Duel in the Pool er ein svimjistevna, sum byrjaði í 2003. Tey fyrstu árini var kappingin millum teir bestu svimararnir úr USA og Avstralia, men síðan 2009 hava tað verið svimjarar úr USA og Evropa, sum dystast hvør móti øðrum. Kappingin verður hildin annað hvørt ár. Føroyski Pál Joensen luttók í 2011 og 2013. Í 2011 vann hann gull í 800 metrum frí við tíðini 7:36.24, sum var nýtt føroyskt met.[1] Í 2013 vann hann silvur við tíðini 7:39:69.[2]


Keldur rætta

  1. Svimjing.com, Pál 7:36.24 í 800 frí, føroyskt met og gull á Duel in the Pool 2011
  2. "Sportal.fo, Pál Joensen vann silvur í dag í Duel in the Pool". http://sportal.fo/pal+joensen+vann+silvur+i+dag+i+duel+in+the+pool.html#.UrZDxWSovoo. Heintað 2013-12-22.