HM í svimjing 2011
HM í svimjing og øðrum vatnítrótti (2011 World Aquatics Championships) var í Shanghai í Kina í døgunum 16. til 31. juli 2011. Føroyar var umboðað av einum svimjara, tað var Pál Joensen úr Susvim, sum kláraði seg sera væl, hann svam í tveimum kappingum og kvalifiseraði seg til finaluna í báðum kappingunum, nevniliga í 800 frí, har hann svam við næstbestu tíðini í innleiðandi og gjørdist nummar 5 í finaluni og í 1500 frí, har hann svam við sættbestu tíð í innleiðandi og gjørdist nummar fýra av øllum, bert 0,67 sekund frá bronnsu heiðursmerki. Tríggjar ferðir setti hann norðurlendskt met, einaferð í 800 metrum frí[1] og tvær ferðir í 1500 m frí. Við tíðini 14:46,33 hevur Pál væl og virðiliga kvalifisera seg til Summar OL 2012 í London. Hann svam nevniliga 25 sekundir undir kravtíðina til OL sum er 15:11,83. Pál Joensen svimur fyri Danmark til Summar OL 2012, hann er til nú (5. august 2011) einasti maður úr danska ríkinum, sum hevur svomið nóg skjótt til at kvalifisera seg til OL á júst hasum teininum. Pál svimur eisini skjótt á 800 metrum frí, men tað er ikki ein olympisk disiplin. Danin Mads Glæsner kvalifiseraði seg til 400 metrar frí, men var eitt sekund ov seinur til HM 2011 í Shanghai til tess at kvalifisera seg til summar OL 2012. Men Pál sá út til at vera besta boð uppá danskt heiðursmerkið hjá monnum í 1500 metrum frí, tað metti Allan Nielsen, sum skrivaði fyri Politiken á HM 2011 í Shanghai.[2] Tað vóru 18 tjóðir við 2220 ítróttarfólkum sum luttóku á HM stevnuni í svimjing og vatnítrótti 2011 í Shanghai. Næsta HM í svimjing eftir hesa var í Barcelona í 2013.
Tíðarskrá Edit
● | Disiplin kappingar | 1 | Finalu kappingar |
Juli 2011 | 16. Ley |
17. Sun |
18. Mán |
19. Týs |
20. Mik |
21. Hós |
22. Frí |
23. Ley |
24. Sun |
25. Mán |
26. Týs |
27. Mik |
28. Hós |
29. Frí |
30. Ley |
31. Sun |
Medaljusett |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Kaving | 1 | 1 | 2 | 2 | ● | 1 | 1 | 1 | 1 | 10 | |||||||
Uttandura svimjing (Open water swimming) | 1 | 1 | 1 | 2 | 2 | 7 | |||||||||||
Svimjing | 4 | 4 | 5 | 4 | 5 | 5 | 6 | 7 | 40 | ||||||||
Synkronsvimjing | 1 | 1 | 1 | 1 | 1 | 1 | 1 | 7 | |||||||||
Vatnpolo | ● | ● | ● | ● | ● | ● | ● | ● | ● | ● | ● | ● | 1 | 1 | 2 | ||
Tal av heiðursmerkjum | 1 | 2 | 3 | 4 | 2 | 3 | 4 | 4 | 5 | 4 | 5 | 4 | 5 | 6 | 7 | 7 | 66 |
Í alt | 1 | 3 | 6 | 10 | 12 | 15 | 19 | 23 | 28 | 32 | 37 | 41 | 46 | 52 | 59 | 66 | |
Juli 2011 | 16. Ley |
17. Sun |
18. Mán |
19. Týs |
20. Mik |
21. Hós |
22. Frí |
23. Ley |
24. Sun |
25. Mán |
26. Týs |
27. Mik |
28. Hós |
29. Frí |
30. Ley |
31. Sun |
Medaljur |
Yvirlit yvir heiðursmerki Edit
Nummar | Land | Gull | Silvur | Bronsa | Í alt |
---|---|---|---|---|---|
1 | USA | 17 | 6 | 9 | 32 |
2 | Kina | 15 | 13 | 8 | 36 |
3 | Russland | 8 | 6 | 4 | 18 |
4 | Brasil | 4 | 0 | 0 | 4 |
5 | Italia | 3 | 4 | 2 | 9 |
6 | Stórabretland | 3 | 3 | 0 | 6 |
7 | Avstralia | 2 | 10 | 4 | 16 |
8 | Frakland | 2 | 4 | 5 | 11 |
9 | Holland | 2 | 1 | 3 | 6 |
10 | Grikkaland | 2 | 1 | 1 | 4 |
11 | Danmark | 2 | 1 | 0 | 3 |
12 | Týskland | 1 | 3 | 9 | 13 |
13 | Svøríki | 1 | 1 | 0 | 2 |
14 | Ungarn | 1 | 0 | 4 | 5 |
15 | Hvítarussland | 1 | 0 | 0 | 1 |
15 | Bulgaria | 1 | 0 | 0 | 1 |
15 | Noreg | 1 | 0 | 0 | 1 |
15 | Korea | 1 | 0 | 0 | 1 |
15 | Sveis | 1 | 0 | 0 | 1 |
20 | Kanada | 0 | 4 | 3 | 7 |
21 | Japan | 0 | 4 | 2 | 6 |
22 | Spania | 0 | 1 | 5 | 6 |
23 | Pólland | 0 | 1 | 0 | 1 |
23 | Serbia | 0 | 1 | 0 | 1 |
25 | Suðurafrika | 0 | 0 | 3 | 3 |
26 | Meksiko | 0 | 0 | 2 | 2 |
27 | Kroatia | 0 | 0 | 1 | 1 |
27 | Ukraina | 0 | 0 | 1 | 1 |
Í alt | 68 | 64 | 66 | 198 |