Nesvík
Nesvík er ein niðursetubygd í Streymoy. Norðri við Streymin er bygdin Nesvík. Har, millum Eysturoynna og Streymoynna sigst at vera besti hvalvágur í Føroyum.
Nesvík | |
Nesvig (danskt) | |
Bygd | |
Nesvík
| |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Streymoya sýsla |
Oyggj | Streymoy |
Kommuna | Sunda kommuna |
Íbúgvar | 1 (2015)[1] |
Postnummur | FO-437 |
Markatal | - |
|
Leguhúsið í Nesvík
rættaHeimamissiónin eigur eitt leguhús í Nesvík. Tað var vígt í 1993. Leguhúsið í Nesvík er nógv umbiðið, serliga um vikuskiftini. Men tað eru eisini møguleikar at leiga húsið mitt í viku. Høvuðstiltakið í Leguhúsinum í Nesvík er summarlegurnar, sum eru frá seinast í juni og nakað inn í august. Men annars verður húsið brúkt so at siga hvørt vikuskifti alt árið til legur av ymsum slag, sum til dømis familjulegur, ungdómslegur og bygdalegur, ið eru sera væl umtóktar. Í 2013 er ætlanin at útbyggja fyri umleið 25 milliónir, ætlanin er at byggja ein bygning afturat í tveimum hæddum.[2]
Myndir
rætta-
Leguhúsið í Nesvík, sæð frá landsvegnum eitt sindur norðanfyri økið.
-
Leguhúsið, sæð frá landsvegnum, beint sunnanfyri økið
-
Vatnið og leguhúsið
-
Vatnið og hólmarnar, Eysturoyggin sæst hinumegin Sundalagið