Lat upp høvuðsmeny

Ægir er eitt svimjifelag við heimstaði í Klaksvík. Ægir varð stovnað í 1975, eitt ár eftir at Klaksvíkar Svimjihøll læt upp á fyrsta sinni. Felagið hevði nógv góð úrslit tey fyrstu árini. Síðan er kappingin blivin harðari og onnur feløg hava eisini ment seg nógv. Nógv børn og ung svimja við Ægir, á heimasíðuni verður nevnt, at 120 børn svimja við Ægir.[1] Á svimjistevnu í Havn í februar 2010 vann Ægir kappingina við 11 gull, 11 silvur og 10 bronsu heiðursmerkjum.[2]

Venjarar hjá ÆgiRætta

Høvuðsvenjari hjá felagnum er Petur Heðin á Fløtti, sum saman við Jón Bjarnason er landsliðsvenjari. Høvuðsvenjari hjá yngru børnunum er Kári J. á Høvdanum. Rúna Joensen er venjari hjá bólki 1, Martin í Heimistovu er venjari hjá bólki 2 og Carsten Wigant Andersen er venjari hjá bólki 3.

Landsliðssvimjarar og aðrir svimjarar hjá ÆgiRætta

Í 2010 vóru hesi úttikin til kappingarstevnu í Íslandi:

Harumframt vóru hesir ungu svimjarir úttiknir til venjingarlegu í Íslandi, sum var í sama tíðarskeiði sum kappingin fór fram:

Aðrir svimjarar hjá Ægi hava eisini klárað seg væl í seinastuni. Nevnast kunnu eitt nú Cecilia Eysturdal og Monika Biskopstø, sum saman við Turið S. Christiansen og Evu Trygvadóttur settu nýtt føroyskt met í 4x200 m frí við tíðini 8:58.93 á Ægirstevnuni 2010. Tað var samstundis eisini nýtt føroyskt juniormet.[3]

Elspa MørkøreRætta

Ein av ægirsvimjarunum, sum eigur fleiri av føroysku metunum er Elspa Mørkøre, sum í løtuni (oktober 2010) eigur metini á langbana í 100 og 200 metrar ryggsvimjing og 200 m og 400 m blandað.[4] Á stuttbana eigur hon metini á 100 m og 200 m frí, á 50 m og 200 m ryggsvimjing og í 100 m, 200 m og 400 metrum blandað. Harumframt eigur hon eisini saman við øðrum metið í 4x100m frí á stuttbana.[5]

Nakrir kendir ægirsvimjararRætta

Nevnast kunnu nakrir ægirsvimjarar, sum hava vunnið fleiri heiðursmerki, og fleiri av teimum hava eisini sett føroysk met, men í flestu førum eru metini nú betrað av øðrum dugnaligum svimjarum.

Nevndin í ÆgiRætta

  • Símun á Høvdanum, formaður
  • John D. Olsen, peningarøkil
  • Dann Hjelm, nevndarlimur

KeldurRætta

  1. Heimasíðan hjá Ægir
  2. Nordlysid.fo, Ægir vann flest heiðursmerki
  3. Svimjing.com
  4. SSF.fo, Føroysk met (50m)
  5. SSF.fo, Føroysk met (25m)