Pál Joensen

føroyskur svimjari

Pál Vitalis Joensen (10. desember 1990, Vágur) er føroyskur svimjari úr Vági, sum svimur fyri Føroyar. Hann er annar føroyingurin, ið hevur luttikið á Olympisku Leikunum, hann luttók á Summar-OL 2012 í London. Hann er fyrsti føroyingur, sum hevur kappast innan svimjing til OL, og annar føroyingur, ið hevur luttikið á OL yvirhøvur. Tann fyrsti var rógvarin Katrin Olsen. Pál Joensen flutti til Danmarkar at búgva eftir OL í august 2012. Hann venur nú saman við donskum landsliðssvimjarum í National Training Centre. Til lokalar kappingar svimur hann fyri Aalborg Svømmeklub. Áðrenn hann flutti, vandi hann við Susvim í Vágs Svimjihøll, har hylurin bert er 25 metrar langur. Jón Bjarnason var venjari hjá Páli, meðan hann búði í Vági. Teir báðir vóru nakrar ferðir árliga uttanlands á venjingarlegu í samband við kappingar, sum Pál skuldi til, hetta fyri at Pál kundi venja í 50-metra hyli. Pál Joensen er sonur Turið Kjærbo og Kaj Joensen. Beiggi Pál, Eyðbjørn Joensen, er eisini svimjari, hann er nøkur ár yngri enn Pál, føddur í 1996, hann hevur klárað seg sera væl í Føroyum og í Danmark. Pál eigur stóran part av føroysku svimjimetunum. Pál eigur eisini tvey norðurlendsk met í sviming. Metið í 1500 m frí hevur hann betra fleiri ferðir, seinast tá hann gjørdist nummar fýra í finaluni til HM í svimjing 2011 í Beijing, hann svam tá við tíðini 14:46.33 (langgeil), ein betran av gamla metinum við heili 10 sekundum. Metið í 800 m frí á langbana setti hann fyri fyrstu ferð, tá hann svam innleiðandi til HM í svimjing 2011 við tíðini 7:45.55. (Hesir upplýsingar kunnu altíð broytast, sí viðkomandi heimasíður, t.d. ensku Wikipedia síðuna "List of Nordic records in swimming". Bestu úrslitini hjá Páli higartil til EM og HM er eitt silvurheiðursmerki frá EM 2010 á langgeil, eitt silvurheiðursmerki frá EM 2013 á stuttgeil og eitt silvurheiðursmerki frá HM 2012 á stuttgeil, sum hann vann 16. desember 2012 í Istanbul. Upprunaliga vann hann bronsu í HM 2012 á stuttgeil í 1500 m frí, men eftir at gullvinnarin, Mads Glæsner, misti sítt gullheiðursmerki í juni 2013, tí hansara dopingroyndir vístu seg at vera positivar fyri eitt ávíst evni, ið ikki er loyvt, so bleiv Pálsa bronsa broytt til silvur. Men, í februar 2014 hendi tað, at Glæsner fekk sítt gullheiðursmerki aftur, eftir at hann fekk viðhald í kæruni um at missa gullheiðusmerki. Hetta førir við sær, at heiðrsmerkið hjá Pál í hesi kapping nú aftur er bronsa.

Pál Joensen
Persónlig kunning
Tjóðskapur Føroyar / Danmark (OL)
Fødd(ur) (1990-12-10) 10. desember 1990 (aldur 33)
Vágur, Suðuroy
Hædd 1,80 m (5 ft 11 in)
Vekt 75 kg (165 lb)
Ítróttur
Ítróttur Svimjing
Svimjiháttur Frísvimjing
Felag Aalborg Svømmeklub
Pál Joensen í 2011 við EM silvur um hálsin
Pál Joensen skrivar autografar til fjepparar í heimbygdini í 2014

Í 2011 gjørdist Pál nummar 4 og 5 til HM á langgeil, nummar 4 á 1500 m frí og nummar 5 í 4 m frí. Í desember 2014 gjørdist Pál nummar 4 til HM á stuttgeil við tíðini 14:26.54, ið var nýtt norðurlendskt met og ein betran av hansara persónliga bestu tíð við nærum seks sekundum. Pál var tann fyrsti svimjarin í heiminum, ið kláraði A-kravtíðina til 1500 metrar frí hjá monnum til OL 2016 og ein av tveimum monnum, ið kláraði kravtíðina til 400 metrar frí til OL í Rio pr. 29. mars 2015, tað sæst á einum yvirliti, ið FINA kunngjørdi fyri tíðarskeiðið 1. til 29. mars 2015.[1]

Hin 15. august 2015 giftist Pál við Maluni Vitalis Joensen,[2] ið áðrenn brúdleypið nevndist Malan Vitalis Bærendsen. Hann fekk sær Vitalis til millumnavn, og hon fekk sær Joensen til eftirnavn. Tey giftust í Páls Høll í Vági, ið hevur Føroya fyrsta langhyl. Vatn var ikki komið í hylin, áðrenn brúdleypið, men tveir dagar seinni varð byrjað við at fylla vatn í hylin.[3]

17. oktober 2015 letur Føroya fyrsti langhylur, ein 50-metra langur svimjihylur, á Oyrunum í Vági. Svimjihøllin eitur eftir Pál Joensen, hon eitur Páls Høll.

