Alexander Dale Oen
Alexander Dale Oen (føddur 21. mai 1985 í Øygarden, Noreg, deyður 30. apríl 2012 í Flagstaff, Arizona, USA var norskur elitusvimjari. Hann var serliga dugnaligur í bringusvimjing. Hann var fyrsti norðmaður, sum svam 100 metrar bringu undir ein minutt, tað hendi í 2005, tá setti hann eisini norðurlendkst met. Hann var eisini fyrsti norðmaður, sum vann EM gull í svimjing. Á Olympisku Leikunum 2008 í Bejing gjørdist hann fyrsti norðmaður, ið vann heiðursmerki í svimjing, tá hann vann silvur í 100 m bringu. Hann vann EM á langbana í 100 m bringu í 2008 og silvur í 50 og 200 m bringu. Hann vann EM gull í 100 m bringu í 2006. Í 2011 gjørdist hann heimsmeistari í 100 metrum bringu. Samstundis sum HM kappingin var í Shanghai, fór ein ræðulig hending fram í Noregi, tá Anders Breivik framdi hópdráp móti ungum norðmonnum, sum vóru á Utøya, og brast eina bumbu í Oslo. Tá Alexander vann heimsmeistaraheitið, peikaði hann á norska flaggið, sum var á svimjihúgvu hansara, hann segði aftaná, at hetta gjørdi hann fyri at minnast tey, sum doyðu á Utøya og í Oslo í yvirgangsatsóknini heima í Noregi. Evropeiska Svimjisambandið gav honum heiðurin "Besti mannligi svimjarin í Evropa" í 2011. Alexander Dale Oen var til hæddarvenjing í Arizona, tá hann bráddliga doyði. Alexander Dale Oen varð størsta OL vónin hjá Noregi um at vinna OL heiðursmerki til Noreg til OL 2012 í London. Alexander var ikki sjúkur áðrenn hann doyði, hann hevði bara havt nakað av pínu í økslini, men hann hevði fingið viðgerð fyri tað, og tað gekk framá. Hann tosaði í telefon við familjuna umvegis internetið við Skypa stutt áðrenn hann varð funnin deyður á baðirúminum. Hann lá partvís á gólvinum og lutvís á kantinum á baðikarinum, tá svimjivinir hansara funnu hann klokkan 19.50 lokala tíð.[1] OL-læknin hjá norska svimjilandsliðnum kom alt fyri eitt á staðið og royndi at fáa lív í hann aftur við at geva honum hjarta/lunga 1. hjálp, men uttan úrslit. Hann bleiv síðan koyrdur á sjúkrahús, har tað klokkan 21 lokala tíð varð staðfest, at hann varð deyður.[2]
Altjóða úrslit
rættaKeldur
rætta- ↑ "Sport.aftenposten.no, Svømmeren Alexander Dale Oen er død". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-05-04. https://web.archive.org/web/20120504170519/http://sport.aftenposten.no/sport/svomming/article234619.ece. Heintað 2012-05-01.
- ↑ "Sport.aftenposten.no, Svømmeforbundet er i sjokk etter at Alexander Dale Oen brått døde". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-05-04. https://web.archive.org/web/20120504171221/http://sport.aftenposten.no/sport/svomming/article234622.ece. Heintað 2012-05-01.
- ↑ Dale Oen tok EM-gull på 100-meteren, VG Nett, 9. desember 2011
- ↑ Dale Oen sjokkerte, VG Nett, 10. desember 2011
- ↑ «Det var en nytelse å høre nasjonalsangen», VG Nett, 10. august 2010