Jól
Jólini eru fyrsta høgtíðin í kirkjuárinum. Jóladagur er 25. desember, og í Føroyum verða tveir jóladagar hildnir sum halgidagar - 25. og 26. desember. Seinasti dagurin framman undan jóladegi - tann 24. desember - kallast jólaaftan. Hann var fyrr vanligur arbeiðsdagur, men varð roknaður sum halgidagur frá kl. 18. Nú er jólaaftan frídagur í Føroyum, og mong byrja jólahaldið seinnapart jólaaftan. Jóladagur hevur altíð verið mikil høgtíðisdagur í Føroyum, og enn eru jólini størsta høgtíð føroyinga.
Um okkara leiðir eru jólini ein gomul høgtíð, sum eisini varð hildin, áðrenn okkara forfedrar vórðu kristnaðir. Hesa ársins tíðina hátíðarhildu teir, at nú fór vend at koma í. Nú fór tann ljósa tíðin at koma. Í 336 e.Kr. gjørdu kirkjufedrarnir í Róm av, at 25. desember skuldi verða hátíðarhildin sum Jesu føðingardagur. Roynt varð at nevna høgtíðina kristmessu. Navnið vann ikki frama í Norðurlondum, men í t.d. Bretlandi og USA eita jólini "Christmas".
Í Føroyum hátíðarhalda vit jólaaftan 24. desember, meðan meginparturin av kristna heiminum hátíðarheldur jólini 25. desember.
Orðið jól
rættaOrðið jól hevur óvissan uppruna. Møguliga er tað sama orðið sum hjól, og sipar tá til ársins gongd, tað støðugu endurtøkuna. Orðið jól er hvørkikynsorð í fleirtali. Vit siga "Jólini, tey...".
Jólini í kristindóminum
rættaJólini eru høgtíðin til minnis um Jesu føðing. Hetta sæst aftur í t.d. enska heitinum, Christmas, Kristmessa. Um føðing Jesu lesa vit í Lukasar evangelium, kap. 2, ør. 1 - 20. Hetta brot verður ofta nevnt jólaevangeliið. Eisini Matteusar evangelium sigur í 2. kapitli frá Jesu føðing. Tá ið norðbúgvar høvdu tikið við kristnari trúgv um ár 1000, gjørdi kirkjan av, at jólini skuldu verða hildin sum føðingardagur Krists, 25. desember. Nakrir granskarar siga, at hendan dagfestingin ikki kann vera røtt, tí í desember mánaði liggur seyðurin ikki úti í Ísrael. Tað verður sagt, at tað var av praktiskum orsøkum, at kristna jólahátíðin var løgd til seinast í desember mánaði. Onki var nevnt í Nýggja Testamenti um árið, mánaðin ella mánaðardag. Hetta varð gjørt, so at tann heidna jólaveitslan skuldi fáa eitt annað innihald, at gera jólini til eina kristna høgtíð.
Hetta er tað tíðarskeiðið í kirkjuárinum, tá flest gudstænastur verða hildnar í fólkakirkjuni og samstundis tað tíðarskeiðið, tá kirkjan verður mest vitjað.