Lívsleiðin í altjóða svimjing

rætta

Pál Joensen hevur luttikið á fleiri ymiskum altjóða svimjistevnum ymsastaðni í heiminum umframt teimum lokalu stevnunum í Føroyum, m.a. Oyggjaleikir, EM fyri ung í Ungarn, World Cup stevnur í Moskva, Berlin og Stokkhólmi, EM á langbana í Budapest, EM í Danmark, DM í Danmark, svimjistevnur í Íslandi, HM í Italia, svimjistevna í Suðurafrika fyri at nevna nakrar av svimjistevnunum, sum Pál hevur luttikið á.

Summar-OL 2016 í Rio de Janeiro

rætta

Pál Joensen kvalifiseraði seg til 1500 metrar frí til Summar-OL 2016 í Rio de Janeiro.[4] Hann umboðar Danmark til OL, av tí at Føroyar ikki eru góðkendar sum tjóð av UCI.

Danish Open 2016

rætta
  • Gull í 1500 m frí við tíðini 15:04.18. Harvið kláraði hann kravtíðina hjá dønum til OL 2016 í Rio.

Danish Open 2015

rætta

Síðst í mars 2015 luttók Pál á Danish Open í Keypmannahavn.

  • Gull í 800 metrum frí við tíðini 7:52.82, sum var stevnumet og skjótasta tíðin í heiminum til tá.[5]
  • Gull í 1500 metrum frí við tíðini 15:13.88.
  • Silvur í 400 metrum frí við tíðini 3:51.32.

Meeting Open Méditerranée 2015 í Marseille

rætta

Pál luttók á MOM Marseille 2015 svimjistevnuni. Hann vann gull í bæði 1500 m frí og í 400 metrum frí og kláraði A-kravtíðirnar til OL í Rio 2016. Pál vann kappingarnar 7. og 8. mars 2015.

  • Gull í 1500 metrum frí við tíðini 15:10.35, sum var nýtt stevnumet og triðbesta tíð í heiminum higartil í ár. A-kravtíðin hjá FINA er 15:14.77, til at kunna kvalifisera seg til OL í Rio, Dansk Olympisk Komite hevur tó harðari kravtíðir. Pál hevur sostatt klárað kravtíðina til OL 2016, sum FINA og IOC seta, longu 8. mars 2015.[6]
  • Gull í 400 metrum frí við tíðini 3:50.22.

HM í svimjing á stuttgeil í Doha, Qatar 2014

rætta

Pál luttók til HM í svimjing á stuttgeil í Doha í Katar í desember 2014. Tann seinasta dagin, 7. desember, svam hann finaluna í 1500 metrum frí. Hann gjørdist nummar fýra við tíðini 14:26.54, ið var ein betran á umleið 6 sekund frá hansara bestu tíð áðrenn hesa kappingina. Hann setti nýtt norðurlendskt met og harvið sjálvandi eisini nýtt føroyskt met. Italiumaðurin Paltrinieri vann gull, Oussama Mellouli úr Tunesia vann silvur, meðan Ryan Cochrane úr Kanada vann bronsu.[7]

North Sea Swim Meet 2014

rætta
  • Gull í 800 m frí við tíðini 7:46.62 (nýtt stevnumet)

EM 2014 á langgeil í Berlin

rætta

Pál Joensen luttekur á EM á langgeil í Berlin í august 2014. Hann luttekur í 1500 m frí og í 800 m frí. Hann vann silvur í 1500 m frí við tíðini 14:50.59. Vinnarin var italiumaðurin Gregorio Paltrinieri, ið setti nýtt evropeiskt met við tíðini 14:39.93. Tveir dagar seinni vann hann aftur silvur, hesaferð í 800 m frí.

  • Silvur í 1500 m frí við tíðini 14:50.59.
  • Silvur í 800 m frí við tíðini 7:48.49.

100 FM gullheiðursmerki

rætta

Á FM í Havn í mai 2014 vann Pál Joensen fyrst sítt FM gullheiðursmerki nummar hundrað íroknað liðkappingar hin 17. mai og dagin eftir, hin 18. mai vann hann eisini sítt FM gullheiðursmerki nummar 100 í einstaklingakappingum og løtu seinni vann hann eisini sítt FM gullheiðursmerki nummar 101 í einstaklingakappingum.

