Birita Debes
Birita Debes (fødd 1995, uppvaksin í Rituvík) er ein føroyskur svimjari, sum svimur fyri Ægir og fyri Føroyar. Hon hevur fyrr svomið fyri FLOT. Í mai 2013 varð hon úttikin til Føroyska svimjilandsliðið, sum skal svimja á HM í Barcelona í juli/august 2013.
Lívsleið innan svimjing Edit
EM 2013 á stuttgeil í Herning Edit
- Svam innleiðandi kapping 100 m rygg við tíðini 1:01.48, kom ikki víðari í semifinaluna[1]
- nr 30 av 42 í 50 metrar rygg við tíðini 28.78, sum var eitt vet frá hennara føroyska meti á 28.51, sum hon svam á HM í Istanbul í 2012[2]
- Svam 50 m frí við tíðini 26:56. Kom ikki víðari til semifinaluna.[3]
- Svam 50 m firvald við tíðini 28.52 (persónligt met)[4]
FM 2013 Edit
Birita vann fleiri heiðursmerki á FM stevnuni í Havn í mai 2013.
- Gull í 100 m rygg við tíðini 1:02.96[5]
- Gull í 200 m rygg við tíðini 2:25.39
- Gull í 4 x 100 m frí við tíðini 3:55.91, Ægir, tær settu nýtt føroyskt seniormet, hinar tríggjar vóru: Victoria Wigant Eysturdal, Cecilia Eysturdal og Astrið Foldarskarð.[6]
- Gull í 4 x 100 m blandað við tíðini 4:25.43, sum var nýtt føroyskt seniormet. Hinar tríggjar úr Ægir vóru: Turið S. Christiansen, Astrið Foldarskarð og Cecilia Eysturdal
- Silvur í 100 m frí við tíðini 58.91
EM 2012 - føroyskt met í 50 m rygg Edit
Birita luttók á EM stevnu í Debrecen, Ungarn í 2012. Hon vann ikki nakað heiðursmerki, men svam sína bestu tíð í 50 m rygg, hon svam við tíðini 30.60, sum var nýtt føroyskt met.
Oyggjaleikir 2011 Edit
Birita svam fyri Føroyar á Oyggjaleikunum 2011. Hon vann 4 gull, 2 silvur og 1 bronsu heiðursmerki. Harav vóru 4 liðkappingar og 3 einstaklingakappingar.[7]
2010 Edit
Birita kláraði seg sera væl í 2010. Hóast hon var juniorur í 2010, so setti hon fleiri føroysk senior met. Eitt av metunum setti hon, tá hon sum fyrsta føroyska kvinnan vann gull á norðurlendsku svimjistevnuni. Tað gjørdi hon á NJM stevnuni í Kastrup í Danmark 11. desember 2010, hon vann gull í 100 metrar ryggsvimjing .[8]
Oyggjaleikir 2009 Edit
Birita var á føroyska svimjilandsliðnum á Oyggjaleikunum í 2009 í Álandi, hon vann 3 gull heiðursmerki og 1 bronsu heiðursmerki.
- Gull í 50 m rygg við tíðini 29.97[9]
- Gull í 4 x 50 m blandað við tíðini 1:58.86, hinar tríggjar vóru: Shaila millum Garðarnar, Guðrun Holm Jacobsen og Katarina S. Lamhauge[10]
- Gull í 4 x 100 m blandað við tíðini 4:22.92, hinar tríggjar vóru: Malan Vitalis Bærendsen, Shaila millum Garðarnar og Bjørg Seloy[11]
- Bronsu í 100 m rygg við tíðini 1:05.34[12]
Keldur Edit
- ↑ EM í svimjing 12.-15. desember 2013, 100 m rygg, kvinnur
- ↑ Svimjing.com, Triðju innleiðandi riðlar avgreiddir á EM á stuttgeil 2013
- ↑ Sportal.fo, EM í svimjing: Føroysku svimjararnir lidnir á hesum sinni
- ↑ Svimjing.com, Næstu innleiðandi riðlar avgreiddir á EM á stuttgeil 2013
- ↑ Livetiming.dk Kapping 9, 100m Ryggsvimjing Kvinnur, Finalur, Senior
- ↑ Livetiming.dk Kapping 13, 4X100m Frísvimjing Kvinnu, Finalur, Senior
- ↑ Natwestiowresults2011.com
- ↑ Svimjing.com
- ↑ Alandresults2009.com
- ↑ Alandresults2009.com
- ↑ Alandresults2009.com Swimming - Women's 4 x 100m Medley Relay
- ↑ Alandresults.com Swimming - Women's 100m Backstroke