11. HM í svimjing á stuttgeil var hildið í Istanbul, Turkaland hin 12–16 desember 2012. USA vann kappingina við 27 heiðursmerkjum, harav 11 gull, 8 silvur og 8 bronsu. Føroyar luttók við 2 svimjarum: Pál Joensen og Birita Debes.[1] Fyri fyrstu ferð í søguni, eydnaðist tað einum føroyingi at vinna eitt heiðursmerki í einari stórari altjóða ítróttargrein. Pál Joensen vann nevniliga silvur í 1500 m frí og skrivaði harvið føroyska ítróttarsøgu. Upprunaliga vann hann eitt bronsuheiðursmerki, men hetta bleiv broytt í juni 2013, tá FINA dopingnevndin tók avgerð í einum máli um danan, Mads Glæsner, sum vísti seg at hava brúkt eitt ólógligt evni.[2] Sambært Mads var hetta ikki við vilja, hann hevði brúkt eitt Vicks næsasprei móti forkølilsi, og visti ikki, at tað var tað amerikanska slagið hann hevði fingið fatur á, og tað er hetta slagið ið innihelt ólógliga evnið Levmetamfetamine.[3] Føroyar kom á heiðursmerkja talvuna á 23. plássi (áðrenn doping dømingina hjá Mads var Føroyar á einum deildum 24. plássi saman við Kekkia og Trinidad/Tobago). Danmark kláraði seg sera væl í hesi kapping og endaði upprunaliga á einum fjórða plássi við 3 gull heiðursmerkjum, harav vann Mads Glæsner eitt gull heiðursmerki í júst somu kapping, sum Pál vann sína bronsu (sum seinni bleiv til silvur) í, men sum nevnt, so mistu danir hetta gull heiðursmerkið umframt eitt bronsuheiðursmerkið, sum Mads hevði vunnið í 400 m frí, og endaðu síðan á 6. plássi.
11. HM í svimjing á stuttgeil |
---|
Vertsbýur |
Istanbul, Turkaland |
---|
Dagfestingar |
12–16. desember |
---|
Svimjihøll(ir) |
Sinan Erdem Dome |
---|
Luttakandi lond |
161 |
---|
Luttakandi ítróttafólk |
958 |
---|
Kappingar |
40 |
---|
|
Heiðursmerkja býtið
rætta
- ↑ Svimjing.com Føroyar millum bestu svimjitjóðir í heiminum
- ↑ Fina.org PR 47 - FINA Doping Panel Decision: Mr. Mads Glaesner (DEN)
- ↑ Dr.dk Vicks næsespray skyld i Glæsners dopingdom