EM í svimjing og vatnítrótti er svimjikapping á langbana umframt aðrar kappingar innan vatnítrótt. Hinar kappingarnar eru: kaving, synkron svimjing og havsvimjing (opið vatn svimjing). Kappingin verður hildin annað hvørt ár í einum evropeiskum landi. Nú verður kappingin hildin líka ár, í 80'unum og 90'unum varð hon hildin ólíka ár. Kappingin hevur verið síðan 1926, fram til 1981 var hon ikki so reglulig, tað gingu umleið 3-4 ár ímillum hvørja ferð, tó var ein longri pausa frá 1938 til 1947 í tíðini, tá Seinna Heimskríggj var. Føroyar kunnu luttaka í hesi kapping. Í 2010 luttóku Pál Joensen og Pauli Øssursson Mohr fyri Føroyar. Pál Joensen vann tá silvur í 1500 m frí og var tað fyrstu ferð at Føroyar vann heiðursmerki til eina EM svimjikapping. EM á langgeil er vanliga um summarið, í 2010 var kappingin í august. EM í svimjing á stuttgeil er ein onnur kapping, sum oftast verður hildin um veturin um hálvan desember. EM í svimjing á stuttgeil (stuttbana) hevur verið hvørt ár síðan 1991.

EM í svimjing og í vatnítrótti rætta

Sí eisini rætta

Slóðir úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið