Toskur (frøðiheiti - Gadus) Toskur er báðumegin Atlantshav. Í Barentshavinum frá Novaja Semlja og Svalbarði til Jan Mayen og suður til Biskeiavíkina. Í Eystarasalti, donskum sjógvi, í Norðsjónum, undir Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Frá Nýfundland og Labrador til Norðurcarolina. Toskur verður upp í 180-200 cm, valgrønur um bakið og síðurnar, settur við tøttum, dimmum, gráligum ella brúnligumblettum. Undir búkinum er hann ljósur, hvítur ella gráhvítur. Men eisini aðrar litir hevur hann, t.d. dimmbrúnur (flotfiskur), reyðbrúnur (í taranum). Strikan er hvít/ gráhvít. Toskur hevur tríggjar ryggfjaðrar og tvær gotfjaðrar, ið allar eru nakað avrundaðar í skapi. Strikan er nakað bogin yvir uggafjøðurini. Hann er klænur um klingruna, og sterturin er beinur aftan. Hann hevur yvirbit. Finnan er líka long sum eygnatvørmátið. Gotið er undir fremra enda á mittastu ryggfjøðurini. Kjaftklovin kemur aftur undir fremru trom á eygnasteininum. Toskur er virðismikil fiskur og verður nógv veiddur.

Toskur

Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Actinopterygii
Hópur: {{{hópur}}}
Ætt: Gadus
Familja: Gadidae
Gøgnini á toski
1. Livur
2. Svimjibløðra
3. Rogn
4. Tolvfingertarm (pyloric caeca)
5. Magi
6. Garnar

Keldur rætta

Slóðir úteftir rætta

  Commons hevur myndir og/ella ljóð við tilknýti til:
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið