Æðuvík er ein bygd í Eysturoynni. Æðuvík er ein niðursetubygd frá 1897 og búgva í dag 100 (2013) fólk í Æðuvík. Í Æðuvík sigst, at nógvir huldumenn hava verið, men Evensen próstur, gekk runt um garðarnar og fekk rikið teir útum. Á varðagøtuni Æðuvík - Nes kemur man fram við Promsgili, har søgnin sigur, at huldufólk búðu. Ein túrur eftir varðagøtuni er ein frálík uppliving. Varðarnir eru væl hildnir. Túrurin tekur umleið 45 min. Í 2001 varð Æðuvík kosin "Føroya Best Røkta Bygd" og verður tí vælvitjað av ferðafólki bæði um summarið og á jólum, tá Æðuvík er jólabygd, skrýdd við perum og pynti. Í Æðuvík sæst ein vakur minnisvarði, sum varð avdúkaður í oktober 1997, til 100 ára minningarhaldið fyri bygdina. Minnisvarðin sýnir myndir av fýra teim fyrstu hjúnunum, ið bygdu Æðuvík.

Æðuvík
Avevig (danskt)
Bygd
Land  Føroyar
Sýsla Eysturoya sýsla
Oyggj Eysturoy
Kommuna Runavíkar kommuna
Íbúgvar 105 (2015)[1]
Postnummur FO-645
Markatal -

Keldur

rætta
  1. Hagstova.fo