Abu Dhabi (arabiskt: أبوظبي) er høvuðsstaður í emiratinum Abu Dhabi og samstundis samveldisshøvuðsstaður og tann næstfólkaríkasti býurin í Sameindu Emirríkjunum á Arabisku hálvoynni. Í 2015 hevði býurin umleið 1,5 milliónir íbúgvar.[1]

Abu Dhabi

Miðbýarøkið er á einari oyggj, ið liggur í Persaraflógvanum. Oyggin er uml. 70 ferkilometrar til støddar. Tríggjar brýr knýta høvuðsoynna og meginlandið saman og fleiri smáar oyggjar liggur rundanum høvuðsoynna.

Slóðir úteftirRætta

Sí miðlasavnið

Coordinates: 24°27′1″N 54°23′24″E / 24.45028°N 54.39000°E / 24.45028; 54.39000


KeldutilfarRætta

  1. Abu Dhabi population swells, thenationalnews.com