Magnus Jákupsson er føroyskur/danskur svimjari. Hann er føddur í 1994 og svimur fyri Farum Svømmeklub og fyri danska svimjilandsliðið. Hann hevur fyrr svomið fyri Havnar Svimjifelag og fyri Føroyar. Sportal.fo skrivaði 17. august 2011, at Magnus hevur valt at flyta til Danmarkar at búgva, orsakað av vánaligum umstøðum fyri svimjarar hjá Havnar Svimjifelag í Svimjihøllini í Gundadali, har eru ov fáar geilir til svimjararnar hjá Havnar Svimjifelag ljósu tímarnir, segði formaður felagsins, Eyðun Húsgarð, við Sportal.fo.[1] Magnus hevur sett fleiri føroysk met, nevnast kann, at hann á langbana eigur føroyska metið í 50, 100 og 200 metrar ryggsvimjing, 50 og 100 metrar firvald, 50m frí og 400 metrar blandað.[2] Á stuttbana eigur hann metini í 50, 100 og 200 metrar rygg og 50 og 100 metrar firvald.[3] (Hetta kann verða broytt, sí heimasíðuna hjá ssf.fo og svimjing.com). Magnus Jákupsson luttók fyri Føroyar á Oyggjaleikum 2011 á Isle of Wight í juni/juli 2011. Síðan 2011 hevur Magnus svomið fyri Danmark og kann tí ikki longur seta føroysk met. Í staðin eydnaðist tað honum í 2013 at seta nýtt danskt met í 50 metrar rygg við tíðini 24.06, hetta hendi á evropameistarastevnuni á stuttgeil í Herning í desember 2013.[4] Hin 24. januar 2016 setti hann eisini danskt met á langgeil í 50 metrum rygg, tá ið hann vann gull í 50 rygg við tíðini 25.44,[5] ið var júst sama tíð, ið Matthias Gydesen setti met í í 2010, teir báðir eiga tískil báðir metið við 25.44 sekundum.[6]

Magnus Jákupsson 2011

Lívsleið innan svimjing rætta

Danmarksmeistara stevna á stuttbana 2011 rætta

Í november 2011 luttók Magnus Jákupsson á DM stevnu á stuttgeil í Thisted. Hann vann fleiri heiðursmerki og setti nýggj føroysk met og juniormet. Hann vann eitt gull heiðursmerki í 4x100 m blandað við teimum vaksnu, hini heiðursmerkini vann hann í svimjikappingum fyri juniorar.

  • Gull - 4x100 m blandað, saman við Morten Klarskov, Søren Dahl og Jacob Andkjær [7] (Magnus svam teir fyrstu 100 metrarnar á 55.03 sekund, sum var nýtt føroyskt met fyri vaksin og juniorar, hann betraði sítt egna met)[8]
  • Gull - 200 m rygg við tíðini 2:00.71 (føroyskt met og juniormet)[9]
  • Silvur - 200 m blandað við tíðini 2:05.26 (nýtt føroyskt juniormet).[10]
  • Silvur - 50 m firvald við tíðini 25.10[11]
  • Silvur - 50 m rygg við tíðini 26.13[12]
  • Bronsa - 100 m frí við tíðini 50.82[13]
  • Bronsa - 100 m blandað við tíðini 57.75 (nýtt føroyskt juniormet)[14]

EM fyri ung í Beograd 2011 rætta

Í juli mánað 2011 luttók Magnus fyri Føroyar á Europa Meistara Stevnu fyri Juniorar (EJM) í Beograd í Serbia, har hann m.a. svam seg í semifinaluna í 50m firvald og í hálvfinaluna í 50m rygg og setti fleiri nýggj føroysk met, bæði juniormet og fyri vaksin. Hann gjørdist nummar 13 við tíðini 24.96, sum var nýtt føroyskt met.[15] Magnus var fyrsti føroyingur sum svam teinin undir 25 sekund. 8. juli svam Magnus 200m rygg og setti nýtt føroyskt met við tíðini 2:08.88, Magnus átti sjálvur gamla metið. Hann gjørdist nummar 26 í hesi kapping.[16] 9. juli svam Magnus 50m rygg í hálvfinaluni við tíðini 26.76, tað var nýtt føroyskt met. Magnus bleiv nummar 10.[17] Sama dag svam hann 100m firvald við tíðini 56.20, sum var nýtt føroyskt met. Tað rakk til eitt 24. pláss av 49 luttakandi.[18] 10. juli svam Mangus 50m frí við tíðini 23.90, tað var nýtt føroyskt met. Magnus bleiv nummar 26 í hesi kapping.[19]

Úrslit frá EJM 2011

  • Nr. 10 í 50m rygg við tíðini 26.76 (føroyskt met og juniormet)
  • Nr. 13 í 50m firvald við tíðini 24.96 (føroyskt met og juniormet)
  • Nr. 24 í 100m firvald við tíðini 56.20 (føroyskt met og juniormet)
  • Nr. 26 í 50m frí við tíðini 23.90 (føroyskt met og juniormet)
  • Nr. 26 í 200m rygg við tíðini 2:08.88 (føroyskt met og juniormet)

Oyggjaleikir 2011 á Isle of Wight rætta

Magnus Jákupsson vann 3 gull, 5 silvur og eitt bronsu heiðursmerki á Oyggjaleikunum á Isle of Wight í juli 2011.

Danish Open 2012 rætta

Magnus Jákupsson luttekur á Danish Open frá 22. mars til 25. mars 2012. Fyrsta dagin vann hann silvur í 50 m rygg við tíðini 26.64, sum var nýtt føroyskt met. Hann átti sjálvur gamla metið. Magnus svam eisini innleiðandi í 200 m blandað, men har hendi tað keðiliga, at hann varð kolldømdur fyri 1 hond í vending í skiftinum millum firvald og rygg. Tíðin sá annars út til at vera nýtt føroyskt met, um hann ikki varð kolldømdur.[21] 24. mars svam Magnus seg í finaluna í 100 m firvald við tíðini 55.47, sum var nýtt føroyskt met. Hann átti sjálvur gamla metið, sum var 56.20, tað setti hann á EJM í 2011. Løtu seinni svam Magnus finaluna í 100 rygg við tíðini 59.48, sum var eitt fjórðapláss. Sunnudagin 25. mars kundi Magnus svimja tvær finalur, men hann gav avboð til finaluna í 200 m rygg. Hann svam finaluna í 100 m firvald og gjørdist nummar 7 við tíðini 55.46,[22] sum var nýtt føroyskt met. Hann betraði sítt egna met, sum hann setti dagin fyri, við 1/100 sekundi.[23]

DM á langbana 2013 rætta

  • Gull í 50 m rygg við tíðini 25.63, sum var hansara besta tíð higartil (1. juli 2013) og besta tíð millum danskir svimjarar í 2013.
  • Gull í 100 m rygg við tíðini 55.99.[24]
  • Gull í 200 m rygg við tíðini 2:04.21[25]
  • Silvur í 4 x 100 m frí við tíðini 3:26.38[26]
  • Nr. 5 í 50 m firvald við tíðini 24.72[27]

Swedish Swim Games 2013 rætta

Magnus luttók á Swedish Swim Games (Svenska Simspelen) í oktober 2013. Hann setti fleiri persónlig met, vann trý gull heiðursmerki og eitt silvur. Harumframt setti hann eisini stevnumet í 100 m rygg og varð eisini heiðraður fyri besta mannliga avrik á stevnuni, fyri vinnaratíðina 52.63 í 100 metra ryggsvimjing, sum gevur 804 FINA stig.

  • Gull í 50 m rygg við tíðini 24.64 (persónligt met)[28]
  • Gull í 100 m rygg við tíðini 52.63 (persónligt met og stevnumet)
  • Gull í 200 m rygg við tíðini 1:58.09
  • Silvur í 50 m firvald við tíðini 24.03 (persónligt met)[29]

DM á stuttbana 2013 rætta

  • Gull í 50 m frí við tíðini 24.21 sekund, sum var nýtt danskt met, samstundis svam Andreas Schiellerup somu kapping við júst somu tíð, so báðir vunnu gull og settu dankt met.[30]
  • Gull í 200 m rygg við tíðini 1:54.90, samstundis kvalifiseraði hann seg til EM 2013 í Herning, við tað at hann kláraði kravtíðina, sum er 1:55.27.[31]
  • Gull í 100 m rygg við tíðini 51.75 (persónligt met), tíðin er triðbesta í Evropa, hetta svimjiárið, og langt undir kravtíðini hjá dønum til EM í Herning, á 53.16.[32]

EM 2013 á stuttgeil í Herning rætta

Magnus setti nýtt danskt met í 50 metrar ryggsvimjing, tá hann kom á mál við tíðini 24.06. Hann setti metið í hálvfinaluni. Sjálvt um hann setti danskt met, so rakk tíðin ikki til eitt finalupláss, hann gjørdist nummar 13 av 54 svimjarum.[33]

  • Nr. 13 av 54 í 50 metrar rygg við tíðini 24:06, sum var nýtt danskt met, men ikki rakk til finalupláss
  • Nr. 27 av 49 í 100 metrar rygg við tíðini 52:70, sum ikki rakk til eitt hálvfinalupláss.

MOM Marseille 2014 rætta

Magnus varð úttikin til kappingina 3e Meeting Open Méditerranéen i Marseille saman við tí sonevnda Graet Danes liðnum. Kappingin er vikuskiftið 7. til 9. mars 2014.

  • Gull í 100 metrar rygg við tíðini 56.85
  • Bronsu í 50 metrar rygg við tíðini 26.47[34]
  • Nr. 9 í 100 metra firvaldasvimjing við tíðini 56.32, hann vann B-finaluna[35]

Danish Open 2014 á langgeil rætta

  • Gull í 50 m rygg við tíðini 26.32 sek.[36]
  • Bronsu í 100 metrar rygg við tíðini 56.06[37]

DM á langbana 2014 rætta

  • Gull í 50 m frí við tíðini 26,30 sekund, samstundis svam Andreas Schiellerup somu kapping við júst somu tíð, so báðir vunnu gull.[38]

DM á stuttbana 2014 i Bellahøj rætta

  • Gull í 50 m firvald við tíðini 24.08
  • Gull í 100 m firvald við tíðini 53.34
  • Gull í 50 m rygg við tíðini 24.86[39]
  • Gull í 100 m rygg við tíðini 53.82[40]
  • Gull í 100 m blandað við tíðini 54.57[41]
  • Bronsu í 50 m frí við tíðini 22.43
  • Bronsu í 100 m frí við tíðini 49.66

DM á stuttgeil 2015 rætta

  • Gull í 50 m frí við tíðini 22.31[42]
  • Gull í 50 metrum rygg við tíðini 24.25[43]
  • Gull í 4x50 metrum blandað við samanlagdari tíð fyri liðið Farum Guns H+ Arkitekter á 1:38.38. Jákupsson svam som tann fyrsti av teimum fýra við tíðini 24.32[44]

EM á stuttgeil 2015 í Netanya rætta

Magnus Jákupsson setti tvær ferðir nýtt danskt met í 50 metrum rygg á stuttgeil, fyrst í innleiðandi riðlum við tíðini 24.01[45] og síðan í hálvfinaluni við tíðini 23.84.[46] Hann gjørdist nummar 11 í hálvfinaluni.

  • Nr. 11 í 50 m rygg við tíðini 23.84 (danskt met)
  • Nr. 16 i 100 m rygg við tíðini 51.93[47]

Danish Open 2016 rætta

Danish Open verður svomið á langgeil. Magnus setti danskt met í 50 metrum rygg. Hann betraði um gamla metið við 1/100 sekundi, tað var hann sjálvur og Matthias Gydesen, ið áttu gamla metið. Gydesen setti tað í 2010, og Magnus setti sama met í januar 2016 á Flanders Speedo Cup.

  • Gull í 50 m rygg við tíðini 25.43, ið var nýtt danskt met.[48]
  • Gull í 100 m rygg við tíðini 55.46[49]
  • Nr. 4 í 50 m frí við tíðini 23.18

DM á langgeil 2017 rætta

  • Gull í 50m rygg við tíðini 25.94
  • Gull í stafett við Farum Guns í 4x100m blandað við tíðini 3:42.08
  • Gull í stafett við Farum Guns í 4x100m frí við tíðini 3:23.19
  • Gull í 100m rygg við tíðini 56.33
  • Bronsu í 50m frí við tíðini 23

