Asia

heimspartur
(Ávíst frá Ásia)

Asia ella Ásia er mittasti og eystasti partur av Evrasialandmassanum og fæst við at taka Evropa frá Evrasia. Veruliga markið millum Evropa og Asia er ikki heilt greitt allýst, men gongur ígjøgnum Dardanellusundið, Marmarahavið, Bosporussundið, Svartahavið, Kavkasusfjallaryggin (summi siga Kuma-Manych lægdina), Kaspiska havið, Uralánna (summi siga Embaánna), Uralfjøllini til Novaja Zemlja. Umleið 60 % av øllum heimsins íbúgvum búgva í Asia.

Politiskt kort. Asia er størsta meginland; víddin er 44 mió. km2.
Fotomynd av Asia tikin úr einum fylgisveini.

Asia, ið er av ísakalda, Norðurkolli og væl suður um heita Miðkring, er nógv tann størsti heimsparturin, og í ongum øðrum heimsparti eru so mong og høg fjøll. Stórir partar av meginlandinum eru berligir og oydnir. Norðanfyri eru ísoyðurnar í Sibiria, í Útsynnings- og Miðasia stórar oyðimerkur, og norðan fyri Himaleiafjøll kaldi, veðurbardi Tibetháslættin. Men í Asia eru eisini nakrir av fruktabestu lágslættunum í heiminum, og har eru eisini stórar áir, t.d. Mekong, Indus og Evfrat. Í Landsynningsasia eru nógv fjøll og stórir tropuregnskógir, har er satt dýra- og fuglameingi. Eystur úr meginlandinum, báðu megin Miðkring, eru túsundtals stórar og smáar oyggjar.

Landafrøði

rætta
 
Russland, ið er størsta land í heiminum, er í tveimum heimspørtum: Evropa og Asia.
 
Mount Everest, hægsta fjall í heiminum. Fjallið er 8.848 m høgt og er mark millum Nepal og Tibet.
 
Yangtze er tann longsta áin í Asia og tann triðlongsta áin í heiminum.

Asia er tann størsti av teimum 7 heimspørtunum, og er o.u. ein triðingur av landaøkinum í heiminum.

Í mestsum øllum Sibiria, ið er russiski parturin í Asia, er bítandi kalt um veturin. Norðari partur eru frostmýrar (tundra); her hevur jørðin nógvastaðni verið fryst síðan seinastu ístíð. Í Sibiria eru nógv ráevni, t.d. gull, olja, uran og gimsteinar. Sunnan fyri frostmýrarnar er heimsins størsti nálaskógur (teiga), og syðri eru turru grasfløturnar, steppur, ið eru besta landbúnðarjørðin í Russlandi.

Størsta áin í Kina, Chang Jiang, rennur vestan úr Tanggulafjøllum á Tibetháslættanum og eystur ígjøgnum óført fjallalendi. Seinasta teinin rennur hon ígjøgnum Stóra Kinaslættan og út í Eysturkinahav.

Hitalagið í Takla Makanoyðimørk og Gobioyðimørk er øðrvísi enn í flestu oyðimørkum: summarið er ógvuliga heitt, og veturin er bítandi kaldur. Har er mest berur klettur og ovurstórir sandheyggjar. Har er næstan eingin gróður uttan í áardølunum, sum í Takla Makanoyðimørkini. Nøkur dýr liva kalda veturin av í Gobioymørk, t.d. villir kamelar.

Himaleiafjøll eru sum ein ovurstórur og høgur múrur ímillum India og Tibet. Fjøllini eru kavatakt alt árið, og her er hægsta fjall í heiminum, Mount Everest. Fjøllini vórðu til fyri um 50 milliónum árum síðan, tá ið Indiapláta stoytti saman við Evrasiaplátu. Sum pláturnar stoyttu saman, var rondin á Indiaplátu kroyst inn undir Evrasiaplátu, og havbotnurin ímillum teirra varð faldaður saman og trýstur upp til tað, ið nú er Himaleiafjøll.

So ofta goysir við strendurnar og í oyggjunum í vestara parti í Kyrrahavi, at økið stundum verður kallað Eldkringur. Viðgitnasta gosið var í 1883 í oynni Krakatoa vestan fyri Java. Meginparturin av oynni sprongdist í luftina, og spreingingin var so hørð, at dunið hoyrdist heilt suður til Avstralia. Í 1928 fór aftur at goysa í somu oyggj. Gosfjallið varð nevnt Anak Krakatoa, ið er "sonur Krakatoa".

Fólkið

rætta
 
Tokyo í Japan er mettur at vera størsti býur í heiminum. Í Asia býr meira enn helmingurin av heimsins fólki.
 
Fylgisveinamynd av Kaspiska Havinum, sum er heimsins størsti innsjógvur.
 
