Turkiskt mál
Turkiskt mál er høvuðsmálið í Turkalandi, í Norðurkýpros og í Kýpros (saman við grikskum). Harumframt verður turkiskt eisini tosað í fleiri londum kring heimin, har turkiskir minnilutar búgva.
Turkiskt mál Türkçe / Türkiye Türkçesi | ||
---|---|---|
Tosað í: | Turkaland, Norðurkýpros; Albania, Aserbadjan, Bosnia-Hersegovina, Bulgaria, Kroatia, Grikkaland, Ungarn, Irak, Jordan, Kosovo, Libanon, Lýðveldið Makedónia, Moldova, Montenegro, Palestina, Rumenia, Russland, Serbia, Sýria, Turkmenistan, Usbekistan; Týskland. | |
Tosandi íalt: | +77 mió. (Total: +83 mió.) [1][2] | |
Málætt: | Altai. | |
Málkotur | ||
ISO 639-1: | tr | |
ISO 639-2: | tur | |
ISO 639-3: | tur
. |
Mállæra
rættaNavnorð
rættaTað er onki bundið kenniorð (definite article) á turkiskum, men tann bundni formurin verður vístur við at hvønnfall ending verður brúkt (sí niðanfyri). Turkisk navnaorð verða bend við at fáa ávísar endingar, eins og í latíni. Tað eru seks føll á turkiskum, har allar endingarnar fylgja sjálvljóðsharmoni við nýtslu av hevja tónatión (superscript notation). Fleirtalsmarkørurin -ler² fylgir beinleiðis navnorðinum áðrenn nakað annað fall ella nakra aðra ending (t.d. köylerin "bygdanna" ella av bygdunum).
Fall | Ending | Dømi | Týdningur | |
---|---|---|---|---|
köy "bygd" | ağaç "træ" | |||
Hvørfall | Ø (onki) | köy | ağaç | bygd(in)/træ(ið) |
Hvørsfall | -in4 | köyün | ağacın | bygdarinnar/træsins av bygdini/trænum |
Hvørjumfall | -e² | köye | ağaca | til bygdina/træi |
Hvønnfall | -i4 | köyü | ağacı | bygd(ina)/træ(ið) |
Ablativ | -den² | köyden | ağaçtan | frá bygdini/trænum |
Locativ | -de² | köyde | ağaçta | í bygdini/á trænum |
Hvønnfalls markørurin verður bert brúktur til bestemta kenniorðið (definite objects); samanber (bir) ağaç gördük "vit sóu eitt træ" við ağacı gördük "vit sóu træ"-ið.[3] Fleirtals markørurin -ler² verður vanliga ikki brúktur tá ein flokkur ella bólkur merkir: ağaç gördük kann eins væl týða "vit sóu trø [meðan vit gingu gjøgnum skógin]"— mótsatt ağaçları gördük "vit sóu trøini [í spurningi]".
Navnorð kunnu taka endingar, sum vísa grammatiska persónin: til dømis -imiz4, "okkara". Harumframt kemur tað turkiska kopula (til dømis -im4, "Eg eri") heilir setningar kunnu formast. Spyrjandi kenniorðið mi4 fylgir beint eftir orðið sum spurt verður um: köye mi? "[fert tú] til bygdina?", ağaç mı? "[er tað eitt] træ?".
Turkiskt | Føroyskt |
---|---|
ev | hús(ið) |
evler | húsini |
evin | títt hús |
eviniz | tíni (fl./formelt) hús |
evim | mítt hús |
evimde | í mínum húsi |
evlerinizin | av tínum húsi |
evlerinizden | frá tínum húsi |
evlerinizdendi | (hann/hon/tað) var frá tínum húsi |
evlerinizdenmiş | (hann/hon/tað) var (eftir øllum at døma/sigst vera) frá tínum húsum |
Evinizdeyim. | Eg eri í tínum húsi. |
Evinizdeymişim. | Eg var (eftir øllum at døma) í tínum húsi. |
Evinizde miyim? | Eri eg í tínum húsi? |
Sagnorð
rættaTurkisk sagnorð vísa grammatiska persónin]. Tey kunnu gerast negativ, møgulig (kann) ella ómøgulig (kann ikki) negative. Harumframt vísa turkisk sagnorð tíð (nútíð, tátíð, framtíð og aorist), grammatiskar hættir (kondisjónalis]], boðsháttur, inferentialis, nesessitativ og ynskiháttur) og grammatiskt aspekt. Negasjón verður víst við einum innskeyti mitt i orðinum -me²- beint eftir orðastammuna.
Turkiskt | Føroyskt |
---|---|
gel- | (at) koma |
gelebil- | (at) be kunna koma |
gelme- | ikki (at) koma |
geleme- | (at) hava møguleika at koma |
gelememiş | Eftir øllum at døma kundi (hon)hann ikki koma |
gelebilecek | (hon)hann fer at kunna koma |
gelmeyebilir | (hon)hann kann (møguliga) ikki koma |
gelebilirsen | um tygum kunnu koma |
gelinir | (passivt) ein kemur, fólk koma |
gelebilmeliydin | tygum skuldu havt møguleika fyri at komi |
gelebilseydin | um tygum kundu havt komið |
gelmeliydin | tygum skuldu havt komið |
Øll turkisk sagnorð verða bend á sama hátt, uttan tey óregluligu sagnorðini og tey defektivu sagnorðini i-. Turkiskt kopula (samsvarandi tað føroyska at vera og enska to be), sum kunnu verða brúkt í samansettum formum (tann stutti formurin verður róptur enklitiskt): Gelememişti = Gelememiş idi = Gelememiş + i- + -di.
Kelda
rætta- ↑ European Commission (2006). "Special Eurobarometer 243: Europeans and their Languages (Survey)" (PDF). Europa. http://ec.europa.eu/public_opinion/archives/ebs/ebs_243_en.pdf. Heintað 2010-02-14.
- ↑ "LanguagesOfTheWorld"
- ↑ Orsakað av at tað eisini verður brúkt til óbestemt hvønnfall, brúkar Lewis orðingina "absolute case" tá talan er um "hvønnfall". Lewis (2001):28.