Lat upp høvuðsmeny

FøroyaMeistarastevnan og JuniorMeistarastevnan 2014 varð hildin í Havn vikuskiftið 16., 17. og 18. mai. Susvim vann flest gull heiðursmerki bæði bæði í juniorbólkinum og í opna bólkinum, Ægir næstflest og síðani Havnar Svimjifelag triðfest í juniorbólkinum og FLOT triðflest í opna bólkinum.

Innihaldsyvirlit

Heiðursmerjabýtið á FM/JM 2014Rætta

Heiðursmerkjabýtið á Juniormeistarastevnuni 2014Rætta

Felag Gull Silvur Bronsa
Suðuroyar Svimjifelag 17 13 5
Ægir 12 8 7
Havnar Svimjifelag 9 12 15
Reysti 1 5 5
FLOT 0 2 4

Heiðursmerkjabýti á Føroyameistarastevnuni 2014Rætta

Felag Gull Silvur Bronsa
Suðuroyar Svimjifelag 17 13 5
Ægir 14 14 9
FLOT 5 0 2
Havnar Svimjifelag 4 16 15
Reysti 0 0 4

Føroysk met og juniormet á JM/FM 2014Rætta

Ásbjørg Hjelm setti føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing, umframt juniormet í 100 metra bringusvimjing. Emma Festirstein Nystrøm setti føroyskt met í 200 metra bringusvimjing. Og SuSvim menn settu føroyskt met í 4x50 metra frísvimjing.

Juniormet á JM/FM 2014Rætta

- Eva Trygvadóttir (1996), Ægir átti juniormetið á 34.19 frá FM/JM 2011

- Turið S. Christiansen (1996), Ægir átti juniormetið á 1:14.70 frá HS-stevnu í apríl 2011

Føroysk met á JM/FM 2014Rætta

- Eva Trygvadóttir (1996), Ægir átti juniormetið á 34.19 frá FM/JM 2011

- Turið S. Christiansen (1996), Ægir átti føroyska metið á 2:37.64 frá Ægir-stevnu í november 2011

SuSvim átti føroyska metið á 1:35.06 frá FM/JM 2013 - Róland Toftum 24.72, Høgni Simonsen 23.86, Eyðbjørn Joensen 23.43, Pál Joensen 23.05

Pál meira enn 100 gullmerki á FøroyameistarastevnuRætta

Pál Joensen skrivaði søgu við at fara upp um 100 føroyameistaraheiti tilsamans, fyrst íroknað liðsvimjingar og síðani sum einstaklingur, soleiðis at hann nú tilsamans hevur vunnið 101 gullheiðursmerki sum einstaklingur, 14 silvur og 5 úr bronsu, umframt 4 gull, 11 silvur og 6 bronsur sum partur av liðsvimjing. Ella í alt 105 gullmerki, 25 silvur og 11 bronsur.

Pál tangeraði eisini sítt met í flest gullheiðursmerki vunnið á somu Føroyameistarastevnu, við nú at vinna 15 gull og 1 silvur. Telja vit øll heiðursmerki við, so var avrik hansara á FM 2008 tó enn meira dominerandi, 15 gull, 1 silvur og 3 bronsur.[1]

Ársins svimjarar og Ársins stjørnuskot og flest FINA stigRætta

Ársins svimjari, mennRætta

Ársins svimjari, kvinnurRætta

Ársins stjørnuskot, dreingir/mennRætta

Ársins stjørnuskot, gentur/kvinnurRætta

Flest FINA stigRætta

KeldurRætta