Rodos
Borg í Rodos býi
Borg í Rodos býi
Landafrøði
Vídd 1.407,94 km²

Umsiting
Land  Grikkaland
Íbúgvalæra
Fólkatal 115.490 (2011)
Íbúgvatættleiki 82 /km²

Rodos (Grikskt: Ρόδος, Rodos, [ˈroðos]) er ein oyggj og ein býur í Grikkalandi. Oyggin er hin størsta í oyggjabólkinum Dodekanes (Tólvoyggjarnar). Høvuðsbýurin á Rodos eitur Rodos eins og oyggin, næststørsti býurin eitur Lindos. Umleið helmingurin av fólkunum búgva í Rodos býi. Býurin er m.a. kendur fyri Risan í Rodos (Kollosan), sum var risastór standmynd av sólgudinum Helios. Standmyndin varð gjørd í 3. øld áðrenn Krist og stóð í havnini á Rodos býi. Standmyndin var 30 metrar høg og var eitt av teimum sjey heimsins undrunum í fornøldini. Standmyndin brotnaði undir einum hørðum jarðskjálvta ár 226 áðrenn Krist. Í Mandraki havnini í Rodos býi, har standmyndin møguliga hevur staðið í fornøldini, eru nú tvær súlur við standmyndum av reinsdjórum. Súlurnar standa báðumegin við innsiglingina til havnina. Rodos er í eystur Egearahavinum, frástøðan til Turkaland er bert 18 km, meðan frástøðan til havnina í Pireus við Athen er 500 km. Rodos luttekur í Oyggjaleikum, sum er ítróttarstevna fyri oyggjasamfeløg. Rodos var vertur fyri leikunum í 2007.[1]

Keldur

rætta
  1. Rhodes2007.info

Slóðir úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið