Tailand
| |||
Tjóðarslagorð: Onki | |||
Tjóðsangur: Phleng Chat Thai | |||
Alment mál | Tailendskt | ||
Høvuðsstaður | Bangkok | ||
Kongur | Rama X | ||
Forsætisráðharri | Srettha Thavisin | ||
Fullveldi | 1238 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
513 120 km² 0,4 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2010 - tættleiki |
65 998 436 132,1/km² | ||
Gjaldoyra | Baht (THB) | ||
Tíðarøki | UTC +7 | ||
Økisnavn á alnetinum | .th | ||
Telefonkota | +66
| ||
Kongsríkið Tailand (tailendskt: ราชอาณาจักรไทย, Ratcha Anachak Thai) varð stovnsett í 13. øld, og hevur verið sjálvstøðugt ríki síðan. Tað varð einasta land á meginlandinum í Landsynningsásia, ið ikki gjørdist hjáland og kom undir bretskt ella franskt yvirræði. Tailand hevur ongantíð verið hjáland. Høvuðsstaðurin í Tailandi er Bangkok og miðallívsævin í landinum er 69 ár (2008) [1].
Á føroyskum verður landið við hvørt stavað Teiland, men eftir føroyskum stavsetingarreglum eigur tað at verða stavað Tailand[2].
Herurin í Tailandi tók ræði á landinum í mai í 2014, eftir at ófriður hevði valdað í landinum í fleiri mánaðir.
Søga
rættaÍ 12. og 13. øld var tann partur av Landsynningsasia, sum nú er Tailand, í smáum ríkjum, sum bardust um at fáa ræðið yvir teimum fruktagóðu slættunum mitt í landinum. Um miðja 14. øld varð kongsríkið Ayutha grundað fyri sunnan. Tað gjørdist so stórt í vídd, at tað kom inn á ein part av tí eftirstundaða láglendinum fyri sunnan og fekk navnið Siam. Í 1448 tók Trailokanat kongur við siamesisku trúnuni. Hann stýrdi væl, og rættarábøtur hansara vóru í gildi til um miðja 19. øld. Trailokanat liðaði fyrisitingina sundir í eina hernaðarliga og eina borgarliga høvuðsdeild við egnum undirdeildum fyri stýri, búskapi, lógum og rætti. Hann skifti siamesiska samfelagið sundur í stættir, hvør stætt fekk sínar jarðir til hvønn einstakan lim. Enntá tey fátækastu fingu ein jarðarteig, so eingin skuldi svølta. Meginpartin av tíðini, Trailokanat ráddi, kríggjaðist ríki hansara við ríki fyri norðan. Tá ið ríkið gjørdist størri, læt hann høvuðsstaðin flyta norður eftir til Phitsanulok. Trailokanat doyði í 1488. Tá hevði hann útnevnt son sín til undirkong, embætið var til til miðja 19. øld, tá varð tað avtikið. Buddisman varð vorðin høvuðstrúarlæra í Tailandi í 15. øld, og nógvar myndir av Budda vórðu gjørdar.
Síðst í 1760-árunum byrjaði ein herovasti í Tailandi, P’ya Taksin, at reka burtur burmesar, sum høvdu gjørt innrás í Tailand og lagt høvuðsstaðin Ayudhya í oyði. Í 1776-1777 varð Tailand savnað, og Bangkok gjørdist høvuðsstaður. Men frælsisstríðið hevði tikið P’ya Yaksini so fast, at hann gjørdist sinnissjúkur. Herovasti hansara, Chakri, tók við stýrinum. Í 1782 varð Chakri útnevndur til kongs, og P’ya Taksin varð tikin av døgum. Chakri nevndi seg Rama T’ibodi ella Rama 1. Mestu tíðina, hann stýrdi, helt hann fram at kríggjast ímóti Burma. Nýggi ærusjúki valdsharrin í Burma, Bodawpaya, leyp á Tailandi, men mátti lúta. Nú tá ið friður var, legði Rama alla orka í at stýra landi sínum, og hann valdi til ráðharrar álítandi menn, sum høvdu stríðst saman við honum, øll árini, kríggið hevði verið. Hann doyði í 1809.
