Nýggja Testamenti
Nýggja Testamenti (grikskt: Καινὴ Διαθήκη ella Kainē Diathēkē. Latín: Novum Testamentum) er partur av Bíbliuni hjá teimum kristnu. Nýggja Testamenti er skrivað á grikskum máli.
Tað er í Nýggja Testamenti, vit lesa um Jesus. Tær týdningarmestu frásagnirnar um Jesus í Nýggja Testamenti eita Evangeliini. Í Nýggja Testamenti eru 4 evangeliir. Í Nýggja Testamenti er Jesus tann Messias, sum profetarnir í Gamla Testamenti spáddu fór at koma og loysað fólkið úr træladómskorum og endurreisa Ísrael. Í Nýggja Testamenti verður Messias nevndur Kristus.
Nýggja Testamenti er tilsamans 27 bøkur.