د افغانستان اسلامي امارت (Pashto)
Də Afġānistān Islāmī Imārat
امارت اسلامی افغانستان (Dari)
Imārat-i Islāmī-yi Afghānistān
Tað islamska emiratið Afghanistan
Flagg Afghanistan
(Flagg Afghanistan)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: Milli Tharana
Alment mál Afghansk persisk /
Dari, Pashtu
Høvuðsstaður Kabul
Leiðari (Amir) Hibatullah Akhundzada
Forsætisráðharri Hasan Akhund (virkandi)
Fullveldi 8. august 1919
(frá Stóra Bretland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
647,500 km²
0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2011
 - tættleiki
 
30.419.928
43,5/km²
Gjaldoyra Afgani (AFN)
Tíðarøki UTC +4.30
Økisnavn á alnetinum .af
Telefonkota +93

Afghanistan (Pashtu: د افغانستان اسلامي امارت Də Afġānistān Islāmī Imārat, Persiskt/Dari: امارت اسلامی افغانستان Imārat-i Islāmī-yi Afghānistān), ella Tað islamska emiratið Afghanistan er land í Miðeystur og Miðásia. Kabul er høvuðsstaðurin. Kabul hevur 2,99 mió íbúgvar. Aðrir stórir býir er Qandahar (329 300 íbúgvar), Herat (161 700 íbúgvar) og Mazare-Sharif (232 800 íbúgvar). Landið hevur mark við Turkmenistan, Usbekistan, Tadsjikistan, Kina, Pakistan og Iran. Afghanistan er av fátækastu londum í heiminum. Afghanistan er eitt land, har kríggj er gerandisdagur, og hvar fleiri børn læra at brúka eitt vápn enn ganga í skúla. Tað eru nógvir víðgongdir islamistar í landinum, men einaferð búðu her friðarelskandi buddhistar.

Afghanistan hevur verið krígsherjað í fleiri ár. Í nógv ár var landið eisini stýrt av Taliban rørsluni, til 2001, tá teir vórðu koyrdir frá.

Í øldir hevur verið barst um yvirræðið í landinum, og serliga bretar og seinni russar hava verið grammir at taka landið. Seinastu 30 árini hevur blóðugt borgarakríggj syndrað landið, og enn eru eingi útlit fyri friði.

Afghanistan hevur eisini eina rokaliga søgu. Afghanski staturin, sum vit kenna hann í dag, uppstóð í 1746 undir Durrani-fúrstaættini, men yvirvaldið varð latið Stórabretlandi, heilt fram til Amanullah Kongur loysti í 1919. Síðan eru ellivu afghanskir leiðarar tiknir av ræði á ódemokratiskan hátt. Seinasta støðuga tíðarskeiðið í Afghanistan var millum 1933 og 1973, tá landið var undir leiðslu av Zahir Shah kongi. Men í 1973 framdi svágur kong, Mohammed Daoud Khan, eitt stjórnarkvett, ið setti gongd á enn eit óstøðugt tíðarskeið. Í 1978 vórðu Daoud og øll familja hansara tikin av døgum í enn einum kvetti, ið kommunistaflokkurin í landinum framdi. Longu í august sama ár byrjaði amerikanska stjórnin umvegis pakistansku fregnartænastuna, at stuðla mujahedin-hermonnum í bardaganum móti kommunistisku stjórnini, og tá stjórnin var í vanda fyri at missa valdið árið eftir, hersetti Sovjetsamveldið Afghanistan. Hetta hendi 24. desember 1979. Frælsisstríðið hjá Mujahedin vardi í tíggju ár og kostaði umleið 15.000 sovjetiskum hermonnum lívið, áðrenn viknandi samveldið í 1989 valdi at taka seg úr Afghanistan. Eftir hetta valdaði í stóran mun borgarakríggj í landinum, áðrenn Taliban, ið merkir lesandi, í 1996 tók ræðið í landinum og royndi at innføra strongu Sharia-lógina. Harvið gjørdist Afghanistan til eitt stað fyri Al-Qaeda. Í triðju øld gjørdu tey tvær standmyndir av Buddha norðan fyri høvuðsstaðin Kabul. David Adams var tann seinasti vesturlendingurin, sum filmaði standmyndirnar, áðrenn Talibanhermenn sprongdu tær í spønir í 2001.

 
Kabul.

Tann amerikanska og bretska innrásin byrjaði 7. oktober 2001. Endamálið við innrásini í Afghanistan, ið var eitt beinleiðis aftursvar til hendingarnar 11. september 2001, tá Al-Qaeda framdi álop á World Trade Center og Pentagon í USA, var at fanga Osama bin Laden, sum helt til í landinum, gera enda á Al-Qaeda og taka Taliban-stýrið av ræði. Hálvanannan mánað seinni varð Taliban tikið av ræði og ein afghansk stjórn undir leiðslu av Hamid-Karzai innsett. Hóast tað eru yvir tíggju ár síðan, at USA leyp á Afghanistan, er støðan í landinum ófriðarlig og ótrygg. Friðarskapandi herdeildir, sum vóru settar á stovn av ST í 2001 og riknar av NATO síðan 2003, International Security Assistance Force, eru enn í landinum, og tað kemur ofta fyri, at útlendskir hermenn og hjálparfólk verða dripin. Ætlanin er, at seinastu amerikansku herdeildirnar skulu vera farnar úr Afghanistan 31. desember í 2014. Barack Obama hevur roynt at fáa afghanska forsetan Hamid-Karzai at ganga við til eina avtalu, sum loyvir nøkrum amerikanskum herdeildum at verða verandi aftan á tað. Valdið hjá Hamid Karzai, ið varð valdur til forseta í 2004, avmarkar seg í stóran mun til høvuðsstaðin Kabul, og restin av landinum verður stýrd av valdsmiklum ættarbólkahøvdingum og krígsharrum. Talan er um eitt sera samansett land við ikki minni enn 34 landslutum í fjallaríkum lendi, og tað ger tað torført at stýra.

