Olsensystkinini
Olsensystkinini úr Rituvík vóru heimsins elsti systkinnabólkur av 12, og rundaðu tey samanlagt 1.000 ár í 2012, tá ið tað elsta var 91 og ynskta var 73 ára gamalt[1].
Heimsmetið varð staðfest tann 27. august 2014, og gjørdist 1.025 ár og 41 dagar[2]. Hóast heimsmetið varð sett í 2014, hevur tað ikki verið endurnýggjað, men kann teljast fram til tann 9. juli 2017, tá ið Magnus Salomon, elst av systkinunum andaðist.
Mamman Elsebeth Olsen, f. Jacobsen, av Nesi, livdi frá 18. novembur, 1890 - 16. januar 1976[3], meðan pápin, Magnus Olsen (Magnus í Rituvík), livdi frá 25. juni 1890 - 13. desembur 1940[4].
Magnus Salomon var navnframur skipari, men doyði av krabba í 1940, bert 50 ára gamal. Tá stóð Elsebeth eftir sum einkja, við smáum børnum, har tað ynskta einans var tvey ára gamalt.
Systkinini
rætta- Magnus Salomon "Maggi" Olsen (30. oktober 1920 - 9. juli 2017)
- Vensil Olsen (8. oktober 1921)
- Sára Malena (20. februar 1923 - 1. februar 2021)
- Marin Fredrikka (18. august 1924 - 2019)
- Arnholt Sofus (28. september 1925)
- Carl Sivar (25. januar 1928)
- Elly (14. februar 1930)
- Jaspur (24. juli 1932)
- Harry (3. september 1933 - 25. februar 2021)
- Mary Elina (8. december 1934 - 18. juli 2017)
- Amy (6. september 1936)
- Arni Kartin (30. juni 1938)
Sí eisini
rættaKeldur
rætta- ↑ Hansen, Hilmar Jan (24-11-2018). "Lív og lagna á líðini". Sprotin. https://sprotin.fo/products/885/liv-og-lagna-a-lidini?_ProductId=885&_l=en. Heintað 23-02-2021.
- ↑ Guinness Book of World Records (2017).
- ↑ "Elsebeth Olsen". Geni.com. 01-11-2014. https://www.geni.com/people/Elsebeth-Olsen/6000000001873066288. Heintað 23-03-2021.
- ↑ "Magnus Salomon Olsen". Geni.com. 25-05-2018. https://www.geni.com/people/Magnus-Salomon-Olsen/379924551850012960. Heintað 23-02-2021.