Lat upp høvuðsmeny
Pauli Øssursson Mohr

Pauli Øssursson Mohr (føddur 12. oktober 1991) er føroyskur svimjari úr Fuglafirði. Pauli svimur fyri Havnar Svimjifelag og fyri Føroyar. Til mars 2010 svam hann fyri Fuglafjarðar Svimjifelag.[1] Pauli hevur fleiri ferðir sett met í 50 m bringu. Hann var fyrsti føroyingur sum svam 50 m bringusvimjing á stuttbana undir 29 sekund, tað gjørdi hann tá hann setti nýtt føroyskt met í 50 m bringu á SMS Stevnu í Havn 15. apríl 2012 við tíðini 28.87.[2]

Lívsleið innan svimjingRætta

FM 2013Rætta

  • Gull í 4 x 100 m blandað við tíðini 3:58.82
  • Gull í 50 m frí við tíðini 24.00
  • Gull í 4 x 100 m frí við tíðini 3:34.53
  • Silvur í 4 x 50 m frí við tíðini 1:36.95[3]

Luttók á Europameistara stevuni á langgeil 2010 - Føroyskt metRætta

Tveir føroyingar luttóku til EM 2010 í Budapest á langbana, tað vóru Pauli Øssursson Mohr og Pál Joensen. Pauli svam í trimum kappingum: 50 m firvald, 100 m frí og 50 m bringu. Pauli betraði sítt persónliga met í øllum greinunum, sum hann svam í, og so setti hann eitt nýtt føroyskt met í 50 m bringu við tíðini 31.39. Tað var Dánjal Martin Hofgaard úr Vági, sum átti gamla metið, sum var 32.36. [4]

Oyggjaleikir 2009Rætta

Pauli Øssurson Mohr var ein av føroysku svimjarunum, sum luttóku til Oyggjaleikirnar á Álandi í 2009. Pauli vann eitt gull heiðursmerki fyri Føroyar, tvey silvur og eitt bronsu. Bronsuna vann hann í 50 m frí við tíðini 23.33. Gull vann hann í 4x50m blandað. Silvur vann hann í 4x100m blandað og í 4x100m frí.[5]

Vann gullnálRætta

At vinna gullnál er størsti heiðurin, sum ein svimjari kann vinna í Føroyum. Hetta megnaði Pauli Øssursson Mohr til Føroyameistarastevnuna 2009, tá hann svam 50 m frí í tíðini 23.44, sum var nýtt føroyskt met. Hann betraði sjálvur fleiri ferðir hetta metið í 2009, men Pál Joensen tók metið til Oyggjaleikirnir á Álandi summarið 2009. Pauli Øssurson Mohr er triði svimjarin, sum vinnur gullnál til Fuglafjarðar Svimjifelag. Hini bæði sum hava vunnið gullnál til felagið eru Elspa Mørkøre og Kári á Høvdanum.[6]

KeldurRætta

  1. Havnarsvimjifelag.com, Pauli Øssursson Mohr er nú HS´ari.
  2. Svimjing.com
  3. Livetiming.dk
  4. Svimjing.com, Pauli nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing.
  5. Alandresults2009.com, Competitor Details - Pauli Øssursson Mohr.
  6. Fuglafjordur.com, Pauli Øssursson Mohr vann gullnál.

Útvortis ávísingarRætta