Niðursetubygd
Niðursetubygdir kallast tær bygdir, sum eru bygdar seinastu øldirnar, serliga í 19. øld, við at menn fingu traðir burturav kongsjørðini burturi í óbygdum, og so bygdu sær hús á trøðni, veltu hana og búsettust har. Niðursetubygdir eru tí ikki gamlar bygdir, og har er í flestu førum ongin kongsgarður. Í summum førum er bygdin tó bygd við at bóndi hevur búsett seg í sínum hagaparti, og tá er eisini uttangarðs jørð til bygdina.
Nakrar niðursetubygdir:
- Hvítanes, bygd í 1830unum
- Rituvík, bygd í 1873
- Æðuvík, bygd í 1897
- Langasandur, bygd í 1839
- Nesvík (útdeyð sum bygd, men Leguhúsið í Nesvík er har nú.
- Oyrarbakki
- Ljósá
- Lopra, bygd í 1834
- Akrar
- Víkarbyrgi, (endur)bygd í 1830unum. Víkarbyrgi er helst landnámsbygd, ið avtoftast eftir Svartadeyða 1349
- Hamrabyrgi
- Slættanes, bygd í 1835, avtoftað í 1964
- Norðdepil, bygd í 1866
- Fossá, bygd í 1867, avtoftað uml. 1945
- Kambsdalur, bygd 1985. Hetta er ikki traðarbygd men útstykking frá Fuglafirði.