Rama 5. gjørdist kongur í Tailandi í 1868, tá ið hann var 15 ára gamal. Ein ríkisstjóri stýrdi fyri hann, meðan hann var uttanlendis í Europa, og tá ið hann sjálvur tók við stýrinum í 1878, visti hann meira um europeiskan politikk og mentan enn nakar annar í Tailandi. Hann setti í gildi nógvar nýskipanir, so at land hansara kundi meta seg javnt við nýggja Europa. Hann fekk sær ráðharrastjórn, bannaði trælahaldi, fekk skipaða skúlagongd fyri aðalsbørnini, umskipaði skattaskipanina og læt jarnbreytir leggja. Hann var víða um í landinum og talaði við fólkið, sum kongarnir í Europa gjørdu.
Politikkur
rættaBhumibol Adulyadej kongur hevur verið kongur síðan 1946 og er ímillum teir ríkisovastar í heiminum, sum hevur sitið longst. Hann hevur stóran týdning sum maðurin, ið savnar landið, og hevur ofta lagt upp í politiskar ósemjur til tess at fáa skil á aftur í landinum [3]. Tailendski herurin hevur framt fleir statskvett, síðani landið fekk kongsdømi í 1932. Herurin koyrdi Thaksin Shinawatra, bróðir núverandi forsætisráðharran, Yingluck Shinawatra, frá í 2006.
Verður hugt eftir lutfallinum millum kvinnur og menn í leiðslu, so liggur Tailand heilt í toppinum samanborið við øll heimsins lond. Har eru 45 % av leiðarunum kvinnur [4]. Verður samanlíknað við til dømis Danmark, eru einans 12 % av leiðarunum kvinnur. Danmark liggur í botninum saman við til dømis India og Arábisku Emiratunum. Sunnudagin 3. juli í 2011 fekk Tailand sín fyrsta kvinnuliga forsætisráðharra. Tað er 44 ára gamla Yingluck Shinawatra, sum hevur eina fortíð sum stjóri í privata vinnulívinum, sum fer at royna seg. Hon er systir fyrrverandi forsætisráðharran, Thaksin, sum er í útlegd í Dubai.
Landafrøði
rættaNorðari, vestari og sunnari partur í landinum er mest fjallalendi og ikki nærbýlt. Um triðingurin av fólkinum býr á fruktagóðu og fjølbygdu eingjunum miðskeiðis í landinum. Fyrr var nógvur skógur í Tailandi, men vandi var fyri, at hann varð týndur, tí varð bannað at høgga skóg.
Høvuðsstaðurin, Bangkok, er bygdur á Menamoyrunum; enn eru fáir høvuðsvegir, og almenna flutningskervið er vánaligt. Tí er javnan ruðuleiki í ferðsluni, og tað kann vera ringt at fáa skil á aftur. Eftir ein monsunstorm í 1992 liðu 11 tímar, til ferðslan gekk aftur sum vanligt. Eftir almennum hagtølum búgva 9,1 mió fólk í Bangkok, men tað rætta er, at helst búgva úti við 13 mió fólk.
Bangkok verður tíðum kallaður Eysturlanda Venesia, tí tann mesta ferðslan í býnum er við báti, og meginparturin av handlunum í býnum er í bátum [5].
Búskapur
rættaTailand er eitt hitt ríkasta landið í Landsynningsásia. Týdningarmiklasti vinnuvegur er landbúnaður. Einki annað land í heiminum dyrkar so nógv ananas sum Tailand. Nógv gummi og rís verður eisini útflutt. Seinastu árini hevur annar ídnaður tikið seg fram um landbúnaðin og er vorðin landsins størsta inntøka. Serliga mong fólk í býunum arbeiða í námsvinnu og ídnaði. Amerikanskar og japanskar fyritøkur hava stovnað verksmiðjur í Tailandi, ið gera framkomnar elektróniskar lutir til teldur og aðra hátøkni. Flestu verkafólk á hesum nýggju verksmiðjunum eru konufólk. Konufólk verða tikin fram um mannfólk at arbeiða í elektrónikkídnaðinum, tí at tey fáa lægri løn og eru lætthentari og fimari í fingrunum at fáast við hetta ørfína arbeiðið. Bara 1,5 % av fólkinum er arbeiðsleys (2010)[6].