Danish Open 2014 á langgeil

rætta
  • Gull í 1500 m frí við tíðini 15:12.20[8]
  • Silvur í 400 m frí við tíðini 3:51.45, sum var hansara 6. besta tíð nakrantíð og triðbesta tíð í stuttibuksum. Mads Glæsner vann kappingina[9]
  • Nr. 5 í 200 m frí við tíðini 1:51.05.[10]

Eysturdanska meistarastevnan á langgeil 2014

rætta
  • Gull í 1500 m frí við tíðini 15:26.86[11]
  • Gull í 800 m frí við tíðini 8:05.62
  • Gull í 400 m frí við tíðini 3:54.64[12]
  • Silvur í 200 m frí við tíðini 1:52.87

Duel in the pool 2013 - Evropa móti USA

rætta

Pál Joensen luttók í svimjistevnuni Duel in the Pool, sum er kapping millum teir bestu svimjararnir úr Evropa og USA. Í 2013 varð kappingin hildin í Glasgow í Skotlandi. Pál Joensen er ein av teimum bestu mannligu svimjarunum úr Evropa, sum vórðu tiknir út til hesa kapping. Ongin mannligur danskur svimjari varð úttikin, tvær danskar kvinnur vóru úttiknar: Jeanette Ottesen og Lotte Friis. Fyrsta dagin gjørdist Pál nummar 8 av 8 svimjarum í 400 metrum frí hjá monnum við tíðini 3:45.80.[13] Dagin eftir vann Pál eitt silvurheiðursmerki í 800 m frí við tíðini 7:39.69, gull og bronsa fór til USA. Samlaða kappingin endaði við at USA vann við bert einum stigi 132 móti 131.

  • Silvur í 800 m frí við tíðini 7:39.69[14]
  • Nr. 8 í 400 m frí við tíðini 3:45.80

EM 2013 á stuttbana í Herning

rætta

Pál Joensen luttók á EM 2013 á stuttgeil í Herning í døgunum 12. til 15. desember 2013. Har vann hann silvur í 1500 metrum frí hjá monnum.

  • Silvur í 1500 m frí við tíðini 14:35.99[15]
  • Nr. 21 í 400 m frí við tíðini 3:45.92[16]
  • Nr. 26 av 81 í 200 m frí við tíðini 1.47.03

DM 2013 á stuttbana

rætta
  • Gull í 800 m frí við tíðini 7:44.49[17]
  • Silvur í 1500 m frí við tíðini 14:41.17.[18]

DM 2013 á langbana

rætta
  • Bestu tíð í 800 m frí við tíðini 8:03.77[19] (vann ikki gull orsakað av ov seinari tilmelding)[20]
  • Gull í 400 m frí við tíðini 3:54.17[21]
  • Gull í 200 m frí við tíðini 1:50.63[22]

HM 2012 á stuttgeil í Istanbul

rætta
 
Pál Joensen við HM bronsu (sum í juni 2013 varð broytt til silvur) og fyrrverandi venjari hansara Jón Bjarnason 21. desember 2012 á móttøku fyri Páli í heimbygd hansara, Vági.

Í desember 2012 luttók Pál Joensen á HM í svimjing á stuttgeil (25 m) í Istanbul. Sunnukvøldið 16. desember 2012 svam hann seinasta riðil í 1500 m frí, hann svam teinin somikið skjótt, at tað eydnaðist honum at vinna sítt fyrsta HM heiðursmerki. Hann kom á mál við tíðini 14:36.93. Nummar eitt gjørdist upprunaliga danin Mads Glæsner við tíðini 14:30.01, men í juni 2013 misti hann gullheiðursmerkið orsakað av positivari dopingroynd, nummar tvey gjørdist upprunaliga 18-ára gamli italiumaðurin Gregorio Paltrinieri við tíðini 14:31.13[23] í juni 2013 bleiv silvuri hjá honum broytt til gull, [24], Men, í februar 2014 hendi tað, at Glæsner fekk sítt gull heiðursmerki aftur, eftir at hava kært avgerðina um at hann skuldi missa gull heiðusmerki og fekk viðhald. Hetta førir við sær at heiðrsmerkið hjá Pál í hesi kapping nú aftur er bronsa. Pál luttók eisini í 400 m frí til hesa kapping, tað eydnaðist honum at koma í finaluna, sum hann svam 14. desember. Hann endaði upprunaliga sum nummar seks við tíðini 3:42.23.[25] Í juni 2013 misti Mads Glæsner sítt heiðursmerki í hesi kapping, og hinir sum komu honum næstur rykkja sostatt eitt pláss upp. Pál fær tó ikki heiðursmerki í hesi kapping, men gjørdist nú nummar 5. Hetta úrslitið verður ikki broytt orsakað av kæruni hjá Glæsner, hann fekk bara viðhald viðvíkjandi gull heiðursmerkinum í 1500 m frí í hesi kapping.

  • nr. 2 í 1500 m frí við tíðini 14:36.93
  • nr. 5 í 400 m frí við tíðini 3:42.23

Summar-OL 2012 í London

rætta

Pál Joensen luttók á Summar-OL 2012 í London. Hann kvalifiseraði seg til tríggjar kappingar, tvær einstaklingakappingar og eina liðkapping: 400 m frí, 1500 m frí og 4 x 200 m frí. Hann svam seg ikki í nakra finalu. Vónirnar vóru serliga stórar til 1500 metrar frí, men hann svam langt frá síni bestu tíð og gjørdist nummar 17. Besta úrslitið fekk hann í 400 metrar frí, har hann gjørdist nummar 10.

