Jólaaftan

Nuvola apps important.svg Síða við keldutørvi!
Her í greinini mangla ein ella fleiri eftirfarandi keldur.

Jólaaftan er 24. desember - dagurin fyri jóladag. Orðið aftan kann bæði merkja kvøld (sbr. da: aften) og dagurin fyri halgidag, td. jólaaftan, nýggjársaftan, páskaaftan og hvítusunnuaftan. Við fyrimynd í hesum orðum er eisini gjørt skemtiorðið budingsaftan, tí onkur skipskokkur altíð hevði buding omaná døgurða sunnudag.

Hundreds of candles and a Christian Cross at a cemetery on Christmas eve.jpg

Í Føroyum hevur jólaaftan verið vanligur arbeiðsdagur til klokkan 6 á kvøldi, tá hildið varð heilagt. Vanligt var fyrr at kóka ræstan fisk til døgurða jólaaftan - og summi halda framvegis fæst við henda sið - og haðani er heitið aftansfiskur.

Í nýggjari tíð er vanligt eftir danskari fyrimynd at byrja jólahaldið jólaaftan, so borðreitt verður við eini góðari máltíð, td. kókaðum ella stoktum røstum kjøti, gás ella dunnu og við rísalamande omaná - har mandla er latin í 1 verð, og tann, ið fær hesa mandlu, fær eina mandlugávu.


Sí eisiniEdit

Sí miðlasavnið