Turið S. Christiansen

Turið S. Christiansen (fødd 1996, úr Leirvík) er ein føroyskur svimjari, sum svimur fyri Ægir og Føroyar. Hon hevur fyrr svomið fyri Svimjifelagið Reki úr Leirvík, sum í 2010 legði saman við Skeggjar, nýggja felagið fekk navnið Reysti.

Lívsleið innan svimjing rætta

FM/JM í svimjing 2013 rætta

Oyggjaleikir 2011 rætta

  • Gull í 200 m bringu[3]
  • Silvur í 4 x 100 m blandað

Ægir-stevna 2011 - føroyskt seniormet rætta

Á Ægir stevnu í 2011 setti Turið føroyskt seniormet í 200 m bringu við tíðini 2:37.64, har føroyska metið hjá henni frá úttøkustevnuni til Oyggjaleikir í apríl mánaða 2011 var 2:38.31

Reykjavík International Games 2010 rætta

Turið luttók á svimjustevnuni Reykjavík International Games 2010 í Íslandi í 2010. Hon setti føroyskt seniormet í 200 m bringu tvær ferðir, hon vann gull á hesum teininum í hennara árgangi.[4]

  • Gull í 200 m bringu
  • Silvur í 50 m bringu
  • Silvur í 400 m blandað

DM 2007 rætta

Fleiri føroyskir barnasvimjarar luttóku á DÅM (Danmarks Årgangs Mesterskaber) í 2007. Besta úrslit hjá føroyingum varð eitt annaðpláss til Turið S. Christiansen í 200 bringu fyri gentur 11 ár og yngri, hon svam við tíðini 3:14.73.[5]

Keldur rætta

  1. Livetiming.dk Kapping 19, 100m Bringusvimjing Kvinn, Finalur, Senior
  2. Livetiming.dk Kapping 3, 200m Blandað Kvinnur, Finalur, Senior
  3. Natwestiowresults2011.com
  4. Svimjing.com Turið knústi føroyska metið í 200 bringu
  5. Svimjing.com Turið nr 2 í 200 bringu