Danish Open 2012

rætta

Pál Joensen luttók í døgum frá 22. mars til 25. mars 2012 í donsku svmjistevnuni Danish Open í Brønshøj. Hann svam somikið skjótt í 400 metrum frí, at hann kvalifiseraði seg til OL 2012 á hesum teini. Hann svam tvey sekund undir kravtíðina, sum er 3:48.92.[26] Hann svam eisini 1500 m frí og so svam hann uppá tíð í 200 m frí, fyri at vita, um hann kundi luttaka í stafettini í 4x200 m frí fyri Danmark á OL 2012, og tað eydnaðist.

  • Gull í 400 m frí við tíðini 3:46.84 (nýtt føroyskt met)
  • Gull í 200 m frí við tíðini 1:48.98 (nýtt føroyskt met)[27]
  • Gull í 1500 m frí við tíðini 15:04.39[28] (Tryggjaði sær plássið til OL í 1500 m frí, hann kláraði kravtíðina, tá hann gjørdist nummar 4 til HM 2011, men kravið er at klára stabilitetstíð undir 15:25.51, og tað kláraði hann væl og virðiliga)[29]
  • Kvalifiserað tíð til OL í 4x200 m frí við samlaðu tíðini 7:15.38, sum var nýtt danskt og norðurlendskt met, saman við Mads Glæsner, Anders Lie og Daniel Skaaning.

EM í svimjing á stuttbana 2011

rætta

Pál Joensen luttók í 1500 m, 400 m og 200 m frísvimjing á Europameistarastevnu á stuttbana í Szczecin (Stettin) í Póllandi í døgunum 9. til 11. desember. Hann gjørdist nummar fýra í 400 m frí við tíðini 3:41.05, vinnari gjørdist Paul Biedermann við tíðini 3:38.65.[30] Pál gjørdist nummar fimm í 1500 m frí við tíðini 14:37.83. Vinnari í 1500 m frí gjørdist Mateusz Sawrymowicz við tíðini 14:29.81,[31] danin Mads Glæsner vann silvur í 1500 m frí og í 400 m frí. Seinasta dagin á EM svimjistevnuni svam Pál 200 m frí. Hann gjørdist nummar 32 við tíðini 1:47.56.[32]

World Cup 2011

rætta

Pál Joensen luttók á einari World Cup svimjistevnu í 2011, tað var tann stevnan, sum var í Stokkhólmi 15. og 16. oktober 2011. Pál vann gull í 1500 m frí hjá monnum við tíðini 14:52.00 og bronsu í 400 m frí við tíðini 3:45.50. Vinnari í 400 m frí gjørdist týskarin Paul Biedermann við tíðini 3:43.45.

HM 2011 í svimjing í Shanghai

rætta

Pál Joensen luttók á heimsmeistara svimjistevnu á langgeil í Shanghai í Kina í juli 2011. Hann luttók í 800 metrum og 1500 metrum frísvimjing. Hann svam innleiðandi í 800m frí 26. juli og svam við næstbestu tíðini av øllum, tíðin var 7:45.55, sum var nýtt føroyskt met og nýtt norðurlendskt met. Bæði føroyska og norðurlendska meti vóru betraði við 7-8 sekundum. Pál átti sjálvur gamla føroyska metið, tað var frá EM 2010, gamla norðurlendska metið átti Mads Glæsner.[33] Pál var einsti norðurlendingur, sum svam seg víðari í finaluna í 800m frí. Í innleiðindi riðlunum var tað bara kinverjin Yang Sun sum svam skjótari enn Pál, hann svam við tíðini 7:45.29.[34] 27. juli svam Pál finaluna í 800 metrum frí hjá monnum, hann gjørdist nummar fimm við tíðini 7:46.51. Vinnari gjørdist Yang Sun úr Kina við tíðini 7:38.57, nummar tvey gjørdist Ryan Cochrane úr Kanada við tíðini 7:41.86, nummar trý gjørdist Kis Gergo úr Ungarn við tíðini 7:44.94, nummar fýra gjørdist Oussama Mellouli úr Tunesia við tíðini 7:45.99. Pál var sum nevnt nummar fimm, Chad La Tourette úr USA nummar seks, Peter Vanderkaay nummar sjey og Sébastien Rouault nummar átta.[35] 30. juli svam Pál 1500 metrar frí í innleiðandi riðlunum, hann svam sætt skjótastu tíðina av øllum riðlunum, tíðin var 14:56.66, sum var nýtt føroyskt og norðurlendskt met, Pál átti sjálvur bæði metini áðrenn. Tíðin rakk til eitt finalupláss og tryggjaði Pál luttøku í Olympisku Leikunum 2012 fyri Danmark.[36] Allir sum kvalifiseraðu seg til finaluna svumu undir 15 minuttir, hetta er skjótasta ið nakrantíð er svomið av átta teimum skjótastu í innleiðandi til HM í svimjing. 31. juli svam Pál Joensen saman við sjey øðrum svimjarum í HM finaluni í 1500 metrum frí hjá monnum. Pál lá á einum triðja plássi líka til teir høvdu svomið umleið 1300 metrar, tá kom Gergo Kis ájavnt við Pál og stutt eftir svam hann eitt vet framum Pál og tók bronsuna. Pál gjørdist nummar fýra við tíðini 14:46.33, sum var persónligt, norðurlendskt og føroyskt met, hann svam heili 10 sekund skjótari enn dagin fyri í innleiðandi og heili 25 sekund undir kravtíðina til OL. Tað vóru teir somu sum vunnu gull, silvur og bronsu í hesi kappingini, sum í 800 metrum frí. Vinnarin Yang Sun setti nýtt heimsmet við tíðini 14:34.14, harvið tók hann elsta metið í svimjing, sum Grant Hackett setti 10 ár og tveir dagar frammanundan hin 29. juli 2001. Úrslitið av HM-kappingini í 1500 m frí 31. juli 2011:

