Rituvík
Rituvík er ein bygd í Eysturoynni. Rituvík er niðursetubygd frá 1873 og búgva 244 fólk (2013) í bygdini í dag. Kirkjan í Rituvík varð vígd 18/12 1955. Minnisvarði er reistur á staðnum í 1975 yvir tey fyrstu 8 húskini, ið settu búgv har. Maðurin við hakanum vísir strevið við at velta upp úr nýggjum, og konan við stokkunum vísir á knossið við at virka klæðir úr ullini. Áskriftin er: "Tann kraft sum teimum treysti gav, var lít til Gud og land og hav". Um summarið verður skipað fyri mentanartiltaki niðri á støðni.
Rituvík | |
Ridevig (danskt) | |
Bygd | |
Rituvík
| |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Eysturoya sýsla |
Oyggj | Eysturoy |
Kommuna | Runavíkar kommuna |
Íbúgvar | 271 (2015)[1] |
Postnummur | FO-640 |
Markatal | - |
|
Tann 21. juli 2012 varð kunngjørt, at børnini hjá Magnus Olsen og Elsebeth Olsen, Olsensystkinini, rundaðu 1.000 ár, og harvið gjørdust heimsins elsti systkinnabólkur, staðfest í Guinness rekordbók.