Ross
Ross ella hestur (kvæðamál hors) (latín Equus caballus) er eitt stórt súgdjór ið hoyrir til hópin hovdýr. Rossið varð tað seinasta stóra djórið, ið varð tamt. Tað var fyri umleið 6000 árum síðan, so rossið og menniskjað heva fylgst langa leið saman. Fyri summi er rossið frítíðarítriv og stuttleiki, fyri onnur ítróttur; og so eru tað tey, ið ikki høvdu kunnað livað uttan at hava rossið sum arbeiðsdjór og til flutnings. Menniskjan fór undir at temja rossið uml. 4000 ár fyri Krist, og 1000 ár seinni vóru tamross vanlig nógvastaðni. Í 3000 ár vóru rossini einasta álit til flutnings. Fyrr var hesturin nærri lívinum hjá teim flestu enn í dag. Hesturin varð nýttur sum ferðingarross, sum arbeiðshestur og sum stríðshestur, tá ið kríggj var. Í dag verða hestar mest nýttir til undirhalds, og mestsum ikki til arbeðis. Vituligt er, at slík dýr høvdu ymisk heiti alt eftir kyni og aldri, og tað hava tey enn. Vit hava: fyl, ungross, ryssa ella mer, greðing og hest, sum geldur greðingur oftast verður róptur. Ross eru av gløggastu djórum og løtt at ala. Ross hava gott tev, síggja og hoyra væl, so tey varnast skjótt vanda og tvíspora av stað. Ross ganga á ytsta táliðinum, og uttan um hann er harður hornhógvur. Aftantil undir ilini er gyrðin hornbølla, hóvtungan. Rossið fjaðrar á henni, tá ið tað rennur. Hestaskógvar verða negldir undir hógvarnar, so hógvarnir slítast ikki á hørðum lendi.
Ross | ||||||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Domesticated
Varðveitingarstøða Tamd | ||||||||||||||||||
Frøðilig flokking | ||||||||||||||||||
|
Nú kenna vit mest hestakreftir í motorførum, bilum og bátum o.s.fr. Hóast flestu ross í dag eru tamd, so finnast framvegis villini ross so sum tað hótta asiatiska Przewalski'sa ross sum er tað einasta sanna villrossið í dag, og so onnur villini ross ið eru eftirkomarar av leysslopnum tamrossum. Evropeiska "Tarpanrossið" ella "Evropeiska villrossið" doyði út í 1909.
Rossasløg
rættaNú eru fleiri enn 75 mió tom ross, skift sundur í eini 100 ymisk sløg. Ross verða skift í trý høvuðssløg - Tung ross, ið mest verða nýtt sum arbeiðsross, til dømis shirerossið; Løtt ross, mest nýtt til kappríðing, til dømis arábaraross; Smáross, til dømis hetlandsponny. Hæddin á rossinum verður máld ovast á faksið. Málini eru bandmál ella stangarmál. Hetlendska rossið er eitt tað minsta rossaslagið, bara 100 cm. høgt. Shirerossið er av størstu rossum. Tað er hægri enn 185 cm. og vigar meira enn 1100 kg.
Føroyska rossið er sambært støddini í veruleikanum ein Poni eins og Hetlandsrossið. Mest vanliga ríðingarrossið í Føroyum í dag er Íslandsrossið.
Heitið
rættaFrá kvæðunum kenna vit orðini hestur og gangari. Hetta merkir hestur ella ríðingarhestur eftir orðabók Chr. Matras'. Í dagligari talu verður felagsheitið ross ofta nýtt fyri ryssu (honhest), greðing (hannhest) og hest (geldan greðing). Upprunin til heitið ross er ikki kendur, men sambært orðabók Gyldendals frá 1991 (isbn 87-01-41132-2) merkir orðið stríðshestur. Frá søguligum keldum vita vit, at evropear einans nýttu greðingar í kríggi. Ross hevur tí helst merkt greðingur. At ross hava verið nýtt sum ferðingarhestar ber týski býurin Rosenheim boð um. Hetta var heim hestanna, tá ið farið varð um skarðið til Italiu. Týska stavsetingin er hin sama, sum vit nýta, við dupultum s'i. Í dag finst orðið bert í Føroyum, Íslandi og Hetlandi, við somu merking, men har íslendska stavsetingin er hross, og hetlendska russie. Í grannalondum okkara verður dýrið mest rópt hest ella hestur. Tó fyri sunnan (í Stóra Bretlandi) horse. Orðið hors hevur eisini verið nýtt í Danmark, sum staðarnøvnini: Horsager, Horsevej, Horsens og Horsestigen benda á.
Til hvussu hross verður til horse hevur málfrøðingurin Marius Staksberg hesa frágreiðing: Tá ið ljóð (fonem) í málinum á henda hátt skifta pláss, plaga vit at kalla tað umkast (metatesa). (Eitt føroyskt dømi er stivli til stilvi summastaðni í landinum.) Í hesum føri er ikki greitt, hvat er eldri, r + sjálvljóð ella sjálvljóð + r, tí bæði eru sera gomul. Men kanska er horse (fornenskt og danskt hors) eldri enn hross, germanskt *hrussa- og *hursa-, av indoevropeiskum *kers- 'renna', sbr. latín currere 'renna' og cursus 'renning', men tað er ikki full semja um upprunan (sbrt. Dansk Etymologisk Ordbog, Gyldendal 1976).
Bæði orðini hestur og ross hava verið nýtt í Føroyum rættuliga leingi. Hesum bera m.a. staðarnøvnini: Rossastíggjarnir og Hestfall boð um, men júst í hvørji merking er ilt at siga. Orðið ross verður ikki nýtt í Evropa í dag. Í Týsklandi verður orðið Pferd nýtt og bert fá kenna orðið ross. Hjá okkum verða orðini ross og hestar av teim flestu nýtt við somu merking. Vit siga eins og íslendingar: Hevur tú hestar, Hava rossini fingið o.s.fr.
Hestahús
rættaHar hesturin stendur inni, verður í dag ofta kallað fjós. Hetta er kanska tí at hesturin hevur staðið saman við neytunum ella kúnni í fjósinum, har hønurnar eisini hildu til, ella har kúgvin stóð - tí nú kemur mjólkin úr handlinum. Vanligt var tó, at hestarnir vóru úti alt árið eins og seyðurin. Tað er ikki fyrr enn í tjúgundu øld, at farið varð at leggja tak á bólini, soleiðis at hesi vóru til seyðahús.
Annars hava vit sera gott skil á, at hønurnar eru í høsnarhúsinum, gásin í gásarhúsinum, seyðurin í seyðahúsinum og kúgvin í fjósinum. So tað er onki meir náttúrligt, enn at hesturin er í hestahúsinum. Hetta heitið verður eisini nýtt í grannalondum okkara. Summum dámar betur at nevna hetta rossahús ella rossastallur. Analogt áðurnevnda stavar hetta heiti kanska úr herinum.