Oyggjaleikir 2011 á Isle of Wight

rætta

Pál Joensen luttók í 15 svimjikappingum til Oyggjaleikirnar á Isle of Wight, sum vóru í døgunum 25. juni til 1. juli 2011. Pál vann 8 gull, 4 silvur og 1 bronsu heiðursmerki.

  • Menn 100m frí, gull við tíðini 51.16
  • Menn 200m frí, gull við tíðini 1:49.83
  • Menn 400m frí, gull við tíðini 3:54.02
  • Menn 1500m frí, gull við tíðini 15:28.85[37]
  • Menn 400m blandað, gull við tíðini 4:23.10
  • Menn 200m bringu, gull við tíðini 2:15.96
  • Menn 4x50m frí (lið), gull við tíðini 1:33.59 (hinir vóru Magnus Jákupsson, Heðin Lisberg Olsen og Pauli Øssursson Mohr[38]
  • Menn 4x100m frí (lið), gull við tíðini 3:23.10
  • Menn 100m blandað, silvur við tíðini 58.81
  • Menn 200m blandað, silvur við tíðini 2:03.18
  • Menn 4x50m blandað (lið), silvur við tíðini 1:43.23
  • Menn 4x100m blandað (lið), silvur við tíðini 3:47.81
  • Menn 100m bringu, bronsu við tíðini 1:03.78

World Cup 2010 í Stokkhólmi

rætta

Pál Joensen vann bronsu í 400 metrum frí á World Cup stevnuni í Stokkhólmi 6. november 2010 við tíðini 3:46.13. Vinnarin av hesi kapping gjørdist Paul Biedermann úr Týsklandi við tíðini 3:41.27, sum eisini er heimsmeistari á hesum teini. Biedermann eigur eisini heimsmeti í 400 metrum frí. Silvurvinnari gjørdist Yannick Agnel úr Fraklandi við tíðini 3:41.42.[39]

World Cup 2010 í Moskva

rætta

Pál Joensen vann tvey gull heiðursmerki í Moskva 2. og 3. november á World Cup svimjistevnu. Hann luttók í tveimum kappingum og vann báðar. Fyrst svam hann 400 metrar frí í tíðini 3:45.56. Dagin eftir, hin 3. november 2010, svam hann finaluna í 1500 metrum frí. Hann vann gull við tíðini 14:50.66.[40]

World Cup 2010 í Berlin

rætta

Pál luttók á World Cup svimjistevnu í Berlin í Týsklandi 30. og 31. oktober 2010. Fyrra dagin svam hann 400 metrar frí. Hann svam innleiðandi um morgunin, har hann svam við næstbestu tíðini, sum var 3:46.76. Bara niðurlendingurin Job Kienhuis svam skjótari enn Pál í innleiðandi kappingini, tað gjørdi hann við 3/100 sekundi skjótari, Kienhuis svam við tíðini 3:46.73.[41] Teir skjótastu átta svimjarnir komu víðari til finaluna, sum var seinnapartin sama dag. Vinnarin gjørdist týskarin Paul Biedermann, sum er heimsmeistari á sama teini og sum eigur heimsmetið í 400 m frí á stuttbana og á langbana.[42] Hann vann gull við tíðini 3:42.31. Pál vann silvur við tíðini 3:44.45 og Job Kienhuis vann bronsu við tíðini 3:45.27. [43] Dagin eftir, hin 31. oktober 2010, svam Pál finaluna í 1500 metrum frí. Hann gjørdist nummar tvey og vann sostatt silvur við tíðini 14:47.39.[44] Vinnarin av 1500 m frí á stuttgeil gjørdist niðurlendski Job Kienhuis við tíðini 14:40.11. Jan Wolfgarten úr Týsklandi vann bronsu.

