Kamelur
Kamelar (frøðiheiti - Camelus) eru fyrimyndarlig oyðimarkardýr. Dromedarur hevur eina kúlu á bakinum, og kamelurin hevur tvær. Teir klára seg í fleiri vikur og ganga long strekki og hvørki eta ella drekka. Ein fyrimunur, ið ger teir frálíkar at bera farm. Tí verða teir nevndir oyðimarkarskip.
Kamelur | ||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Frøðilig flokking | ||||||||||
|
Vanliga verður hildið, at kúlan á kamelinum er full av vatni, men hetta er ikki so. Í veruleikanum er hon ein feittkúla, sum kamelurin fær føðslu úr, tá ið hvørki matur ella vatn er at fáa. Kamelinum nýtist ikki vatn í 10 mánaðir, men so kann hann eisini drekka ómetaliga nógv í stutta tíð - einar 340 kannur av vatni í 10 minuttir.
Kamelur hevur tvey røð av eygnahárum at verja eyguni fyri sandroki.