Islamiska Lýðveldið Iran
جمهوری اسلامی ایران
Jomhuri-ye Eslāmi-ye Irān
Flagg Iran
(Flagg Iran)
Skjaldarmerki Iran
(Skjaldarmerki Iran)
Tjóðarslagorð: Esteqlāl, āzā, jomhūrī-ye eslāmī
Tjóðsangur: Sorood-e Jomhoori-e Eslami
Alment mál Persiskt
Høvuðsstaður Teheran
Átrúnaðarligur leiðari Muhammad al-Mahdi (مُحَمَّد ٱلْمَهْدِي)
Ayatollah Ali Khamenei (سید علی خامنه‌ای)
Forseti Ebrahim Raisi (سیدابراهیم رئیسی)
Fullveldi Altíð
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
1 648 195 km²
0,6 %
Íbúgvar
 - tilsamans [[]]
 - tættleiki
 
75.149.669 (2011[1])
44,9/km²
Gjaldoyra Rial (IRR)
Tíðarøki UTC +3.30
Økisnavn á alnetinum .ir
Telefonkota +98

Iran er eitt land í Miðeystri og Asia. Høvuðsstaður er Teheran, og landið hevur umleið 75 milliónir íbúgvar.

rætta

Navnið Iran er ein avleiðsla av Aryana Vaejo, sum merkir upprunin hjá ariarunum. Persar og medar vóru eftirkomarar eftir indoeuropeiska niðursetufólkinum (ariarunum). Medarnir grundaðu uml. 700 f.Kr. iransku tjóðina, sum uml. 600 f.Kr. varð lagt í oyði av Kyrosi Mikla, sum í staðin grundaði persiska ríkið, Persia. Landið kallaðis Persia heilt til 1935, tá Reza Shah endurinnførdi navnið Iran.

Aleksandur Mikli (356 f.Kr.-323 f.Kr.) gjørdi innrás í Iran (Persia) í 334 f.Kr., og tá ið hann doyði, stýrdi ein av herovastum hansara, Selevkos (358 f.Kr.–281 f.Kr.), landinum. Um 250 f.Kr. grundaði ein herovasti í Miðásia, Arsakes (?-211 f.Kr.), kongsveldið Partia í Eysturiran. Ein skyldmaður hansara, Mithridates 1. (195 f.Kr.-138 f.Kr.), tók við trúnuni í 171 f.Kr. og stýrdi í 33 ár. Hann tók nógv lond, sum Darius 1. persakongur (550 f.Kr.–486 f.Kr.) hevði tikið fyri meira enn 300 árum frammanundan. Í eini herferð fyri og aðrari eftir tók Mithradates londini ímillum Kaspiskahav og Persaflógva og heilt eystur at indiamarkinum. Hann bygdi eina hernaðarlegu við ánna Tigris tætt við býin Selevkeia, og tey vórðu løgd saman í ein bý, Ktesifon, sum gjørdist høvuðsstaður í Partia. Mithradates doyði í 138 f.Kr., men arsakiska kongsættin ráddi í stívliga 300 ár. Partia varð verandi stórveldi upp aftur longur. Grikska mentanin, sum hevði breitt seg í Iran, tá ið Aleksandur legði ríkið undir seg, doyði út, og persisk mentan, sum kyknaði upp aftur, kom í staðin.

Búskapur

rætta

Handilstiltøk mótvegis Iran

rætta

Handilstiltøkini ímóti Iran eru farin at virka av álvara í 2012, og í oktober 2012 var ófriður í miðbýnum í Teheran, har fólk mótmæltu teimum versnaðu búskaparviðurskiftunum. Tey vóru serliga misnøgd við, at virðið á landsins gjaldoyra er minkað sera nógv. Løgreglan legði uppí við táragassi, og nógv fólk vórðu tilin. Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, sigur í einari viðmerking, at tað er stýrið í Iran, sum hevur skyldina av, at landsins búskaparstøða er versnað. Hon sigur, at vil stýrið sleppa sínum kjarnorkuætlanum og samstarva við onnur lond og altjóða stovnar, verða tiltøkini ímóti landinum sett úr gildi. Iranska gjaldoyrað, rialurin, er minkaður umleið 40 prosent í virði í seinastuni, men sambært USA kemst tað ikki av handilstiltøkunum, men av skeivum búskaparpolitikki hjá stjórnini í Iran [2].

Ítróttur

rætta

Iranar elska fótbólt og teir forguda stjørnuspælararnar. Fótbóltur er eitt av teimu fáu økjunum í iranska samfelagnum, har bæði menn og kvinnur kunnu vísa stórar kenslur. Síðan Ayatollah Khomeini tók valdið í Iran í 1979, hava fótbóltsvøllir verið bannað økið hjá konufólki, men genturnar sníkja seg inn ílætnar sum menn, og tær venja fótbólt á tekjunum og renna aftaná fótbóltsstjørnunum, tá teir venja.

Olja og politikkur

rætta

oljukeldurnar fóru at spríkja í 1900-árunum, gjørdist Iran tætt knýtt at Vesturheiminum, serliga Bretlandi, sum fekk stóra ávirkan á iranskan búskap. Undir seinna heimsbardaga eggjaðu tey allieraðu Iran til at koma í teirra part móti Týsklandi, men av tí at Reza Shah tók undir við týskarunum, avgjørdi hann, at Iran skuldi vera uttanveltað. Tey allieraðu hersettu Iran, og Reza Shah varð sendur í eksil. Sonur hansara, Muhammad Reza Pahlavi (vanliga umrøddur Shahurin), kom í hansara stað.

Inntil 1979 var Iran eitt rættiliga frítt samfelag, har sangur og dansur vóru loyvd, og kvinnur ikki vórðu noyddar at ganga við høvuðturriklæði. Men islamiska kollveltingin hetta árið, leidd av Ayatollah Khomeini, sum millum annað gjørdi, at Shahurin varð noyddur at flýggja, viðførdi eisini, at kvinnur og gentur nú skuldu ganga við turriklæði.

Hoyrir tú tíðindi um Iran, so er tað altíð forsetin Mahmoud Ahmadinejad, ið tosar ella verður nevndur. Men veruligi leiðarin í Iran er muslimski leiðarin Seyed Ali Khamenei. Islamisk lóggáva í Iran brúkar enn almenna avrætting, steining og tú kanst fáa deyðadóm fyri ótrúskap ella homoseksualitet í Iran. Seyed Ali Khamenei er Ayatollah (ovasti) í islamiska ráðnum í Iran. Í Iran er deyðadómur fyri manndráð, ótrúskap, neyðtøku, vápnað rán, narkotikasmugling og at konvertera frá islam til aðra trúgv. Sambært Amnesty International er Iran tað landið, sum tekur lívið av flestu fólkum í heiminum, eftir Kina.

Iran hevur praktiserað sokallaðu Sharia-lóg síðani kollveltingina í 1979.

Keldur

rætta
  1. [ Un.org
  2. http://www.guardian.co.uk/world/2012/oct/03/iran-currency-crisis-tehran-clashes

Sí eisini

rætta