Jólahald og jólasiðir
rætta- Jólatræ: Siðurin at hava jólatræ er kendur úr Týsklandi í umleið 1600 og í Danmark tíðliga í 19. øld. Seint í 19. øld hevði siðurin at hava jólatræ fingið fótafesti í øllum samfelagsløgum í Danmark. Í nógvum familjum verður gingið um træi á jólum, kanska serliga saman við børnunum. Fólk ganga hond í hond og syngja jólasangir, sum oftast snúgva seg um jesusbarnið ella jólamenn. Gingið verður eisni um træi í barnagørðum, skúlum, samkomum og á jólaveitslum. Siðurin at hava jólatræ tók seg upp í Føroyum um aldarskiftið 1800-1900 ella fyri stívliga hundrað árum síðani. Fyrsta jólatræið stóð í prestagarðinum í Sandágerði. Sambært handilslýsingum í Dimmalætting frá desember 1912 – ella fyri júst hundrað árum síðani – kostaðu jólatrøini tá á døgum 35 oyru hvørt. Týski munkurin og gudfrøðingurin Martin Luther, sum stóð á odda fyri trúbótini, sigst vera upphavsmaðurin til jólatræið. Sambært bókini "Julens traditioner" eftir danska rithøvundan Benno Blæsild, var Martin Luther jólaaftan í 1536 á veg úr kirkjuni til prestagarð sín. Á veg gjøgnum ein lítla skóg sá hann stjørnurnar glampa mill um blaðleysu trækrúnurnar, og hetta minti hann um himmalska ljósið. Knappliga varð hann varugur við eitt lítið, grønt træ við gøtu jaðaran. Hann skræddi avgjørdur træið upp og tók tað við sær heim í prestagarðin, har hann setti tað á borðið í stovuni. Hann setti ljós á greinarnar og greiddi síðani børnum sínum frá um einglarnar og himmalska ljósið. Seint 19. øld hevði siðurin at hava jólatræ fingið fótafesti í øll um samfelagsløgum í kristna partinum av heiminum.
- Jólamaður: Siðurin við jólamonnum er við útlendskari handilsmentan komin til Føroya. Jólamaðurin er nú altíð í reyðum klæðum og hevur hvítt skegg - og klædnabúnin er tann sami í øllum handilsdeplum og til øll vanlig jólatiltøk. Marius Johannesen, sáli, læt tó jólamannin í sanginum "Eg eri jólamaðurin..." vera í føroyskum klæðum og búgva í heyggi eins og huldufólkini: "Eg eri jólamaðurin við stórum gráum skeggi, í koti og svørtum knæbuksum, eg búgvi í hulduheyggi." Tað er tó útlendska myndin av jólamanninum, ið hevur sigrað. Hugmyndin um jólamannin stavar frá Santa Nikolaus frá Myra í Lítlaásia, sum umvegis enskt verður til Santa Claus. Niklasarmessa er minningardagur fyri santa Nikolaus frá Myra.
- Jólagávur: Jólagávur, sum vit kenna í dag, er ein av teimum nýggju skikkunum. Tað var meir kent hjá kongafólki og øðrum høvdingum. Ikki fyrr en um 1900 fingu børn kerti og kanska fingu øll í familjunni kerti. Eitt annað slag av gávum var soleiðis at teir, sum høvdu nogv av mati, góvu fátækum nábúgvum eitt sindur av mati. Hesin siður er sera gamal og kirkjan hevur hildið fram við hesum. Um 1930 komu fleiri handlar, og fólk byrjaði at geva jólagávur, líka sum vit gera í dag.
- Jólaveitsla: Í nógvum bygdum í Føroyum vera jólaveitslur ella "jólafestir" hildnar millum jól og nýggjár. Oftast standa samkomur ella bygdafeløg fyri jólaveitsluni har øll bygdin er boðin við. Har verður sungið, dansað um træið, søgur lisnar, talur hildnar o.s.fr. Vanligt er at børn fáa jólapakka á veitsluni og ikki so sjáldan kemur jólamaðurin sjálvur við pakkunum.
- Jólasangir:
- Jólamatur:
- Jóladansur:
- Jólaklæði:
Jólini framman undan kristindóminum
rættaÍ Norðurlondum hildu forfedrar okkara heiðin jól, vetrarsólstøðu, sum eisini varð hildin gróðurgudinnuni Froyu til heiðurs. Jólahald er upprunaliga ein heiðin høgtíð at fagna, at aftur vendir móti ljósari tíðum. Í norðurlondum var henda høgtíð hildin í fyrst í januar, men í syðri londum var henda høgtíð hildin 25. desember. Í 4. øld (í 354?) valdi kirkjan at áseta fastan dag til høgtíðina til minnis um Jesu føðing, og tá var henda kristindómsins fagnarhøgtíð løgd á jólini, 25. desember. Tað elsta vit vita um jólahald í Norðurlondum er umleið 875, tá orðið er nevnt í sambandi við Harald Hárfagra. Hvussu hesi jól hava verið hildin fæst kanska ein ábending um í orðingum sum at "drekka jólini", sbr. td. kvæðaorðingina: "Gud man ráða, hvar vit drekka onnur jól".
Uppruni jólanna
rættaSólstøðuhátíðin er møguliga tann elsta hátíð, sum menn hava hildið. Fyri 4000 árum síðani hildu fólk í Mesopotámíu 12 daga hátíð um vetrarsólstøðu. Hendan hátíð var hildin til at sýna gudinum Marduk heiður. Fólk í Mesopotámíu hildu at Marduk stríddist ímóti óndari megi hesar dagar. Persar og babýlóníumenn hildu hátíð, sum líktist og nevnist Sacaea. Í ein dag skiftu trælir og húsbóndafólk um leiklut. Trælir gjørdust húsbøndur, og húsbóndafólk gjørdust trælir. Fólk í Evropa trúði, at illir andar, álvar og trøll vóru á ferð um jóltíðir, og tey gjørdu ritualir fyri at fáa sólina upp aftur. Íbúgvar í Norðurskandinaviu síggja ikki sólina í ein heilan mánað, og fólk fór til fjals fyri at finnasólina. Tá tey komu aftur við tíðindum um, at sólin var á veg, var hildin stór veitsla, og eldur var tendraður at bjóða sólini vælkomnari.
Grikkar blótaðu Kronos um vetrarsólstøður og rómverjar hildu hatíð Saturnusar, sum hevði tamarhald yvir gróðursemi jarðarinnar. Rómaríkið hevði vald yvir stórum parti av Evropu og londum kring Miðjarðarhav. Kristni var gjørd almenna trúgvin ár 380, men fólk vildi ikki halda aftur skemtaninni um jólini. Fólk vildi sleppa at dansa, fáa gávur og góðan mat við víni og hava glæsiligar sjónleikir. Gávurnar vóru ofta kertur. Saturnusarhátíðin var frá miðjum desember til 1. januar. Fólk arbeiddu minni og vóru tá ofta útklødd, gingu í skrúðgongu, ótu góðan mat, vitjaðu vinfólk og góvu gávur. Rómverjar pyntaðu heimið við livandi ljósum, sum hingu á grønum trøum. Tað hendi seg, at húsbóndafólk skiftu um arbeiði við trælir og borðreiddu fyri teimum.
Smátt um smátt yvirtók kirkjan vetrarsólstøður og broytti hugmyndina um føðingadag ósigrandi sólar "dies natalis solia invicti" til føðingadag Jesu. Í gomlum døgum var ikki vanligt at halda føðingadag. Umleið ár 98 var føðingadagur Jesu hildin fyrstu ferð, og ár 138 gjørdi biskupur í Róm dagin til stórhátíðardag. Men tá tey ikki vistu neyva dagin, vóru dagar sum 2. januar, 6. januar, 23. mars, 28. mars, 18. apríl, 20. apríl, 20. maí, 17. november og 25. desember brúktir. Tann gamla kirkjan valdi 6. januar til føðingadag Jesu, tí tá kappaðist hon ímóti Osíris-Aion trúgv í Aleksandríu, sum hevði sína hátíð tá. Men ár 440 avgjørdi Júlíus pávi 1. at føðingadagur Jesu skuldi haldast tann 25. desember hvørt ár, men tað gjørdist ikki lóg, fyrr en ár 534.
So hvørt sum kristnidómurin breiddist út um Evropu, tók hann upp siðir, sum vóru frá heidnari trúgv, so sum mistiltein, jólatræ og at kynda bál. Tann siður at hava jólatræ kann førast aftur til dyrkan av "ask yggdrasils" (-úr ásatrúgv). Tað var vani at pynta hús við grønum greinum um jólini, og geva øðrum greinar, til minnis um megi nátturunnar. Kristni kom til Skandinavia uml. 900, og heiðin jól gjørdust kristin.