Madrid
Skjøldur | Kort |
---|---|
Grunddáta | |
Land: | Spania |
Vídd: | 606 km2 |
Íbúgvar (2013): | 3,207,247 |
fyri km²: | 5,198/km2 |
Postnummur: | 28001-28080 |
Heimasíða: | www.munimadrid.es |
Madrid er høvuðsstaður Spaniu, og hevur umleið 3,2 mió. íbúgvar (2005). Madrid er størsti býur í Spania, um upplandið verður talt við, kemur fólkatalið upp á 6 milliónir og gerst býurin harvið triðstørsti býur í ES, næst eftir London og Paris. Madrid gjørdist høvuðsstaður í Spania, tí Filipi kongi 2. dámdi so væl veðurlagið har, eisini helt hann býin liggja væl fyri, mitt í landinum. Nú búgva 3,2 milliónir fólk í býnum, og hann er fíggjarmiðdepil og stjórnarbýur landsins. Madrid er miðskeiðis í landinum á Kastilla-háslætta í 640 metra hædd. Í býnum eru stjórnarhúsini og kongsborgin, Escorial. Hann er nú mikil ídnaðar- og handilsbýur. Gamli og vakri miðbýurin verður nevndur Plaza del Sol.
Madrid, høvuðsstaðurin í Spaniu, stendur uppi á háslættanum sunnan fyri fjøllini. Býurin stendur á sera turrum lendi 600 m oman fyri sjóvarmálan. Tað hevur verið stríggið at fáa býnum vatn; men nú hava teir lagt vatnveitingar oman úr fjøllunum og soleiðis fingið vatn til nýtslu í húsarhaldinum og eisini til gosvøtnini og teir nógvu grasagarðarnar, sum eru í býnum. Sum allir suðurlendskir býur er Madrid oyðin við fólk, tá ið heitast er mitt um dagin, tí tá er alt fólkið innandura og hvílir. Men svalligari er á morgni og kvøldi. Hvørt kvøld yður av fólki á geilunum; summi spáka, summi sita og práta á gongubreytum og geilarhornum, meðan onnur spæla onkran streingjaleik.
Í Madrid er ein stórur leikvøllur ella arena, sum spaniumenn siga, ið tekur 14.000 fólk og eitur Plaza de Toros (føroyskt: Tarvagarðurin). Í Tarvagarðinum eru teir stóru tarva-bardagarnir, sum spaniumonnum dámar so væl at síggja.
Úr Madrid ganga jarnbreytir út um alt landið.
Ítróttur
rættaMadrid er heimbýur hjá Real Madrid, sum er ein av kendastu fótbóltsfeløgum í heiminum og sambært FIFA er felagið eisini heimsins mest vinnandi í 20. øld. Real Madrid spælir á Estadio Santiago Bernabéu. Atlético de Madrid hevur eisini sín heimstað í Madrid. Býurin var vertsbýur fyri finaluna í HM í fótbólti 1982.
Í býnum eru eisini tvey kurvbóltslið Asociación de Clubs de Baloncesto (ACB league) og Circuito Permanente del Jarama), ein motorsportvøllur, sum fyrr hevur veriðvertur fyri tað Spanska formel 1 Grand Prix'ið.
Súkklukappingin Spania Runt endar í Madrid á sama hátt sum Tour de France endar í París.
Tað er møguligt at íðka skí ítrótt í Sierra de Guadarrama fjøllunum, sum eru tætt við býin, har liggja skístøðini Valdesquí og Navacerrada.