Uralfjøll eru mark millum Asia og Evropa.
 
Størsta oyggj í Asia er Borneo, ið telur 743 330 km².
 
Í Asia er heimsins djúpasta vatn, Bajkalvatn í Siberia.

Asia er nógv fjøldbygdasti heimspartur, og ongastaðni eru mentanirnar so ymiskar og fjølbroyttar. Mangar siðmenningar eru fleiri túsund ára gamlar. Tað var í Asia, at fyrstu býirnir og fyrstu skriftmálini - neyvt søguligt samband er ímillum bæði - vórðu til. Fyri fleiri enn 5.000 árum síðan vóru fyrstu býirnir bygdir við áirnar Evfrat og Tigris; Bábylon var ein teirra. Í Bíbliuni verður hetta landið nevnt Mesopotámia. Nú á døgum búgva tveir triðingar av fólkinum í heiminum í Asia, tey flestu fyri sunnan og eystan í heimspartinum. Hóast meginparturin av fólkinum eru bøndur, vaksa býirnir ógvuliga skjótt. Fyrstu siðmenningarnar tóku seg upp í áardølunum í Asia í tí landøki, ið verður nevnt Fruktagóði Hálvkringurin, sum er í ein bug úr Persaflógva og vestur í Miðjarðarhav. Mangir býir her hava søgu, ið gongur mong túsund ár aftur í tíðina.

Meginparturin av fólkinum í Asia býr enn á bygd og livir mest av landbúnaði, men býirnir vaksa skjótt. Í størstu býum í Asia búgva nú fleiri enn 10 milliónir fólk. Bæði hesir stórbýir og aðrir býir vaksa skjótt, tí alt fleiri fólk flyta av bygd til býirnar. Stórir partar í Miðeystri og Miðasia eru ógvuliga strálbygdir ella heilt oydnir fyri fólk, tí at har er ov turt ella ov kalt. Mesta fólkið býr í fruktagóðu áardølunum og á slættunum við strendurnar í Suður- og Vesturasia. Tá ið Hongkong og Singapor eru frá, er Bangladesj fjølbygdasta land í Asia, har búgva 830 fólk á hvørjum km2.

Tvey av trimum fólkum í heiminum búgva í Asia. Sjey av 10 teimum fjølbygdastu londunum eru her, ovast eru Kina og India. Í hesum báðum londum eru 40% av øllum fólkum í heiminum. Í Kina er viðtikin lóg, ið sigur, at maður og kona mugu ikki eiga meira enn eitt barn, so her er fólkavøksturin minkaður, men í flestum londum í Asia fjølgast fólkið ógvuliga skjótt. Fyri ár 2000 búðu fleiri enn ein milliard fólk í India og um 200 milliónir fólk í Indonesia.

Fyrstu búnaðarfólkini settust í búgv í fruktagóðu áardølunum, har væl lá fyri at dyrka jørðina. Tey fóru at arbeiða í felag og veittu vatn úr áunum á akrarnar. Áirnar hava enn stóran týdning fyri fólkið í Suður- og Vesturasia, tí at har fiska tey og fáa drekkivatn og vatn á akrarnar. Nógvastaðni eru áirnar byrgdar til tess at fáa ravmagn. Áirnar eru eisini týdningarmestu flutningsvegir í mongum londum. Helvtin av fólkinum í heiminum livir mest av rísi, og tí kann rístrot vera atvold til víðfevnda hungursneyð. Rísplantan, ið er úr Landsynningsásia, hevur verið dyrkað í eini 7.000 ár. Seinastu árini hava verið ald nýggj ríssløg at útvega mat til nógva fólkið í Asia, sum fjølgast í stórum. Hesi ríssløgini er úrslit av "grønu kollveltingini", har vísindaligur serkunnleiki og nýggj tøkni hava kynbøtt plantur, so at tær geva meiri av sær.

Hóast summi lond í Asia, t.d. Japan og Kina, leingi hava verið sjálvstøðug lond, hava mong lond í heimspartinum ikki loyst frá gomlu hjálandaveldum sínum fyrr enn seinastu árini. Fyrst í 20. øld stóðu næstan alt Miðeystur, India og stórir partar í Landsynningsasia undir evropeiskum hjálandaveldum. Men sterkar tjóðskaparrørslur tóku seg upp í Asia, og londini vunnu sær frælsi aftur. Í mongum londum hevur stórur búskaparligur vøkstur verið seinastu árini; hetta hevur havt við sær størri nýtslu og stórar samfelagsligar broytingar. Mong gomul lond í Asia hátíðarhalda frælsisdag sín á hvøijum ári, eitt nú í Pakistan. Nøkur lond, til dømis India, vunnu sær frælsi við friðarligari mótstøðu, men í mongum londum vóru drúgv frælsiskríggj, til dømis í Burma. Hesi lond stríðast nú við at fáa eina tjóðskaparliga eindarkenslu at festa rót ímillum fólkið.

Sovjetsamveldið var størsta ríki í heiminum. Í 1991 fór tað sundur í 15 sjálvstøðug lýðveldi, hvørt við sínari stjórn. Sjey av hesum lýðveldum eru í Evropa, hini átta í Asia. Nú lýðveldini ikki longur eru partur í einum ovurstórum, miðstýrdum búskapi, mega tey laga seg til viðurskifti og treytir á heimsmarknaðinum, og tað hevur ikki verið so lætt. Fall Sovjetsamveldisins hevði eisini við sær, at londini í Eysturevropa sluppu undan sovjetskum eftirliti.

Allir stóru heimsátrúnaðirnir eru komnir upp í Asia: hinduisma, buddisma, jødadómur, kristindómur og islam. Atrúnaður hevur enn stóra ávirkan í Asia, og fólkið er gudrøkið. Atrúnaðirnir læra fólk at verða gávumild, ósjálvsøkin og hjálpsom, og at tað ræður ikki um at ríka seg upp avjarðligum ognum.

Mangastaðni í gamla Sovjetsamveldinum stríðast fólkasløg hvørt ímóti øðrum. Í summum londum í russiska samveldinum eru mangir russar, onkustaðni eru teir um 40% av fólkinum. Annað dømi er Kekenia, har triðja hvørt fólk er russi. Síðan Sovjetsamveldið fall, hava kekenar stríðst fyri tjóðskaparligum frælsi, men Russland, ið er samveldisríki, er hart ímóti hesum. Teir kvíða fyri, at fer ein landspartur burturúr, verður alt tað russiska samveldið syndrað.

Í asiatisku samfeløgunum nú á døgum er stríð ímillum siðbundna og jarðbundna lívsháttin, merktum av átrúnaði, og vaksandi kapitalistiska lívsháttin, merktum av vesturlendskum siðum og levnaði. So hvørt asiatisku londini loyva størri vesturlendskari ávirkan, veksur trýstið á gamla lívsháttin. Í Iran hevði hetta við sær, at átrúnaðarligu høvuðsmenninir við Khomeini Ayatollah á odda settu seg harðliga upp ímóti vesturlendsku ávirkanini; teir birtu í kollvelting, tóku valdið í landinum og settu á stovn muslimskt lýðveldið, stýrt eftir strongum islamiskum lógum.

 
Myndin vísir øskuskýggj, ið goystu úr Semeru í Indonesia í 2008.

Áðrenn oljan varð funnin, vóru mong oyðimarkarlond í Miðeystri ógvuliga fátæk, men nú hevur oljan fullkomiliga broytt londini. Meiri enn helmingurin av allari olju í heiminum, funnin er higartil, og triðingurin av øllum gassi eru í Miðeystri. Olju- og gasssølan til lond um allan heimin hava gjørt londini ovurrík. Nýggir stásiligir býir eru bygdir, og mangir fremmandir verkamenn eru komnir higar at arbeiða.

Í summum londum broytast viðurskiftini so líðandi, og hvørki harðlig mótmæli ella ófriður standast av tí. Í Japan var búskaparlig menning hildin at verða neyðug, so at landið ikki skuldi verða bundið at evropeiskum londum. Tí hevur Japan tikið eftir vesturlendskum búskapi, men roynir framvegis at stuðla og fjálga japanska mentan. Enntá Kina, sum í mong ár skúgvaði alla vesturlendska hugsan frá sær, tekur nú undir við kapitalistiskum búskapi.

Seinastu nógvu árini hava mong lond í Asia havt Japan sum fyrimynd og hava ment ídnaðin nógv. Við tað at hetta hevur gingið so skjótt og við slíkari megi, hava hesi lond verið kallað tikaraveldini. Nógv bílig arbeiðsmegi og støðug politisk viðurskifti, tí stjórnir gera alt fyri at steðga øllum ófriði, hava fingið útlendskar fyritøkur at gera stórar íløgur í ídnaðin. Londini gera lidnar vørur, t.d. klæði, teldur og sjónvørp.

Korini hjá konufólkum eru ógvuliga ymisk í so stórum heimsparti, alt eftir mentanarligu, átrúnaðarligu og politisku viðurskiftunum í londunum. Sumstaðni, t.d. Í India og islamsku londunum í Miðeystri, eru tað næstan bara mannfólkini, ið gera lønt arbeiði; men í muslimsku londunum í Landsynningsasia eru mong islamsk konufólk tó í løntum starvi. Aðrastaðni, sum í kommunistisku londunum Kina og Norðurkorea og í gomlu sovjetlýðveldunum, eru konufólkini tyðandi partur av arbeiðsmegini, og tey gera mestsum alt við hús eisini.

Fall Sovjetsamveldisins hevur í vissum førum havt við sær, at flakkfólk í Miðasia eru farin at liva sum í gomlum døgum. Lutir, sum áður vórðu gjørdir á verksmiðjum, t.d. dúkurin, ið tjaldið varð klætt við innan, fingust ikki longur, og tey máttu sjálvi vevað dúkin. Somuleiðis hevur eisini verið við flutninginum. Seinastu árini hava mong flakkfólk flutt tjøld og aðra útgerð við lastbili; men nú trýtur brennievni, og tey eru aftur farin at nýta kamelar og ross.

Lond í Asia

rætta
Land
Vídd
(km²)
Íbúgvar
(1. juli 2002)
Fólkatættleiki
(per km²)
Høvuðsstaður
Sentralasia:
  Kasakstan 2,346,927 13,472,593 5.7 Astana
  Kirgisia 198,500 4,822,166 24.3 Bishkek
  Tadsjikistan 143,100 6,719,567 47.0 Dushanbe
  Turkmenistan 488,100 4,688,963 9.6 Ashgabat
  Usbekistan 447,400 25,563,441 57.1 Tashkent
Eysturasia:
  Kina 9,584,492 1,384,303,705 134.0 Beijing
  Hongkong (Kina) 1,092 7,303,334 6,688.0
  Japan 377,835 126,974,628 336.1 Tokyo
  Makao (Kina) 25 461,833 18,473.3
  Mongolia 1,565,000 2,694,432 1.7 Ulaanbaatar
  Norðurkorea 120,540 22,224,195 184.4 Pyongyang
  Suðurkorea 98,480 48,324,000 490.7 Seoul
  Teivan 35,980 22,548,009 626.7 Taipei
Norðurasia:
  Russland 13,115,200 39,129,729 3.0 Moskva
Landsynningsasia:
  Brunei 5,770 350,898 60.8 Bandar Seri Begawan
  Kambodja 181,040 12,775,324 70.6 Phnom Penh
  Indonesia 1,419,588 227,026,560 159.9 Jakarta
  Laos 236,800 5,777,180 24.4 Vientiane
  Maleisia 329,750 22,662,365 68.7 Kuala Lumpur
  Burma 678,500 42,238,224 62.3 Naypyidaw
  Filipsoyggjar 300,000 84,525,639 281.8 Manila
  Singapor 704 4,483,900 6,369.0 Singapor
  Teiland 514,000 62,354,402 121.3 Bangkok
  Eysturtimor 15,007 952,618 63.5 Dili
  Vjetnam 329,560 81,098,416 246.1 Hanoi
Suðurasia:
  Afghanistan 647,500 27,755,775 42.9 Kabul
  Bangladesj 144,000 133,376,684 926.2 Dhaka
  Butan 47,000 672,425 14.3 Thimphu
  India 3,167,590 1,045,845,226 318.2 New Delhi
  Iran 1,648,000 68,467,413 41.5 Tehran
  Maldivoyggjar 300 320,165 1,067.2 Malé
  Nepal 140,800 25,873,917 183.8 Kathmandu
  Pakistan 803,940 147,663,429 183.7 Islamabad
  Sri Lanka 65,610 19,576,783 298.4 Colombo
Vesturasia:
  Armenia 29,800 3,330,099 111.7 Yerevan
  Aserbadsjan 46,870 3,845,127 82.0 Baku
  Barein 665 656,397 987.1 Manama
  Kýpros 9,250 775,927 83.9 Nicosia
  Gasageirin 363 1,203,591 3,315.7 Gaza
  Georgia 20,460 2,032,004 99.3 Tbilisi
  Irak 437,072 24,001,816 54.9 Bagdad
  Ísrael 20,770 6,029,529 290.3 Jerúsalem
  Jordan 92,300 5,307,470 57.5 Amman
  Kuveit 17,820 2,111,561 118.5 Kuwait City
  Libanon 10,452 3,677,780 353.6 Beirut
  Oman 212,460 2,713,462 12.8 Muscat
  Katar 11,437 793,341 69.4 Doha
  Saudi-Arabia 1,960,582 23,513,330 12.0 Riyadh
  Sýria 185,180 17,155,814 92.6 Damascus
  Turkaland 756,768 57,855,068 76.5 Ankara
  Sameindu Emirríkini 82,880 2,445,989 29.5 Abu Dhabi
  Vestari Áarbakki 5,860 2,303,660 393.1
  Jemen 527,970 18,701,257 35.4 Sanaá
Tilsamans 43,810,582 3,902,404,193 89.07
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið