Aserbadsjan

(Ávíst frá Aserbadjan)

Aserbadsjan er eitt lýðveldi í Asia. Aserbadjan gjørdist fyrsta frælsa lýðveldi í muslimska heiminum í 1918, men tvey ár seinni, í 1920 gjørdist landið partur av Sovjetsamveldinum til 1991. Fólkatalið er 9.165.000 fólk (í 2011). Asejbadjan er tað størsta landið í Kaukasus regiónini í Evrásia. Grannalondini eru: Russland fyri norðan, Georgia mót útnyrðingi, Armenia mót vestri og Iran móti suðri. Hetta heita, turra landið er við Kaspiska Hav. Í 8. øld kallaðu persar hetta landøkið Aserbadjan, "eldslogalandið", tí at brennandi gass setti upp úr jørðini. Aserbadjanar eru turkiskir muslimar, sum hertóku landið í 11. øld. Seinastu árini hevur drúgvt tjóðskaparstríð verið ímillum ymisk fólkasløg í landinum. Eisini hevur blóðugt marknastríð verið ímillum Aserbadjan og Armenia.

Flaggið hjá Aserbadsjan
Azerbaijan (orthographic projection).png
Hægsta fjallið í Aserbadjan, Bazarduzu.

Landafrøðiliga er Aserbadjan partur av Asia, men mentanaliga er landið, umvegis Sovjetsamveldið, vorði alt meira evropeiskt. Sum dømi um hetta kann nevnast, at Aserbadjan síðan 2008 hevur luttikið í Eurovision. Í 2011 vann Aserbadjan kappingina við sanginum Running Scared. Eldar og Nigar eita tey bæði úr Aserbadjan, sum vunnu Grand Prix kappingina 2011. Saman kalla tey seg Ell/Nikki.

Fyri tað, at olja varð funnin í londunum við Persaflógva, kom helmingurin av allari olju í heiminum úr ovurstóru oljukeldunum tætt við aserbadjanska høvuðsstaðin Baku. Nú á døgum bora aserbadjanar eftir olju av boripallum í Kaspiskahavi. Vegakervið og ravmagnsorkuverkini til oljuídnaðin hava verið við til at menna annan ídnað, t.d. klædnaídnað.

KeldurRætta


Slóðir úteftirRætta


Lond í Asia
Afghanistan | Armenia | Aserbadsjan | Barain | Bangladesj | Brunei | Burma | Butan | Eysturtimor | Filipsoyggjar | Georgia | Hongkong | India | Indonesia | Iran | Irak | Ísrael | Japan | Jemen | Jordan | Kambodia | Kasakstan | Katar | Kina | Kirgistan | Kuvait | Kýpros | Laos | Libanon | Malaisia | Maldivoyggjar | Mongolia | Nepal | Norðurkorea | Oman | Pakistan | Russland | Sameindu Emirríkini | Saudi-Arabia | Singapor | Sri Lanka | Suðurkorea | Sýria | Tadsjikistan | Tailand | Taivan | Turkaland | Turkmenistan | Usbekistan | Vjetnam


Lond í Evropa
Albania | Andorra | Armenia² | Aserbadsjan¹ | Belgia | Bosnia-Hersegovina | Bulgaria | Danmark | Estland | Eysturríki | Finnland | Frakland | Georgia¹ | Grikkaland | Hvítarussland | Írland | Ísland |
Italia | Kasakstan¹ | Kekkia | Kosovo | Kroatia | Kýpros² | Lettland | Liktinstein | Litava | Luksemburg | Lýðveldið Makedónia (FYROM) | Malta | Moldova | Monako | Montenegro | Niðurlond | Noreg |
Pólland | Portugal | Rumenia | Russland¹ | San Marino | Serbia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Sveis | Svøríki | Turkaland¹ | Týskland | Ukraina | Ungarn | Vatikanríkið
Sjálvstýrandi øki: Akrotiri og Dhekelia² | Áland | Føroyar | Gibraltar | Guernsey | Jersey | Man
1. Land lutvíst í Asia. 2. Landafrøðiligani í Asia, men ofta roknað sum partur av Evropa av mentanarligum og søguligum ávum.
Sí miðlasavnið