 
Kríggið móti yvirgangi.

Búskapur

rætta

Afghanistan er eitt fátækt land, ið er tengt av, at fólkið hevur húsarhaldsdjór og dyrkar jørðina. Eingin nevniverd ídnaðarframleiðsla er í landinum, ið er heimins størsti framleiðari av opium. Tveir triðingar av fólkinum liva fyri undir tveir dollarar um dagin, og barnadeyðin er stórur --> 256 fyri hvørjar 1000 føðingar, verður sagt. Landið er turt og grýtut, og týdningarmestu ráevnini eru kol, natúrgass og jarnmálmur. Í 2010 livdu 40% undir fátakramerkið. Sovjetiska innrásin í 1979 gjørdi at búskaparliga støðan í landinum versnaði. Frá 1998 til 2001 var landið plágað av turki. Í 1970-árunum var landið sjálvbjargið við matframleiðslu og útflutti eisini nakað. Tá sovjetisku herdeildirnar fóru úr landinum í 1989 var matframleiðslan minka við meira enn einari helvt og talið av húsdjórum var nú bert 2/3 av tí sum tað var áðrenn hersetingin byrjaði. Vinnulívið batnaði tó eftir 2002 orsakað av altjóða hjálp og íløgur og at afghanar, sum vóru búsitandi í øðrum londum, sendu pengar heim. Ein týðandi partur av framgondini í landinum skyldast eisini, at fimm milliónir afghansk flóttafólk, sum búðu í grannalondunum, vendu heimaftur og hjálptu við til at byggja landið uppaftur. Arbeiðsloysið er stórt, í 2005 vóru 40% fólk arbeiðsleys. So mikið sum ein triðingur av BNP hjá Afghanistan kemur frá dyrkan av valmuum og ólógligum narkotiskum evnum sum opium og avleiddum evnum frá opium morfin og heroin og frá hasjframleiðslu.

Fólkið

rætta
 
Kabul.
 
Kort yvir Afghanistan.
 
Landslutir í Afghanistan.

Um 2 milliónir flakkfólk eru í Afghanistan.

Fólkasløg

rætta

Fleiri enn 20 fólkasløg búgva í Afghanistan. Fyri sunnan eru pashtunar, ella afganar, ið er fjølmentasta fólkaslagið. Landið eitur eftir teimum, tí at teir hava havt ræði í landinum seinastu 200 árini. Í stórbýunum og á bygd í landnyrðingspartinum búgva tadjsjikar, ið tala dari, sum er skylt við persiskt, flestu teirra eru keypmenn. Hazarar (o.f.) búgva mitt inni í landinum.

Næstan allir afganar eru muslimar. Børnini verða lærd um islam bæði í bygdarmoskuni og í skúlanum. Ungdómurin gongur í madrasah (ein átrúnaðarligan miðnámsskúla. Her lærir hann at duga long brot úr Koranini uttanat og granska gudfrøði, islamskar lógir og skilvísi.

Afghanistan er ímillum Miðásia og Indianes og hevur tí havt stóran týdning hermálsliga. Landslagið er ógvuliga fjølbroytt og skiftandi, við albeittum og grasfløtum, sløttum steinoyðimørkum, stórum vøtnum og høgum fjøllum. Fáir og vánaligir vegir eru í landinum, og har er eingin jarnbreyt.

Landslutir

rætta
 
Herat.

Mentan

rætta

Tónleikur

rætta

Tónleikasiðvenja í Afghanistan er fjølbroytt og broytist alt eftir hvørjum øki ein er staddur og eftir etniskum bólkum og vísir bond til miðasiatiska, eysturlendska og indiska mentan. Hvør etniskur bólkur vísir sín serstøka stíl, serliga innan fólkatónleik. Luttinstrumentir í ymiskum skapi, stødd og etniskum variantum (robab, tanbur, dambura og dutar) eru sera vælumtókt. Floytur og trummur eru onnur dømi um vanlig ljóðføri. Annars eru fleiri ymisk sløg av floytum, obo-líknandi blásuinstrument (zurna), munnharpa, fingrasymbalur, trummur og onnur rútmuljóðføri. Frá gamlar tíð hevur tað verið vanligt, at tað eru flest menn ið eru tónleikarar, samstundis sum tað at vera tónleikari hevur lágan sosialan status. Síðan 1950-árini hevur útbreiðsla av tónleiki gjøgnum afghanskt radio ført til eitt meira jaligt sýn á tónleikaraleiklutin og samstundis eisini ført til eina sterkari ávirkan av tónleiki frá øðrum londum, eitt nú frá indiskum poptónleiki.

Myndir

rætta

Keldur

rætta

Hygg eisini at

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið