Sébastien Rouault (føddur 24 februar 1986 í Le Chesnay, Yvelines) er franskur svimjari. Hann hevur fleiri ferðir kappast móti føroyska svimjaranum Pál Joensen eitt nú í 1500m frí teininum.

Sébastien Rouault (2013)

Heiðursmerki rætta

Sébastien Rouault vann gull í 1500m frí til EM á langbana í Budapest í august 2010. Pál Joensen vann silvur og italienski Samuel Pizzetti vann bronsu. Til EM á stuttbana í Helsinki í 2006 vann hann bronsu á sama teini. Roualt vann silvur í 1500m frí til EM á langbana í Budapest í 2006. Í kappingini Mediterranian Games 2005 vann hann gull í 1500m frí, silvur í 800m frí og bronsu í 400m frí.


Keldur rætta