2010 European Swimming Championships - Svimjikapping um Europameistaraheitið 2010 í Budapest

rætta

Pál Joensen luttók í EM svimjikappingini á langbana í Budapest í Ungarn í august 2010, har kappast varð um europameistaraheitið. Pál luttók í 1500 metrum frí. Innleiðandi svimjingin var 10. august, og finalan við 8 luttakarum var svomin 11. august. Pál svam í fyrsta av trimum riðlum. Hann vann sín riðil í innleiðandi svimjingikappingini við tíðini 15:04.05. Í seinasta riðlinum svam ein italienari skjótari enn Pál, tað var Samuel Pizzetti, sum svam við tíðini 15:03.32.[45] Pál svam sostatt við næstbestu tíðini í innleiðandi svimjikappingini í 1500 m frí hjá monnum á langbana. Danin Mads Glæsner gjørdist nummar 9 og kom tí ikki í finaluna. Pál var einasti norðurlendingurin, sum svam í finaluni, sum varð 11. august. Úrslitið av finaluni gjørdist, at Pál vann silvur við tíðini 14:56.90, sum var tað skjótasta, ið Pál nakrantíð hevur svomið í 50 metra hyli til tá, tíðin var eisini nýtt Norðurlendskt met og sjálvsagt eisini nýtt føroyskt met.[46] Tað gjørdist franskmaðurin Sébastien Rouault, ið vann gull við tíðini 14:55.17. Bronsu heiðursmerkið fór til italienaran Samuel Pizzetti, sum dagin fyri var tann einasti sum svam skjótari enn Pál. Úrslitið av kappingini (navn, land og tíðir hjá gull, silvur og bronsu vinnarunum):

Great London Swim 2010 - Havsvimjing fyri elitusvimjarar

rætta

Pál Joensen varð boðin við til árligu svimjikappingina Great Swim í London, har umleið 5000 fólk luttóku.[48] Elitusvimjarar svimja fyri seg sjálvar, har luttóku olympiskir vinnarir, evropameistarir og heimsmeistarir. Pál Joensen gjørdist nummar fýra við tíðini 16:47.45. Tíðirnar hjá 4 teimum bestu vóru hesar:

Vann gull og bronsu í Suðurafrika

rætta

Pál Joensen luttók á altjóða svimjistevnu í Durban í Suðurafrika í apríl 2010, sum nevnist Telkom SA National Aquatic Championships 2010. Pál luttók í 800 metrum frí og 1500 metrum frí á langbana. Pál vann gull á 800 metrum frí við tíðini 7:58.92. Pál vann bronsu í 1500 m frí við tíðini 15:21.84. Vinnari av 1500 m frí gjørdist Heerden Herman úr Suðurafrika við tíðini 15:06.75.

Fina World Cup 2009 í Berlin - Norðurlendskt met

rætta

15. november svam Pál Joensen finaluna í 1500m frí á stuttbana til World Cup í Berlin . Pál vann silvur og setti nýtt norðurlendskt met við tíðini 14:32.15. Hann átti sjálvur metið frammanundan, tað setti hann í Stokkholmi 4 dagar frammanundan.

Fina World Cup 2009 í Stokholm - Norðurlendskt met

rætta

11. november svam Pál Joensen finaluna í 1500m frí á stuttbana til World Cup í Stokkholm . Pál vann silvur og setti nýtt norðurlendskt met við tíðini 14:32.59. Hann átti sjálvur metið frammanundan, tað setti hann í Moskva 4 dagar frammanundan. Tá var hann fyrsti føroyingur nakrantíð, sum hevur sett norðurlendskt met í svimjing. Italienarin Federico Colbertaldo vann kappingina og danin Mads Glæsner gjørdist nr. 3. Tíðirnar sóu soleiðis út hjá teimum trimum:

  • Federico Colbertaldo 14:28.35
  • Pál Joensen 14:32.59 (Norðurlendskt met)
  • Mads Glæsner 14:39.88

Fina World Cup 2009 í Moskva - Vann gull og setti norðurlendskt met

rætta

7. november 2009 vann Pál gull í Moskva á 1500m frí á stuttbana við tíðini 14:32.64. Kappingin nevndist FINA World Cup. Samstundis setti Pál nýtt føroyskt met og nýtt norðurlendskt met. Við hesi tíðini var Pál Joensen bert 3.13 sekund frá heimsmetinum. Inntil tá (nov. 2009) má hetta sigast at vera størsta føroyska ítróttarbragdið nakrantíð.

FINA World Championships 2009 - Heimsmeistaraskapið í svimjing

rætta

Pál Joensen luttók í svimjikapping um heimsmeistaraheitið í Rom, Italia í 2009. Pál luttók í 400 m, 800 m og 1500 metrum í frísvimjing. Hann svam ikki sínar bestu tíðir og kom ikki víðari í finaluna. Besta úrslitið hjá honum gjørdist eitt 17. pláss í 1500 metrar frí hjá monnum. Tað var tunesiski Oussama Mellouli, sum gjørdist heimsmeistari í 1500 m frí, Ryan Cochrane úr Kanada vann silvur og Sun Yang úr Kina vann bronsu. Danin Mads Glæsner gjørdist nummar 10.[50]

European Short Course Swimming Championships 2009 - Svimjing um Europameitaraheitið á stuttbana 2009

rætta

Pál Joensen luttók í svimjikapping um europameistaraheitið, sum var í Istanbul í 2009. Hann svam innleiðandi 400 metrar og kom víðari til finaluna, men hann avlýsti finaluna. Hann svam eisini 1500 metrar frí hjá monnum og kom víðari í finaluna. Hann gjørdist nummar 7 í 1500 metrar frí við tíðini 14:38.00. Vinnarin gjørdist Jan Wolfgarten úr Týsklandi við tíðini 14:20.44, italienarin Federico Colbertaldo vann silvur við tíðini 14:25.68, danin Mads Glæsner vann bronsu við tíðini 14:26.74.[51]

