Debrecen (IPA: /'dɛbrɛtsɛn/) er næstørsti býur í Ungarn og hevur umleið 207.270 íbúgvar (2010). Debrecen er høvuðsbýur í landslutinum Hajdú-Bihar og liggur umleið 35 kilometrar frá markinum til Rumenia og umleið 220 kilometrar eystanfyri høvuðsstaðin Budapest. Býurin er ein stórur universitetsbýur við lesandi úr øllum heiminum.

Debrecen.

Býurin varð fyrstu ferð nevndur í 1235 sum "Debrezun".

Jødiskt samfelag

rætta
 
Høvuðs synagogan í miðbýnum.

Jødar fingu fyri fyrstu ferð loyvi til at búseta seg í Debrecen í 1814. Við fólkateljing vóru 118 jødiskir menn taldir eftir fýra árum. Tjúgu ár seinni fingu jødar loyvi til at keypa jørð og bústaðarhús. Í 1919 var 10% av íbúgvunum í býnum jødar, tá vóru yvir 10.000 skrásett í jødiska samfelagnum í býnum, og tey áttu nærum helmingin av størri ognum í og kring býin.[1]

Tær ungarsku antisemitisku lógirnar frá 1938 førdu til at nógvar fyritøkur noyddust at lata aftur, og í 1939 vóru nógvir jødar senir til arbeiðsleir í Ukraina, har ið mong teirra doyðu í minuøkjum.[1]


Keldur

rætta
  1. 1.0 1.1 Debrecen Kehilla bók, síða 12-14

Slóðir úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið