Føroyar á HM 2011 stevnu í svimjing
Føroyar luttók í HM í svimjing 2011 á langbana í Shanghai í Kina í juli 2011. Ein føroyingur svam nóg skjótt til tess at luttaka í HM stevnuni, tað var Pál Joensen, sum svimur fyri Susvim og Føroyar. Pál svam í tveimum kappingum, í 800 metrar frí og 1500 metrar frí. Hann kláraði seg einastandani væl, svam við næstskjótastu tíð í innleiðandi 800 metrar frí, gjørdist nummar fýra í finaluni í 1500 metrum frí[1] og nummar fimm í finaluni í 800 metrum frí.[2] Hann setti nýtt Norðulendskt met fleiri ferðir og sjálvsagt eisini føroyskt met.
- Menn
Svimjari | Kapping | Innleiðandi | Semifinalur | Finala | |||
---|---|---|---|---|---|---|---|
Tíð | Nummar | Tíð | Nummar | Tíð | Nummar | ||
Pál Joensen | Menn 800 m frísvimjing | 7:45.55 | 2 Q | 7:46.51 | 5 | ||
Menn 1500 m frísvimjing | 14:56.66 | 6 Q | 14:46.33 | 4 |