr SuSvim - 5 gull, 4 silvur og 3 bronsu
  • Róland Toftum úr SuSvim - 5 gull, 3 silvur og 3 bronsu
  • Victoria W. Eysturdal úr Ægir - 5 gull, 2 silvur og 2 bronsu
  • Sólrun Kjærbo úr SuSvim - 3 gull, 4 silvur og 2 bronsu
  • Sigmund Mørkøre úr Ægir - 3 gull og 2 silvur [4]

SuSvim vann Reysta stevnuna 2011

rætta

Reystastevna var í Leirvík 22. januar 2011. Kappingin var fyri tey smærru børnini, sum eru fødd í 2001 og seinni. Úrslitið av kappingini gjjørdist, at SuSvim vann allar kappingarnar. Susvim vann 16 gull, 8 silvur og 4 bronsu heiðursmerki. Havnar Svimjifelag vann næstflest við 7 silvurheiðursmerkjum og 1 bronsu. Reysti vann triðflest við 1 silvur og 8 bronsu, og Fuglafjarðar Svimjifelag vann fjórflest við 2 bronsu.[5]

Susvim vann flest FM heitið í 2010

rætta

Í 2010 var Susvim tað svimjifelag í Føroyum, sum vann flest FM heiðursmerki, felagið vann 20 gull heiðursmerki í FM svimjing. Listin yvir gull heiðursmerki er hesin:

  • 1.Susvim - 20 gull
  • 2.Ægir - 9 gull
  • 3.HS - 7 gull
  • 4.Flot - 5 gull
  • 5.FS - 1 gull

Susvim mest vinnandi svimjifelag til FM í 2009

rætta

Í 2009 vann Susvim 31 gull heiðursmerki av 42 møguligum. Føroyameistara stevnan var

Kappingin um gull heiðursmerkir

rætta

Soleiðis vóru gull heiðursmerkini býtt teir tríggjar dagarnar, ið FM svimjikappingin vardi:

Fríggjadag 11 FM gull til Susvim, 2 til HS og 1 til FS

Leygardag 10 FM gull til Susvim, 2 til HS og 2 til FS

Sunnudag 10 FM gull til Susvim, 2 til HS, 1 til FS og 1 til FLOT

Sostatt vann Susvim í alt 31 gull heiðursmerki, Havnar Svimjifelag vann 6 gull heiðursmerki, Fuglafjarðar Svimjifelag vann 3 gull heiðursmerkið og FLOT vann eitt. [6]

  • 1. Susvim - 31 gull
  • 2. HS - 6 gull
  • 3. FS - 3 gull
  • 4. Flot - 1 gull

Susvim juniorar nummar tvey til FM 2009

rætta

FM fyri juniorar var eisini hildin, har gjørdist Susvim nummar tvey við 11 gull heiðursmerkjum. Gull vinnnarnir vóru hesi feløg:

Susvim stóri vinnari av Ægir National 2008

rætta

Susvim luttók í svimjikappingini Ægir National, sum var í Klaksvík í Desember 2008. Susvim gjørdist stóri vinnarin og vann 21 gull heiðursmerki.

Endaliga støðan til Ægir National 2008

rætta
  • 1. Susvim: 21 Gull, 15 Silvur, 8 Bronsu. Íalt 44 heiðursmerkir.
  • 2. FS: 9 Gull, 13 Silvur, 6 Bronsu. Íalt 28 heiðursmerkir.
  • 3. HS: 7 Gull, 6 Silvur, 10 Bronsu. Íalt 23 heiðursmerkir.
  • 4. FLOT: 3 Gull, 4 Silvur, 5 Bronsu. Íalt 12 heiðursmerkir.
  • 5. Ægir: 2 Gull, 3 Silvur, 9 Bronsu. Íalt 14 heiðursmerkir.
  • 6. Reki: 1 Gull, 1 Silvur, 1 Bronsa. Íalt 3 heiðursmerkir.

Pál Joensen besti svimjarin hjá Susvim og Føroyum

rætta
 
Pál Joensen 24. august 2010, tá móttøka var í VB-húsinum, eftir at EM-silvurvinnarin kom heim.

Susvim hevur fleiri svimjarir, sum eru á høgum altjóða støði. Kendastur av teimum er Pál Joensen, sum vann silvur heiðursmerki til EM á langbana í 1500 m frí. Fyrstu ferð hann gjørdi stórt avrik úti í heimi í altjóða kapping, var tá hann vann trý gull heiðursmerki á Evropameistarastevnuni fyri juniorar í Beograd í 2008. Síðan hevur hann sum nevnt eisini gjørt seg galdandi í altjóða kappingum fyri vaksin. M.a. vann hann silvur á EM á langgeil í 2010, silvur á EM á stuttgeil í 2013, tvey silvur heiðursmerki í 1500 og 800 metrum á EM í Berlin 2014 á langgeil, og bronsu á HM á stuttgeil í 2012, øll heiðursmerkini vóru vunnin í 1500 m frí. Hann hevur eisini vunnið gull á fleiri World Cup stevnum, eitt nú í Moskva í 2009.[7] Í mai 2014 vann hann sítt FM-gullheiðursmerki nummar 100, fyrst í øllum kappingum yvirhøvur, íroknað liðkappingar, men tann seinasta kappingardagin, sum var 18. mai 2014, vann hann eisini gull heiðursmerki nummar 100 í einstaklingakappingum.[8]

1. lið hjá Susvim 2010

rætta

Nevndin

rætta

Í 2011 sá nevndin hjá Susvim soleiðis út:

  • Marlon Kjærbo, formaður, Sumba
  • Gudmund Mortensen, kassameistari, Tvøroyri
  • Guðrun Viderø Joensen, skrivari, Vágur
  • Thurid Kjærbo, nevndarlimur, Vágur
  • Mary Midjord, nevndarlimur, Froðba
  • Emilia Olsen, nevndarlimur, Tvøroyri
  • Kaj Joensen, eykalimur, Vágur[10]

Keldur

rætta
  1. svimjing.com - Nú renna suðuroyingar frá restini, vegna Pálshøll
  2. kvf.fo
  3. svimjing.com, Úrslit frá FM 2014
  4. Svimjing.com, Úrslit frá HS stevnuni 5. februar 2011
  5. Svimjing.com
  6. Knassi.net[deyð leinkja]
  7. Svimjing.com
  8. kvf.fo, Pál Joensen hundrað ferðir føroyameistari
  9. Susvim.mono.net
  10. Gull svimjarar, Oyggjaleikir 2011, Isle of Wight, Svimjisamband Føroya, 2011 (blað, sum kom í hvørt hús í Føroyum)

Ávísingar úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið