Mongolia
| |||
Tjóðarslagorð: Onki | |||
Tjóðsangur: "Mongol ulsyn töriin duulal" | |||
Alment mál | Mongolskt | ||
Høvuðsstaður | Ulan Bator | ||
Forseti | Ukhnaagiin Khürelsükh (ᠤᠬᠤᠨᠠᠭᠠ ᠶᠢᠨ ᠬᠦᠷᠦᠯᠰᠦ᠋ᠬᠡ, Ухнаагийн Хүрэлсүх) | ||
Forsætisráðharri | Luvsannamsrain Oyun-Erdene (ᠯᠤᠪᠰᠠᠩᠨᠠᠮᠰᠠᠷᠠᠢ ᠶᠢᠨ ᠣᠶᠤᠨ-ᠡᠷᠳᠡᠨᠢ, Лувсаннамсрайн Оюун-Эрдэнэ) | ||
Fullveldi | 29. desember 1911 (frá Kingríkið) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
1,564,116 km² 0.43 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2012 - tættleiki |
3 179 997 2.03/km² | ||
Gjaldoyra | Tugrik (MNT) | ||
Tíðarøki | UTC +7 og +8 | ||
Økisnavn á alnetinum | .mn | ||
Telefonkota | +976
| ||
Mongolia (mongolskt: Монгол улс), eisini nevndur Ytra-Mongolia [1], er eitt stórt land í Miðasia. Í norðri hevur Mongolia mark við Russland og í eystri, vestri og suðri við Kina. Ulan Bator er høvuðsstaðurin og størsti býurin. Høvuðsstaðurin í Mongolia er miðdepil í landsins vega- og jarnbreytakervi. Fyri hundrað árum síðan var Ulan Bator lítil landsbýur, men kommunistastyrið gjørdi býin til stórbý.
Fjarskotna og strálbygda landið Mongolia var einaferð miðdepil í einum stórum heimsríki. Í 13. øld legði mongolhøvdingin Djengis Kan undir seg ovurstórt heimsríki, ið fevndi um meginpartin av Miðasia og Kina. Tá ið hann doyði, var sagt, at tað var næstan eitt ár at ríða úr øðrum enda í annan í ríki hansara. Sonarsonur hansara Kublai Khan tók við eftir hann, men í 14. øld legði Kina stórar partar av ríkinum undir seg aftur.
Søga
rættaHendingarøð
rætta- 1163: Djengis Kan, sum stovnaði mongolska heimsríkið, verður føddur í Mongolia.
- 1206-1400: Ein maður og ætt hansara ráddu í bæði Asia og Eysturevropa hesa tíðina, Djengis Kan, sum bygdi mongolska ríkið. Úr Korea fyri eystan til Ukraina fyri vestan slapp eingin undan hansara ágangandi mongolsku hermonnum.
- 1206: Temudjin vinnur Mongolia. Mongolskir ættbólkar velja Djengis til kan (valdsharra).
- 1206: Djengis Kan stovnar Mongolríki. Mongolar hertaka Asia.
- 1211: Mongolar gera innrás í Kina.
- 1215: Djengis Kan kringsetur og tekur Beijing í Kina.
- 1218: Mongolar gera innrás í Iran.
- 1221: Mongolar gera innrás í Russland.
- 25. august 1227: Djengis Kan doyr. Sonurin Ogotay tekur við.
- 1237: Abbasonur Djengis Kan, Batu, ger innrás í Norðursiberia.
- 1240: Batu ger innrás í Póllandi og Ungarn í Evropa.
- 1260: Kublai Kan, abbasonur Djengis Kan, verður stórkanur yvir øllum mongolum.
- 1260: Stríðsmenn úr Egyptalandi, mamelukkar, vinna á mongolum.
- 1279: Kublai viðurkendur valdsharri í Kina. Kublai Kan vinnur á Kina.
- 1281: Mongolar leypa á Japan við stórum herflota, men ganga burtur í einari melduródn. Japanar halda tað vera storm sendan oman av himni.
- 1294: Kublai doyr.
- 1368: Mongolarnir verða riknir úr Kina. Mingherdeildir reka mongolar úr Kina.
- 1370: Timur Lenk savnar tey trý vestaru kanatini.
