Κυπριακή Δημοκρατία
Kypriakí Dimokratía (grikskt)
Kıbrıs Cumhuriyeti (turkiskt)
Flagg Kýpros
(Flagg Kýpros)
Skjaldarmerki Kýpros
(Skjaldarmerki Kýpros)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: Imnos pros tin Eleftherian
Alment mál Grikskt, Turkiskt
Høvuðsstaður Nikosia
Forseti Nicos Anastasiades (Νίκος Αναστασιάδης)
'
Fullveldi 16. august 1960
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
9.251 km²
0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2011
 - tættleiki
 
1 120 489
121/km²
Gjaldoyra Evro (EUR)
Tíðarøki UTC +2
Økisnavn á alnetinum .cy
Telefonkota +357

Kýpros (grikskt mál: Κύπρος, turkiskt mál: Kıbrıs) er ein stór, náttúruvøkur oyggj eystarlaga í Miðjarðarhavi og væl umtókt ferðamannaland. Oyggin er triðstørsta oyggj í Miðalhavinum. Høvuðsstaður er Nikosia, og landið hevur umleið 800 túsund íbúgvar. Aðrir stórir býir er Limassol, Larnaca og Papos. Almennu málini eru tvey í tali, grikskt og turkiskt. Kýpros er limur í EU. Oyggin liggur eystanfyri Grikkaland, sunnanfyri Turkaland, vestanfyri Sýria og Libanon í ein útnyrðin av Ísrael og norðanfyri Egyptaland.

Kort yvir Kýpros, sum vísir markið millum syðra og norðara partin.

Kýpros tað minsta landið, sum hevur havt eitt lið við í Champions League bólkaspælinum.

Søga rætta

Fornøldin til miðøld rætta

Tey fornastu prógvini ella tekin um at menniskju hava búð á Kýpros kunnu førast aftur til 10. øld áðrenn Krist. Fornaldar útgrevstir frá hesi tíðini eru m.a. tann væl varda neolitiska bygdin Khirokitia, sum hevur fingið status sum World Heritage Site við kravi frá UNESCO um "eyka verju" status, um so er at vápnaðar konfliktir fara fram[1] Tað sama er galdandi fyri Pafos og Málaðu kirkjurnar í Troodos. Á Kýpros eru eisini nakrir av heimsins elstu vatnbrunnum.[2]

Gjøgnum tíðina hevur Kýpros verið undir fleiri ymiskum harradømum. Oyggin var bygd av grikskum mykenum í tveimum bylgjum í 2. øld áðrenn Krist. Síðan hevur oyggin verið hersett av fleiri ymiskum stórmaktum: av Nýassíriska ríkinum, Egyptalandi og síðan av Persiska ríkinum. Í 333 á. Kr. tók Aleksandur Mikli ræði á oynni. Síðan varð oyggin stýrd av Ptolemaiska Kongaríkinum, av Rómverjaríkinum, av Byzantinska Ríkinum, av árabisku kalifatunum eitt stutt skifti, av tí franska Lusignan ríkinum og av Venesianarum, og síðan av Ottomanska ríkinum í 1571.

Nýggjari søga rætta

Kýpros var undir Ottomanskum harradømi í meira enn trýggjar øldir. Kýpros kom undir bretskt stýri í 1878 til oyggin fekk frælsi í 1960,[3] og gjørdist ein limur í Commonwealth árið eftir.

Áðrenn oyggin fekk frælsi í 1960, var hon undir turkiskum og síðan bretskum yvirræði. Meginparturin av fólkinum eru grikkar, bara fimtingurin turkar. Drúgvt stríð var ímillum tey bæði fólkasløgini, og tað hevði við sær, at oyggin varð býtt sundur í 1974; sunnari partur er sjálvstøðugur við meiriluta av grikskt talandi kýpriotum, meðan norðari partur er turkiskur.

Eitt vápnað stríð tók seg upp hin 21. desember 1963, sum byrjaði tá tveir turkisk-kýpriotar vóru skotnir. Dagurin er síðan kendur sum Blóðigu jólini. Tað var byrjanin til eitt stríð millum hesi bæði fólkasløgini, ein partur av griksttalandi kýpriotunum ynsktu enosis, tvs. sameining við Grikkaland. EOKA B var ein paramiliterur felagsskapur, stovnaður í 1971 av General Georgios Grivas-Digenis, nevndur Grivas. Hesir royndu eina hernaðarliga kvettroynd, eitt coup d'état, stuðlaðir av griksku juntaðini, í 1974, men hetta miseydnaðist orsakað av at Turkaland gjørdi innrás og hersetti norðara partin av oynni. Stríðið sum endaði við, at oyggin bleiv býtt sundur í ein grikskan og ein turkiskan part í 1974. Umleið 150.000 griksttalandi kýpriotar búðu tó framvegis í norðara partinum og eini 50.000 turkisttalandi kýpriotar búðu í syðra partinum av oynni. Syðri parturin av Kýpros er sjálvstøðug tjóð og fevnir um 59% av oynni, meðan Norður Kýpros, sum fevnir um 36% av oynni, bert er viðurkend av Turkalandi. Stóra Bretland hevur harradømi yvir økjunum Akrotiri og Dhekelia, sum eru suðurstrondini, ávikavist strandaøkið sunnanafyri Limassol í syðra partinum av Kýpros og vestanfyri Famagusta í turkiska partinum av oynni og við markið longri suðuri, sí kortið høgrumegin.

Í dag (2013) er oyggin framvegis deild sundur í tveir partar, í syðra partinum, sum er tann parturin ið verður nevndur Kýpros, eru griksttalandi kýpriotar í meiriluta. Í norðara partinum av oynni, sum er undir turkiskum yvirvaldi, eru turkisttalandi kýpriotar í meiriluta.

Politikkur rætta

Turkaland er einasta land, sum viðurkennir lýðveldið í turkiska Norðurkýpros. Lýðveldið varð stovnað eftir turkiska innrás á oynna í 1974 – eftir eitt kvett, sum griksku kýprotarnir saman við griksku hernaðarjuntuni av grikska meginlandinum skipaðu fyri. Grikski parturin av Kýpros hevur limaskap í ES.

Sí eisini rætta

Keldur rætta

  1. Unesco.org
  2. News.BBC.co.uk
  3. "Cyprus date of independence". http://www.parliament.cy/parliamenteng/index.htm. Heintað 2013-03-31. 
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið