Víkarbyrgi
Víkarbyrgi er ein niðursetubygd í Suðuroy, har ongin býr longur, ein persónur hevur tó enn postadressu har, sambært Hagstovuni. Víkarbyrgi liggur á eystursíðuni á Suðuroynni millum Lopra og Sumba. Har hava verið tvær bygdir, Hamrabyrgi er sunnanfyri ánna og Víkarbyrgi er norðanfyri ánna, sum rennur oman gjøgnum dalin.
Víkarbyrgi | |
Vigerbirge (danskt) | |
Bygd | |
Víkarbyrgi
| |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Suðuroya sýsla |
Oyggj | Suðuroy |
Kommuna | Sumbiar kommuna |
Íbúgvar | 0 (2015)[1] |
Postnummur | FO-928 |
Markatal | - |
|
Seinasta bygd, sum fekk vegasamband í Suðuroynni
rættaOngin vegur var til Víkarbyrgis fyrr, bygdin var hin seinasta av bygdunum í Suðuroynni, sum fekk vegasamband, tað var í 1977. Tað at vegurin kom førdi tó ikki til fólkavøkstur, men tað gjørdist lættari fyri bøndur og onnur at koma fram til bygdina. Eitt alibrúk var í Víkarbyrgi í nøkur ár, men tað er ikki til longur.
Víkarbyrgi og Hamrabyrgi
rættaFyrr vóru tvær bygdir á Víkarfirði, tann sum var norðarðu megin ánna var Víkarbyrgi og hin sum var sunnanfyri ánna var Hamrabyrgi. Tað er tó bara Víkarbyrgi sum hevur postnummar, tað er nummar 928.
Sneppan í Hamrabyrgi
rættaVíkarbyrgi er landnámsbygd, hildið verður at hon er ein av elstu bygdunum í Føroyum. Bygdin varð tó avtoftað, tá svartideyði herjaði í 1349, bara ein kvinna livdi eftir, hon nevndist Sneppan í Hamrabyrgi. Enn síggjast toftirnar eftir, har hon búði. Søgnin sigur, at hon gjørdist so vill av at búgva har einsamøll, at tað ikki bar til at fáa hana at liva millum onnur fólk. Sumbingar gingu oman á hamarin beint uppi yvir har hon búði og kastaðu henni kjøt, so hon ikki doyði i hungri.
Bygdin fólkað aftur í 1830
rættaOngin búði í Víkarbyrgi í nærum fimmhundrað ár, eftir at svartideyði legði bygdina í oyði og til Jógvan (Joen) Joensen úr Sumba setti búgv í Víkarbyrgi við húski sínum umleið 1830. Í 1906 búðu 40 fólk í Víkarbyrgi. Í 1970 búðu 22 fólk har, men sum áður nevnt býr ongin har longur. Fólk hava tó bygt summarhús í Víkarbyrgi og Hamrabyrgi, so eitt sindur av lívi er á staðnum av og á. Bøndur hava eisini framvegis seyð í Víkarbyrgi og nøkur neyst standa niðri við sjóvarmálan.
Myndir
rætta-
Víkarbyrgi, Víkarfjørður og Baglhólmur
-
Víkarbyrgi og Víkarfjørður
-
Ein varði á gongugøtuni millum Sumba og Víkarbyrgi, útsýni norðureftir.
Keldur
rætta- Bók: Suðuroyarsagnir
- Heimabeiti.fo Archived 2015-07-15 at the Wayback Machine
- Sumba.fo Archived 2011-01-19 at the Wayback Machine - Sumbiar kommuna
- Hagstova.fo
Útvortis ávísingar
rætta