Keldur rætta

  1. "Sportal.fo". http://sportal.fo/grein/umstodur_senda_evnarikan_svimjara_av_landinum. Heintað 2011-08-17. 
  2. SSF.fo, Føroysk met (50m)
  3. SSF.fo, Føroysk met (25m)
  4. Sportal.fo, EM í svimjing: Magnus Jákupsson setti danskt met[deyð leinkja]
  5. toptime.be - Flanders Speedo Cup 2016, Men, 50m Backstroke[deyð leinkja]
  6. svoem.dk - Jákupsson tangerer Dansk Rekord ved Flanders Cup!
  7. Livetiming.dk, Løb 45, 4X100m Medley Herrer, Finaler, Senior
  8. svimjing.com, Magnus 55.03 og føroyskt met í 100 rygg
  9. Livetiming.dk, Løb 41, 200m Rygsvømning Herrer, Finaler, Junior
  10. Livetiming.se, Løb 13, 200m Medley Herrer, Finaler, Junior
  11. Livetiming.se, Løb 17, 50m Butterfly Herrer, Finaler, Junior
  12. Livetiming.se, Løb 21, 50m Rygsvømning Herrer, Finaler, Junior
  13. Livetiming.dk, Løb 29, 100m Frisvømning Herrer, Finaler, Junior
  14. Livetiming.dk, Løb 2, 100m Medley Herrer, Finaler, Junior
  15. Serbia-Swim.org.rs
  16. Serbia-Swim.org.rs
  17. Serbia-Swim.org.rs
  18. Serbia-Swim.org.rs
  19. Serbia-Swim.org.rs
  20. Natwestiowresults2011.com
  21. Svimjing.com, Pál og Magnus (og Frans) víðari til finalu í kvøld
  22. Livetiming.dk, Løb 23, 100m Butterfly Herrer, Finaler
  23. Svimjing.com, Magnus 55.46 og føroyskt met í 100 firvald á Danish Open
  24. Livetiming.dk, Løb 34, 100m Rygsvømning Herrer, Finaler
  25. Livetiming.dk, Løb 65, 200m Rygsvømning Herrer, Finaler
  26. Livetiming.dk Løb 15, 4X100m Frisvømning Herrer, Finaler
  27. Livetiming.dk, Løb 21, 50m Butterfly Herrer, Finaler
  28. Svimjing.com, Magnus Jákupsson besta mannliga avrik á Swedish Swim Games 2013
  29. Svimjing.com, Magnus Jákupsson gull og silvur á Swedish Swim Games í dag
  30. Svimjing.com, Magnus Jákupsson og Andreas Schiellerup báðir dansk met og DM-gull í 50 rygg
  31. Svimjing.com, Magnus 1:54.90, DM-gull og á danska landsliðið til EM í Herning
  32. "Svimjing.com, Magnus Jákupsson 51.75 og danskur meistari í 100 rygg". http://www.svimjing.com/node?page=1. Heintað 2013-11-21. 
  33. Sportal.fo, EM í svimjing: Magnus Jákupsson setti danskt met[deyð leinkja]
  34. liveffn.com
  35. svimjing.com, Magnus vann B-finaluna í 100 firvald á MOM Marseille 2014
  36. livetiming.dk, Løb 33, 50m Rygsvømning Herrer, Finaler
  37. svimjing.com, Magnus 56.06 og nr 3 í 100 rygg á Danish Open 2014
  38. "in.fo". http://www.in.fo/news-detail/news/magnus-danskur-meistari-i-50-rygg/. Heintað 2014-07-02. 
  39. livetiming.dk - Resultater for DM-K & DJM-K 2014 - 50m Rygsvømning Herrer, Finaler
  40. livetiming.dk - Resultater for DM-K & DJM-K 2014 - 100m Rygsvømning Herrer, Finaler
  41. livetiming.dk - Resultater for DM-K & DJM-K 2014 - Løb 2, 100m Medley Herrer, Finaler
  42. livetiming.dk - Løb 8, 50m Frisvømning Herrer, Finaler
  43. livetiming.dk - Løb 21, 50m Rygsvømning Herrer, Finaler
  44. - Løb 25, 4X50m Medley Herrer, Finaler
  45. "fsk.dk". http://www.fsk.dk/konkurrence/92-art2015/967-20151206-ekm1. Heintað 2016-01-25. 
  46. microplustiming.com[deyð leinkja]
  47. "swimnews.dk - EM Kortbane 2015 - Dag 2 - Finaler". http://swimnews.dk/nyheder/em-kortbane-2015-dag-2-finaler. Heintað 2016-01-25. 
  48. svimjing.com - Føroysk veitsla 3. kvøld á Danish Open 2016
  49. "swimnews.dk - Magnus Jákupsson tangerer dansk rekord". http://swimnews.dk/nyheder/magnus-j%C3%A1kupsson-tangerer-dansk-rekord. Heintað 2016-04-15. 

Slóðir úteftir rætta