Ásbjørg Hjelm (fødd 1999) úr Klaksvík er ein føroyskur svimjari, sum svimur fyri Ægir og Føroyska svimjilandsliðið. Hon er systir Alva Hjelm, ið eisini svimur á føroyska landsliðnum.

Ásbjørg Hjelm
Persónlig kunning
Tjóðskapur Føroyar
Fødd(ur) 1999
Ítróttur
Ítróttur Svimjing
Svimjiháttur Bringu
Felag Ægir

Lívsleið innan svimjing rætta

Reykjavik International Games 2016 rætta

Ásbjørg luttók á Reykjavik International Games frá 22. til 24. januar 2016. Kappast varð á langgeil.

  • Silvur í 50 m bringu við tíðini 34.67[1]
  • Silvur í 200 m bringu við tíðini 2:47.05[2]
  • Bronsu í 100 m bringu við tíðini 1:16.19

Oyggjaleikir 2015 rætta

European Games 2015 rætta

Ásbjørg var ein av fimm føroyskum luttakarum til fyrstu Evropeisku leikirnir, sum verða hildnir í Baku í juni 2015. Bert ungir svimjarar sluppu at luttaka fyri Føroyar og sleppa ikki at svimja undir Merkinum, hetta tí at Olympiska Nevndin í Evropa fyriskipar leikirnir, og har sleppa bara sjálvstøðgar tjóðir at luttaka. Ásbjørg var tann fyrsti føroyingur nakrantíð, ið luttók á Evropeisku leikunum, tá ið hon svam 50 metrar bringusvimjing.[5] Tíðirnar hjá Ásbjørg vóru:

  • 50 m bringu við tíðini 35.10 sekund
  • 200 m bringu við tíðini 2:50.90[6]

FM og FJM 2015 rætta

Ásbjørg setti tvey føroysk met og tvey føroysk juniormet á Føroyameistarastevnuni 2015 (FM/JM 2015), talan er um somu tíðir sett í somu kapping, av tí at hon hevur aldur til at seta juniormet, so var talan bæði um vaksnamannamet og juniormet:

Føroysk met
  • 32.70 í 50 bringu
  • 1:11.53 í 100 bringu
Føroysk juniormet
  • 32.70 í 50 bringu
  • 1:11.53 í 100 bringu

Reykjavík International Games 2015 rætta

Ásbjørg svam 100 metrar bringu við tíðini 1:17.01 og setti nýtt føroyskt juniormet, hon svam skjótastu tíðina í innleiðandi í bólkinum fyri gentur 15 ár og eldri.[7]

  • Gull í 200 m bringu við tíðini 2:44.46, sum var nýtt føroyskt met. Turið S. Christiansen átti gamla metið og juniormetið, sum hon setti á somu stevu í 2010.[8]

NM og NJM 2014 í Upplands Väsby rætta

Ásbjørg luttók á Norðurlandameistarakapping í svimjing fyri ung og vaksin í Svøríki við føroyska svimjilandsliðnum.

  • Nr. 8 í 50 metrar bringu við tíðini 33.81, ið var nýtt føroyskt met og juniormet. Hon átti sjálv gamla metið.[9]
  • Nr. 8 í 200 metrar bringu við tíðini 2:44.07. Hon svam 2:38.92 í innleiðandi riðlinum.

Harafturat setti hon saman við trimum øðrum nýtt føroyskt juniormet í 4x100 m blandað við tíðini 4:24.68. Hinar vóru: Signhild Joensen úr Ægir, Lív Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag og Barbara Debes úr FLOT.

Danish Open 2014 rætta

  • Setti nýtt føroyskt juniormet í 50 metrar bringu við tíðini 35.44 sekund. Gamla juniormetið átti Tanja Skaalum[10]

BankNordik stevna 22. - 23. mars 2014 rætta

Ásbjørg var trið mest vinnandi svimjarin á stevnuni, hon vann 4 gull og eitt silvur heiðursmerki.[11]

HS-stevnan 2. og 3. nov. 2013 rætta

Ásbjørg vann 2 gull, eitt silvur og eitt bronsu heiðursmerki.[12]

Svimjing um Vánna á Sjómannadegnum 2013 rætta

  • Ásbjørg gjørdist nummar tvey av gentum/kvinnum undir 25 ár við tíðini 3:02.14.[13]

NMU 2013 rætta

Keldur rætta

  1. swimrankings.net - kvenna, 50m bringusund[deyð leinkja]
  2. svimjing.com - Medaljuregn í Reykjavík
  3. jersey2015results.com - Women's 4 x 50m Medley Relay
  4. svimjing.com - Fjórðu finalur á Jersey 2015
  5. Svimjing.com, Fín byrjan uppá svimjistevnuna í Baku.
  6. svimjing.com, Annar dagur á Evropeisku Leikum í Baku.
  7. thriko.is - Reykjavik International 2015, Laugardalslaug, 16. - 18.1.2015 - Women, 100m Breaststroke
  8. svimjing.com - Ásbjørg 2:44.46 og føroyskt met í 200 bringu
  9. Livetiming.se
  10. svimjing.com
  11. svimjing.com, Úrslit frá BankNordik stevnuni 22. - 23. mars 2014
  12. svimjing.com, Ægir vann mest á HS-stevnuni 2. og 3. nov. 2013
  13. svimjing.com, Úrslit frá Svimjingini um Vánna 2013
  14. svimjing.com, Úrslit frá fjórða stevnuparti á NMU 2013