Ferðavinnan
rættaNú á døgum er mikil menning og stórur búskaparvøkstur í Tailandi - ein hin týdningarmesta inntøkukeldan er ferðavinnan. Mongu listskrýddu buddatemplini í Tailandi hava altíð drigið ferðafólk úr øllum heiminum at koma hagar at síggja hesa vøkru byggilist. Nú koma eisini mangir útlendingar til Tailands at dusa sær á óspiltu sandstrondunum, at ganga í fjøllunum fyri norðan ella at spæla á nýggju golfvøllunum, ið mest eru bygdir at fáa ríkar japanskar ella amerikanskar keypmenn hagar.
Fleiri enn 9 mió. ferðafólk fara til Tailands á hvørjum ári.
Uttanlandshandil
rættaInn- og útflutningurin av vørum, skift á ávikavist upprunaland og nýtsluland fyri 2009, sær soleiðis út sambært CIA World Factbook [7]:
Útflutningur | Innflutningur | |
---|---|---|
1. | USA 10,94 % | Japan 18,70 % |
2. | Kina 10,58 % | Kina 12,73 % |
3. | Japan 10,32 % | Maleisia 6,41 % |
4. | Hong Kong 6,22 % | Sameindu Emirríkini 4,98 % |
5. | Avstralia 5,62 % | Singapor 4,27 % |
6. | Maleisia 5,03 % | Suðurkorea 4,05 % |
Fólkið
rættaÁtrúnaður
rættaHøvuðsátrúnaður í Tailandi er theravadalæran, ið er grein av buddismuni [8]. Henda læra kom til Landsynningsásia í 12. øld, tá ið munkar úr Sri Lanka komu hagar, og eftir stuttari tíð gjørdist hon høvuðsátrúnaður í Tailandi. Theravadalæran (á føroyskum: „læra teirra elstu" [9]) eggjar trúfeløgum sínum at halda karmalógirnar og at gera alt, ið stendur í teirra valdi at minka um líðingarnar í heiminum.
Mentan
rættaLandsins ríki mentanararvur eru til dømis tempuldansur og mong sera vøkur gomul hús.
Myndasavn
rætta-
Smaragdtemplið í Bangkok er kallað upp eftir grønu játustandmyndini av Budda, sum stendur inni í templinum.
-
Barack Obama í Tailandi.
-
Kort yvir Tailand.
Hygg eisini at
rættaKeldur
rætta- ↑ "Archive copy". http://www.unicef.org/infobycountry/Thailand_statistics.html. Heintað 2011-01-10.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2021-02-28. https://web.archive.org/web/20210228223509/http://malrad.fo/page.php?Id=53&l=fo&s22=Tailand. Heintað 2018-01-11.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2007-09-26. https://web.archive.org/web/20070926224020/http://www.travelmagthailand.no/om_thailand.php?id=20. Heintað 2011-01-10.
- ↑ http://www.google.com/hostednews/afp/article/ALeqM5j6-VsPp6YEJtT9rU8VIlSE_8kpWA?docId=CNG.75d5258f5bb1820efad4d0fc96ffb530.b1
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-03-02. https://web.archive.org/web/20110302233300/http://hubpages.com/hub/Bangkok-the-Venice-of-East. Heintað 2011-01-10.
- ↑ http://www.indexmundi.com/thailand/unemployment_rate.html
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2010-12-29. https://web.archive.org/web/20101229000203/https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/th.html. Heintað 2011-01-10.
- ↑ http://www.snl.no/Thailand/religion
- ↑ http://www.snl.no/theravada