سلطنة عمان
Saltanat ʿUmān
Flagg Sultanat Oman
(Flagg Sultanat Oman)
Skjaldarmerki Sultanat Oman
(Skjaldarmerki Sultanat Oman)
Tjóðarslagorð: einki
Tjóðsangur: "Ya Rabbana Ehfid Lana Jalalat Al Sultan"
Alment mál Arábiskt
Høvuðsstaður Muscat
Sultan Haitham bin Tariq al-Said
Varaforsætisráðharri Fahd bin Mahmoud al Said
Fullveldi 1971
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
309.500 km²
Íbúgvar
 - tilsamans 2018
 - tættleiki
 
4.829.483
11,74/km²
Gjaldoyra Omansk rial (OMR)
Tíðarøki UTC +4
Økisnavn á alnetinum .om
Telefonkota +968

Oman (arábiskt: عمان‎) er eitt arábiskt sultanríki í Asia.

Oman

Í 2018 hevði Oman 4.829.483 íbúgvar.[1] Høvuðsstaðurin er Maskat (Muscat á enskum), sum eisini er størsti býur í landinum.

Sultanríkið Oman liggur í landsynningshorninum á Arabianesi. Grannalondini eru: Jemen í ein útsynning, Saudiarabia í vestri og Sameindu Arábisku Emiratir í ein útnyrðing. Í landnyrðingspartinum hevur Oman strond við Omanflógva og í ein útsynning langa strond móti Arabiahavinum.

Landið í landsynningshorninum á arabisku hálvoynni er sera turt. Inni í landinum er alt oyðimørk við spjøddum grønum, men fram við strondini dyrka teir dadlur, granatepli, sitrónir, tubbak og hveiti. Summir bøndur halda geit, seyð og neyt. Olja er tydningarmesta útflutningsvøran. Strondin í Oman er 1.700 km long, og fiskiskapur er eisini týdningarmikil vinna. Teir veiða mest sardinur, tunfisk, ansjósir og fisk, ið minnir um tosk, og høgguslokk. Útróðrarmenninir nýta holaðar træbátar við leysamotori.

Í arabiskari søgn verður sagt, at ein glæsiligur býur, ið eitur Ubar, skuldi verða horvin í Suðuroman. Fornfrøðingar hava grivið út ein brunn og toftirnar av einum býi frá um 3.000 f. Kr. tætt við markið til Jemen. Summir serfrøðingar halda hetta verða horvna býin Ubar.


Ávísingar úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 20°14′0″N 55°58′0″E / 20.23333°N 55.96667°E / 20.23333; 55.96667

Keldur

rætta
  1. Population, total - Oman, worldbank.org