Bonn
Bonn er stórbýur í vestara parti av Týsklandi.
Bonn | |||
---|---|---|---|
| |||
Coordinates: 50°44′N 7°6′E / 50.733°N 7.100°ECoordinates: 50°44′N 7°6′E / 50.733°N 7.100°E | |||
Land | Týskland | ||
Fyris. región | Köln | ||
Distrikt | kreisfreie Stadt | ||
Stovnaður | 1. øld | ||
Stjórn | |||
• Yvirborgmeistari | Ashok-Alexander Sridharan (CDU) | ||
Øki | |||
• Tilsamans | 141,06 km2 (Bad rounding here54 sq mi) | ||
Fólkatal (desember 2017) | |||
• Tilsamans | 325,490[1] | ||
Tíðasona | CET/CEST (UTC+1/+2) | ||
Postkotur | 53111–53229 | ||
Telefonkotur | 0228 | ||
Akfar skráseting | Bn | ||
Heimasíða | www.bonn.de |
Býurin, sum liggur við Rínánna, hevur yvir 325.000 íbúgvar. Bonn er tann 9. størsti býur í stakríkinum Nordrhein-Westfalen og tann 19. størsti býur í Týsklandi.
Søga
rættaBýurin varð stovnaður undir navninum Bonna fyri 2000 árum síðan. Castra Bonnensis var latínska heitið á býnum við Rínánna í Rómverska rikinum.
Víkingar vitjaðu Bonn tvær ferðir. Býurin varð oyðilagdur í 882 og 883.
Í miðøldini gjørdist Bonn høvuðssætið hjá Kurfúrstadøminum Köln í tí Týsk-rómverska ríkinum. Hetta tíðarskeið endaði tó, tá ið fraklendingar hersettu býin í 1794. Eftir at franski keisarin, Napoleon, hevði lagt vápnini í 1815, gjørdist Bonn partur av Prusslandi. Stjórnin setti á stovn lærda háskúlan Rheinische Friedrich-Wilhelms-Universität í 1818, sum er uppkallaður eftir táverandi proysiska konginum.
Eftir Seinna heimsbardaga varð Samveldislýðveldið Týskland stovnað í mai 1949 og Bonn gjørdist fyribils høvuðsstaður í Vesturtýsklandi tann 29. november 1949.[2]
Tá Vesturtýskland og Eysturtýskland vórðu sameind tann 3. oktober 1990, gjørdist tó Berlin uppaftur týski høvuðsstaðurin. Í juni 1991 atkvøddi tingið, at sæti hjá týsku stjórnini eisini skuldi flytast til Berlin, og so fekk Bonn heitið "Bundesstadt".
Myndir
rætta-
Gamla Ráðhúsið
-
Høvuðskirkjan (Bonner Münster).
-
Høvuðskirkjan
-
Nýggja Ráðhúsið (Stadthaus).
-
Hofgarten og fyrrverandi slottið hjá kurfúrstanum av Köln.
-
Høvuðsbygningurin hjá lærda háskúlanum Friedrich-Wilhelms-Universität.
-
Konserthúsið Beethovenhalle.
-
Býlingurin Bundesviertel í fyrrverandi høvuðsstaðnum.
-
Palais Schaumburg er fyrrverandi høvuðssæti hjá týska samveldiskanslaranum.
-
Villa Hammerschmidt er fyrrverandi høvuðssæti hjá týska samveldisforsetan.
-
Høvuðstokstøðin Bonner Hauptbahnhof
-
Poppelsdorfer Allee.
-
Listasavnið Bundeskunsthalle.
-
Náttúrusavnið "Museum König"
-
Gongubreyt fram við Rínánni.
Kend fólk
rættaSí eisini
rættaÁvísingar úteftir
rætta- bonn.de, Heimasíðan hjá býnum
Keldur
rætta- ↑ Bevölkerungsstand, landesdatenbank.nrw.de
- ↑ 29.November 1949 - Bonn wird Bundeshauptstadt, nrw2000.de