- 1395: Timur Lenk, eftirkomari Djengis Kan, tekur stórar partar av Suðurrusslandi.
- 1398: Timur Lenk tekur Delhi í India.
- 1402: Temur Lenk sigrar á osmannum við Ankýra.
- 1405: Timur Lenk doyr.
Mongolar
rættaMongolar vóru fólkasløg, sum livdi á skógarleysu víddunum í Landnyrðingsasia. Mongolar búðu í rundum tjøldum, jurtum. Konurnar fluttu tey stað úr stað í vognum. Ættbólkarnir flakkaðu um mongolsku grasfløturnar við alidjórum. Tey høvdu t.d. ross, geit, neyt og seyð. Teir livdu mest á rossabaki, og við teimum fekk Djengis Kan gjørt tátíðar sterkasta her. Teir brúktu nýggjastu vápnini, til dømis bæði krút og roykbumbur, so at eigin sá teir í álopi. Mongolar gjørdu avbera góðar bogar úr horni, viði og djórasinum. Tí vóru bogarnir ótrúliga sterkir.
Mongolar vóru tiknir úr leikum sum bogaskjótarar, og teir dugdu at spenna bogan, medda og skjóta, meðan rossið tvísporaði. Teir funnu upp oddar, sum fóru ígjøgnum herklæði, hvínandi ørvar at bákna við og ørvar við smáum spreingiknøttum á oddinum. Allar hernaðaratgerðir vóru lagdar væl til rættis, og á rossabaki fóru teir ótrúliga skjótt víða. Altíð megnaðu teir at savna megina, tá ið mest á stóð, og teir herjaðu og brendu allastaðni. Teir loyptu ræðslu á fólk, hagar teir komu.
Seinast í 12. øld savnaði máttmikil høvingi, Djengis Kan, flakkandi ættbólkarnar í Suðursiberia. Ættbólkarnir vóru mongolar, og honum eydnaðist at skipa fólkið í stóran og máttmiklan her. Herur Djengis Kans var mannaður við reiðmonnum, ið vóru tiknir úr leikum við boganum. Mongolsku reiðmenninir høvdu ein boga, tveir ørvahúsar og einar 30 ørvar. Teir dúgligastu riðu til tey fjarskotnastu mongolsku hjálondini og komu heimaftur við tíðindum um bardagar og um viðurskiftini í fjarskotnu londunum. Reiðmenninir stýrdu rossunum við beinunum bara og høvdu stríðsvápn í hendi.
Tey búðu í rundum tjøldum, sum tey tóku við sær, so hvørt tey fluttu. Konurnar koyrdu tjødini á vagnum, og menninir veiddu, røktaðu djórini og seldu tey fyri metal og korn.
Veldi Djengis Kans
rættaMongolar vóru flakkfólk í Miðasia. Í 1206 var máttmesti høvdingur teirra, 39 ára gamli Temudjin, valdur til kan (valdsharra), og nevndi seg Djengis (prinsur av øllum, sum millum heimshøv er). Hann setti sær sum mál at leggja allan heimin undir seg. Í 1211 gjørdi herur hansara innrás í Kina, og í 1215 tók hann Zhongdu, seinni kallaður Peking, nú Beijing. So herjaðu teir í Miðasia, Afganistan og stórum pørtum í Iran. Tá ið Djengis Kan doyði í 1227, var tað, sum hann sjálvur tók til, eitt ár at ríða úr enda í annan í ríki hansara. Eftirkomarar hansara tóku stutt eftir Suðursiberia og herjaðu eitt stutt skifti í Eysturevropa. Teir vunnu sær valdið yvir syndraðu ríkjunum í Norðurrusslandi og gjørdu tey til skattlond síni.
Ættfólk Djengisar helt fram at leggja lond undir seg. Tey tóku Irak og tað, sum eftir var av Iran. Abbasonurin Kublai varð valdur til stórkan í 1260. Hann flutti til Beijing, týndi Songríki fyri sunnan og varð viðurkendur keisari yvir øllum Kina í 1279. Kublai var bæði krígsmaður og politikari. Hann gav boð um, at gera vegir, so samband var við fjarskotnastu landslutirnar í ríkinum, læt vælgerðarstovnar gera til sjúk og gjørdi matgoymslur, skuldi hungursneyð komið. Ymsu partarnir í ríkinum gjørdust, sum tíðin leið, sjálvstøðugir. Kublai Kan hevði ikki ræðið yvir iranska kanatinum ella Gylta fylgis-kantinum í Suðurrusslandi.
Politikkur
rættaMeginpartin av 20. øld hevur landið verið kommunistiskt, og tað hevði gott samband við Sovjetsamveldið, til fólkavalt stýrið tók við í 1990 [2]. Ávirkanin úr Sovjetsamveldinum sæst týðiliga á mongum almennum húsum í Ulan Bator.
Mannarættindi
rættaSamkynd
rættaTað er ikki longur ólógligt at vera samkyndur í Mongolia. Tað bleiv lógligt í 2002 [3].
Landafrøði
rættaM.a. Mongolia, Siberia, Kina, Korea, Japan og Landsynningsasia eru lond í Fjareystri [4].
Bæði Manchuria og Innara-Mongolia hava síðan 1950 hoyrt til kinesiska samveldið [5]. Mongolia er tann parturin av Mongolia, sum liggur næstur Kina. Hin parturin av Mongolia gongur undir navninum Tjóðveldið Mongolia ella Ytra-Mongolia.
Fyri norðan og vestan er Mongolia umgirt av høgum fjøllum, og fyri sunnan er Gobioyðimørk.
Veðurlag
rættaVeðurlagið er harðført, summarið stutt og veturin kaldur og langur. Veðurlagið í Mongolia er temprað landveður og turrligt bæði summar og vetur. Serliga har suðuri ber av. Og har er eisini ein stór oyðimørk, sum eitur Gobi. Nakað av landinum er tó steppa ella vaksið við gras. Har ganga hirðar við kamelum og seyðafylgjum. Nakað av fólkinum har er fastbúgvandi og dyrkar jørðina.
Búskapur
rættaStórt náttúrutilfeingi er í landinum, helst olja og kol, men tað var ikki fyrr enn í 1990-árunum, at farið var at vinna út hetta tilfeingið.
Landbúnaður
rættaFlakkbøndurnir í Mongolia fara víða um við fenaði sínum, vanligastu djórini eru jakkneyt og onnur neytasløg, geit, seyður og kamelar. Um summarið verður fenaðurin rikin langt niðan í fjøllini, har hann gongur á biti, til veturin kemur, og farið verður oman aftur á slættlendið. Jakkneytið hevur lagað seg til harðføra veðurlagið í Mongolia, og tað veitir bóndunum mjólk, kjøt, smør og ull. Tey nýta serlig, strýtuskapað tjøld, nevnd jurt. Enn á okkara døgum búgva summir mongolar í jurtum.
Fólkið
rættaFólkið í Eysturasia er runnið av tí mongolættindi, sum mong fólk í Landsynningsásia, indiánararnir í USA og "skrælingararnir" í bæði Grønlandi og Kanada eisini eru sprotnir av. Mesta fólkið býr miðskeiðis í landinum, har tey liva av at halda fenað á víðu grasfløtunum.
Mangir mongolar eru framúr kringir á rossabaki. Alt frá tí barnið dugir at sita, lærir tað at ríða, og longu trý ára gamalt hevur tað tamarhald á rossi. 11. juli á hvørjum ári kunnu tey vísa, hvat tey duga, tí tá er Nadamstevnan, ið verður hildin um alt landið. Tá verður m.a. kappast í kappríðing, glíming og bogaskjóting.
Í tey seinastu 100 árini eru millióntals kinesarar fluttir úr Kina til Mongolia at búgva, so nú er upprunafólkið við minniluta.
Keldur
rætta- ↑ http://www.infoplease.com/ipa/A0107796.html
- ↑ http://news.bbc.co.uk/2/hi/asia-pacific/6252741.stm
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-07-09. https://web.archive.org/web/20110709020429/http://publichealthcareoption.net/gay-tour-travel-to-mongolia/. Heintað 2011-07-05.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-01-12. https://web.archive.org/web/20120112040337/http://www.thewanderers.co.in/country/mongolia. Heintað 2011-07-05.
- ↑ http://www.chinatoday.com/city/inner_mongolia.htm