Kringvarp Føroya er almenni loftmiðlastovnurin í Føroyum. Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya vórðu løgd saman í ein stovn 1. januar 2005, eftir avgerð frá landsstýrismanninum í Mentamálum, Jógvan á Lakjuni. Stjórin í Kringvarpi Føroya er Ivan Hentze Niclasen.[1]

Bygningar hjá Kringvarpi Føroya í Tórshavn

Public service sáttmálin

rætta

Stovnurin Kringvarp Føroya hevur nakrar skyldur og uppgávur, sum er neyvt orðaðar í einum Public service sáttmála. Hetta er ein sáttmáli, har partarnir eru Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið. Harímillum eru nakrar lógarásettar skyldur.

Kringvarpslógin § 10.

rætta

Kringvarp Føroya hevur skyldu til at útvarpa sendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald. Kringvarp Føroya skal í programmvirkseminum leggja dent á upplýsingar- og talufrælsi, sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga. Stk. 2. Kringvarp Føroya eigur at leggja dent á at hava gott føroyskt mál í sínum sendingum. Kringvarp Føroya hevur skyldu at tryggja starvsfólkunum holla málsliga ráðgeving. Stk. 3. Kringvarp Føroya skal ansa eftir, at sendingar ikki kunnu skaða likamligu, sálarligu og siðalagsligu menningina hjá børnum og ungum undir lógaldri, eitt nú við ónærisligum ella ógrundaðum harðligum innihaldi. Stk. 4. Sendingarnar skulu ikki á nakran hátt elva til mannminkan, harðskap ella hatur orsakað av húðaliti, kyni, átrúnaði ella tjóðskapi. Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at í sendivirkseminum skal serligt fyrilit vísast børnum og ungum. Stk. 6. Virksemið hjá Kringvarpi Føroya kann eisini fevna um at endurvarpa útlendskar public service-sjónvarpsrásir.

Kringvarp Føroyar skal tryggja at tað framleidda tilfarið:

  • er óheft av seráhugamálum
  • er fjølbroytt og margfalt
  • er viðkomandi, álítandi og sakligt, tá talan er um tíðindi og upplýsing annars
  • veitir brúkaranum atgongd til týðandi upplýsingar og orðaskifti um avgerandi samfelagsviðurskifti
  • vendir sær til nógvar avmarkaðar áhugabólkar og til ein størri skara
  • gevur brúkaranum gott innlit
  • er dygdargott

Endamál

rætta
  • Styrkja áhuga borgarans at virka í einum fólkaræðisligum samfelag
  • Menna føroyska málið og samleika føroyinga
  • Stimbra mentan og skapanarevni
  • Stimbra vitan og fatan

Uppgávur

rætta

Kringvarp Føroya skal við jøvnum millumbilum skapa kjak, har borgarin luttekur. Føroyskt mál skal nýtast til tilfar. Útlendskt tilfar skal týðast til føroyskt. Framleidda tilfarið skal vera tøkt á alnetinum. Lutfalsligt stórur partur av framleiðsluni skal vera keyptur frá uttanhýsis keldum, hetta fyri at gagnýta marknaðin, eisini so at fríyrkisfólk kunnu bjóða sínar tænastur. Kringvarpið skal vera ein partur av tilbúgvingarskipanum. Dygd og førleikamenning innanfyri journalistik skal vera í hásætið fyri at geva Kringvarpinum størst møguligt trúvirði. Tíðindaflutningurin skal vera óheftur, og útvarpsmiðilin og sjónvarpsmiðilin skulu hava hvør sína egnu redaktión. Føroyskan mentan skal skjalprógvast í tilfarinum hjá Kringvarpinum. Átrúnaður skal miðlast við gudstænastum og møtum. Føroyskt ítróttartilfar skal framleiðast. Barna- og undómstilfar skal framleiðast. Kringvarp Føroya skal sum mentanarstovnur miðla tónleik og skapa áhuga fyri og eggja til, at framleiddur verður føroyskur tónleikur. Undirvísingar- og upplýsingartilfar skal sendast og endurvarpast. Tilfar skal gerast atkomuligt fyri deyv og hoyrveik. Ljós skal varpast á tað, sum hendir í øllum Føroyum.

Føroyskar sjónvarpssendingar

rætta

Útvarpssendingar

rætta

Ávísingar úteftir

rætta

Keldur

rætta