Mentamálaráðið
Mentamálaráðið er eitt av aðalráðunum í Føroyum. Ovasti politiski myndugleikin hjá Mentamálaráðnum er Mentamálaráðharrin. Stjórin í mentamálaráðnum verður nevndur aðalstjóri. Nøkur av málsøkjunum, sum hoyra undir Mentamálaráðið er t.d. føroyski Fólkaskúlin, útbúgvingar, gransking, fólkakirkjan. Mentamálaráðið umsitur eisini Søvn Landsins (fyrr: Føroya Landsskjalasavn, Føroya Landsbókasavn, Føroya Fornminnissavn) og sjálvsognarstovnin Listasavn Føroya.[1]
Keldur
rætta- ↑ "MMR.fo, Mentan". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-01-29. https://web.archive.org/web/20110129202829/http://www.mmr.fo/Default.asp?sida=389. Heintað 2011-10-22.