Shaila millum Garðarnar

Shaila millum Garðarnar (fødd 20. juni 1984 á Tvøroyri) er føroyskur svimjari. Hon svimur fyri Susvim og Føroyar. Mona klárar seg best á teimum stuttu teinunum í firvald og frí svimjing. Shaila er sum so givin við at svimja einstaklingakappingar (2013), men hon er tó aktiv sum venjari og venur enn, og av og á luttekur hon í liðkappingum. Á FM stevnuni í Havn í mai 2013 var hon við til at vinna gull og at seta nýtt føroyskt met í 4 x 50 m frí við tíðini 1:47.15 saman við Guðrun Mortensen, Tanju Skaalum og Kristinu Elin Thomsen úr Susvim.

Shaila millum Garðarnar

Oyggjaleikir 2009

rætta

Shaila millum Garðarnar svam fyri Føroyar á Oyggjaleikunum í Álandi 2009.[1] Shaila vann 6 gull heiðursmerki fyri Føroyar. Hon vann gull í hesum greinum (allar greinar eru fyri kvinnur): 50 metrar firvald, 50 m frí, 100 m frí, 4x50 metrar frí, 4x50 metrar blandað (medley relay) og 4x100 m blandað (medley relay). Harumframt vann hon bronsu í 100 metrar firvald.

Keldur

rætta

Útvortis ávísingar

rætta