Magdeburg er høvuðsstaður í týska stakríkinum Sachsen-Anhalt.

Magdeburg

Áin Elbe rennur tætt fram við býnum.

Við árslok 2018 búðu 238.697 fólk í býnum.[1] Harvið er Magdeburg næststørsti býur í Sachsen-Anhalt, næst eftir Halle.

Fyrstu ferð, Magdeburg verður nevndur í skrivligum keldum, er tað í miðøldini. Býurin verður umrøddur sum Magadoburg í einum skjali frá árinum 805. Í 968 varð sjálvstøðugt erkibiskupssetur stovnað í Magdeburg.[2] Tá tríatiárakríggið herjaði í Týsklandi, varð býurin í 1631 fullkomiliga oyðilagdur. Í 1680 gjørdist Magdeburg partur av kurfúrstadøminum Brandenburg. Undir Seinna heimsbardaga vórðu stórir partar av býnum oyðilagdir.

Myndir

rætta

Kend fólk

rætta

Sí eisini

rætta

Ávísingar úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 52°08′00″N 11°37′00″E / 52.13333°N 11.61667°E / 52.13333; 11.61667

Keldur

rætta