Pál Joensen vann fleiri gull heiðursmerki og setti fleiri føroysk met á Oyggjaleikum 2009 á Álandi:

  • Menn 100m Frí 00:50.04
  • Menn 1500m Frí 15.44.68
  • Menn 200m Bringu 02:16.06
  • Menn 200m Frí 1:47.76
  • Menn 400m Frí 03:45.87
  • Menn 50m Frí 23.19 (Deilt 1. pláss)

European Short Course swimming championship 2008 - EM á stuttbana (fyri vaksin) í Kroatia

rætta

Fýra mánaðir aftaná bragdið í Beograd, tá Pál gjørdist trýfaldur junior europameistari, slapp hann at royna seg millum teir vaksnu svimjararnir. Hesaferð var tað í Kroatia til kappingina um europameistaraheitið á stuttbana í desember 2008. Pál gjørdist nummar fimm á 1500 frí. Fimm teir bestu vóru hesir (navn, land og tíðir):[52]

Trýfaldur Junior Europameistari 2008

rætta

Vann 3 gullheiðursmerki við evropameistaraskapið fyri juniorar í svimjing í Beograd, Serbia í august 2008. 400m frí við tíðini 3.51.44, 800m frí við tíðini 7.56.90 og 1500m frí við tíðini 15.18.37.

Oyggjaleikir 2007

rætta

Pál Joensen luttók á Oyggjaleikunum 2007 á Rodos í juli 2007. Hann vann 5 gull og 1 bronsu heiðursmerki og gjørdist eitt kent navn í Føroyum

  • Menn 200 m frí, gull, 1:53.60
  • Menn 400 m frí, gull, 4:00.23
  • Menn 1500 m frí, gull, 15:48.25
  • Menn 4x50 m frí, gull, 1:36.01
  • Menn 50 m blandað, gull, 1:47.71
  • Menn 100 m blandað, bronsu, 4:00.38

HM í svimjing 2007

rætta

Pál Joensen kvalifiseraði seg til HM í svimjing 2007 (fyri vaksin), hóast hann bert var 16 ára gamal. Stevnan varð hildin í Melbourne í Avstralia í døgunum 17. mars - 1. apríl 2007. Pál svam í kappingunum í 50 m, 100 m, 200 m, 400 m og 800 m frí. Hann svam seg ikki víðari til nakra finalu. Hann gjørdist nummar 34 í 800 m frí við tíðini 8:30.31, 36 í 1500 m frí við tíðini 16:23.56,[53] 52 í 400 m frí.

Heiður

rætta

Ársins føroyski svimjari 2013, flest FINA stig og FM heiðursmerki nummar 100

rætta

Pál vann heiðurin sum Ársins Svimjari 2013 eftir FM Stevnuna í Havn. Hann fekk eisini handað steyp, tí hann var tann svimjarin, ið fekk flest FINA stig undir einari kapping, tað gjørdi hann í 800 metrum frí. Á FM stevnuni fekk Pál handað síi FM heiðrsmerki nummar 100, og tað var gull. Av teimum 100 heiðursmerkjunum vóru yvir 80 av teimum gull heiðursmerki. Á FM stevnuni setti Pál nýtt føroyskt met í 100 m bringu við tíðini 1:03.00, og í 4 x 50 m frí við tíðini 1:35.06.[54]

Ársins føroyska ítróttarnavn og Ársins ítróttarbragd

rætta

Seinastu árini hava føroyskir fjølmiðlar útnevnt føroyingar sum hava skarað framúr innan ymisk øki. Dimmalætting hevur útnevnt "Ársins Ítróttarbragd". Pál vann heiðurin "Ársins Ítróttarbragd 2007" í februar 2008 saman við venjara sínum Jón Bjarnasyni. Kringvarpið hevur seinastu árini skipa fyri sendingini Stjørnuskot har m.a. "Ársins Føroyska Ítróttarnavn" verður kosið. Pál Joensen vann heiðurin í 2007, 2008[55] og 2009. [56] Í 2010 var ongin útnevndur til "Ársins Ítróttarbragd".

Keldur

rætta
  1. FINA.org - 2016 Rio Qualifiers list (as of 3/29/2015)
  2. sudurras.fo - Hátíðarlig løta í Páls Høll
  3. sudurras.fo - Kykmynd: Vatn fylt í langhylin
  4. sport.tv2.dk - Færøsk svømmer klarer OL-krav og stiller op for Danmark
  5. svimjing.com
  6. svimjing.com - Pál 15:10.35 og gull í 1500 frí á MOM Marseille 2015
  7. sudurras.fo - Pál nr. 4 í Heiminum við nýggjum føroyskum og norðurlendskum meti
  8. livetiming.dk, Løb 38, 1500m Frisvømning Herrer, Finaler
  9. svimjing.com, Pál 3:51.45 og silvur á Danish Open 2014
  10. livetiming.dk, Løb 20, 200m Frisvømning Herrer, Finaler
  11. "Aktuelt.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-03-03. https://web.archive.org/web/20140303142230/http://aktuelt.fo/aftur+gull+til+pal+i+dag.html#.UxPBmUIhCK0. Heintað 2014-03-03. 
  12. svimjing.com, Pál 3:54.64 í 400 frí og gull á Østdanske Langbanemesterskaber
  13. Svimjing.com, Pál 3:45.80 og nr 8 í 400 frí á Duel in the Pool 2013
  14. Svimjing.com, Pál 7:39.69 og silvur í 800 frí á Duel in the Pool 2013
  15. Svimjing.com, Pál 14.35.99 og silvur á EM á stuttgeil í Herning
  16. Svimjing.com, Fyrstu innleiðandi riðlar avgreiddir á EM á stuttgeil 2013
  17. http://livetiming.dk/results.php?cid=1585&session=4&round=F&event=22 Livetiming.dk, Resultater for DM-K & DMJ-K 2013, Løb 22, 800m Frisvømning Herrer, Finaler, Senior
  18. svimjing.com, Pál 14:41.17 og silvur á DM á stuttgeil, Alvi danskur juniormeistari
  19. Livetiming.dk Løb 4, 800m Frisvømning Herrer, Finaler
  20. Svimjing.com
  21. Livetiming.dk Løb 32, 400m Frisvømning Herrer, Finaler
  22. Livetiming.dk Løb 68, 200m Frisvømning Herrer, Finaler
  23. Sudurras.fo, PÁL BRONSU Á 1.500 M. FRÍ VIÐ HM
  24. Fina.org PR 47 - FINA Doping Panel Decision: Mr. Mads Glaesner (DEN)
  25. Omegatiming.com
  26. Svimjing.com, Pál Joensen vann 400 frí á Danish Open, undir OL-kravtíð
  27. Livetiming.dk, Løb 15, 200m Frisvømning Herrer, Finaler
  28. Livetiming.dk, Resultater for Danish Open, Løb 37, 1500m Frisvømning Herrer, Finaler
  29. Svimjing.com, Pál 15:04.39 og tryggjaður OL-pláss í 1500 frí
  30. Omegatiming.com[deyð leinkja]
  31. Omegatiming.com[deyð leinkja]
  32. "Omegatiming.com, EUROPEAN SHORT COURSE SWIMMING CHAMPIONSHIPS, Szczecin, Poland, 8 - 11 December 2011, Men's 200m Freestyle". http://www.omegatiming.com/swimming/racearchives/2011/Szczecin/C74A_Results%20(Summary%20-%20Individual)_36_Men_200_Free.pdf. Heintað 11 December 2011. 
  33. Svimjing.com, Pál víðari í 800 frí finalu við nýggjum norðurlenskum meti
  34. Omegatiming.com, HM 2011 í Shanghai. Menn 800m frí, bestu innleiðandi tíðirnar[deyð leinkja]
  35. Omegatiming.com, 14th FINA WORLD CHAMPIONSHIPS, Shanghai (CHN), Men's 800m Freestyle, Final
  36. Svimjing.com, Undir OL-Kravtíð, norðurlendskt met og sætta pláss í finaluni.
  37. NatWestiowResults2011.com
  38. NatWestiowResults2011.com
  39. "Sudurras1.com". http://www.sudurras1.com/pages/posts/pal-bronsu-a-400-m.-fri4700.php. Heintað 2010-11-06. 
  40. Omegatiming.com[deyð leinkja]
  41. "Sudurras1.com". http://www.sudurras1.com/pages/posts/pal-nummar-2-i-innleidandi-400-fri4649.php. Heintað 2010-10-30. 
  42. Svimjing.com
  43. "Omegatiming.com". http://www.omegatiming.com/swimming/racearchives/2010/Berlin_2010/C73A1_Res1Heat_112_Finals_1_Men_400_Free.pdf. Heintað 2010-10-30. 
  44. "Sudurras1.com". http://www.sudurras1.com/pages/posts/pal-vann-silvur-i-1500-fri4659.php. Heintað 2010-11-01. 
  45. "Omegatiming.com". http://www.omegatiming.com/swimming/racearchives/2010/Budapest2010/C74A_ResSummary_14_Heats_Men_1500_Free.pdf. Heintað 2010-08-10. 
  46. Sudurras.fo[deyð leinkja]
  47. SvimmingWorldMagazine.com
  48. SSF.fo, Pál nr. 4 av 5000 í London.
  49. GreatSwim.org
  50. "Omegatiming.com". http://www.omegatiming.com/swimming/racearchives/2009/Roma2009/C74A_ResSummary_37_Heats_Men_1500_Free.pdf. Heintað 2010-12-17. 
  51. "Omegatiming.com, Men's 1500m Freestyle". http://www.omegatiming.com/swimming/racearchives/2009/Istanbul/C74A_ResSummary_130_Finals_Men_1500_Free.pdf. Heintað 2010-12-17. 
  52. The-Sports.org
  53. "Omegatiming.com". http://www.omegatiming.com/swimming/racearchives/2007/melbourne2007/F74_ResSummary_36_Heats_Men_1500_Free.pdf. Heintað 2011-08-21. 
  54. Livetimung.dk Kapping 42, 4X50m Frísvimjing Menn, Finalur, Senior
  55. Svimjing.com
  56. Portal.fo

Slóðir úteftir

rætta


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið