Sára Ryggshamar Nysted
Sára Ryggshamar Nysted (fødd 19. januar 2001 í Vági) er ein føroyskur svimjari, ið svimur fyri Susvim og Føroyar. Bæði foreldur hennara, Anita Ryggshamar og Jóhannes Nysted úr Vági, eru fyrrverandi landsliðssvimjarar og hava bæði luttikið á Oyggjaleikum fyri Føroyar. Hin 9. januar 2016 setti hon tað fyrsta føroyska metið, ið er sett á langgeil í Føroyum, tá ið hon setti met í 400 metrum frísvimjing við tíðini 4:24.20 á Susvim Stevnu 2016 í Páls Høll í Vági.[1]
Persónlig kunning | |||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Tjóðskapur | Føroyar | ||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
Fødd(ur) | 19. januar 2001 | ||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
Ítróttur | |||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
Ítróttur | Svimjing | ||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
Svimjiháttur | Frísvimjing, blandað | ||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
Felag | Susvim | ||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
Heiðursmerkjayvirlit
|
Lívsleið innan svimjing
rættaOyggjaleikir 2017
rætta- Gull í 400 m blandað við tíðini 4:55,41
- Gull í 4 x 100 metrar frí við tíðini 3.51.66.
- Bronsa í 4x50 metrar frí við tíðini 1:47,60. Hinar vóru: Beinta Debes, Vár E. Eidesgaard, Signhild Joensen.
Danish Open 2016
rættaReykjavik International Games 2016
rætta- Gull í 200 blandað við nýggjum stevnumeti á 2:20.41, sum eisini var nýtt føroyskt met og juniormet. Gamla metið átti hon sjálv frá 2:21.59 frá HM fyri Juniorar í Singapore í 2015.[4]
- Gull í 400 m blandað við tíðini 5:00.47,[5] ið var nýtt føroyskt met og juniormet.
- Gull í 200 m frí við nýggjum føroyskum meti og føroyskum juniormeti á 2:06.76. Hon átti sjálv gamla metið.
- Gull í 800 m frí við tíðini 9:18.70
- Silvur í 200 m rygg við tíðini 2:18.11, ið var nýtt føroyskt met og juniormet
- Silvur í 100 m frí við tíðini 58.67
- Juniormet
Sára setti juniormet í 100 metrar firvald á 1:06.58. Poula Øssursdóttir Mohr átti juniormetið á 1:09.23 frá 2010.
Sára setti juniormet í 100 m rygg við tíðini 1:06.39. Signhild Joensen úr Ægir átti juniormetið á 1:06.90, frá Evropeisku Leikunum í Baku í 2015.
- Føroysk met sett í innleiðandi
Sára setti føroyskt met í 200 m firvald, tá ið hon svam innleiðandi kapping við tíðini 2.33.76.
Føroya fyrsta langgeil svimjikapping í Páls Høll 2016
rættaSára luttók á Føroya fyrstu langgeil svimjikapping, ið varð hildin í Páls Høll í Vági hin 9. januar 2016. Sára setti trý nýggj føroysk met. Fyrst setti hon met í 400 m frí við tíðini 4:24.20, tað var fyrsta met sett á langgeil í Føroyum.[6] Síðan setti hon met í 100 m frí við tíðini 58.91, og at enda setti tók hon metið í 800 metrum frí, ið Mona Simonsen setti á HM í 2007 í Melbourne. Nýggja metið hjá Sáru í 800 m frí var 9:12.01.[7]
NM og NJM á stuttgeil 2015
rættaGentustafettin setti stórt nýtt føroyskt juniormet fyri landslið, tá ið tær svumu 4x100 frí uppá 3:56.68, har gamla metið var 4:02.35 frá NJM 2010. Tær sum svumu vóru Signhild Joensen úr Ægir, Sára Nysted úr SuSvim, og Jana Thomsen og Barbara Debes úr Ægir.
- Bronsu í 400 blandað við tíðini 4:50.30, ið var nýtt føroyskt met og juniormet. Hon átti sjálv gomlu metini, ið hon setti á Oyggjaleikum á Jersey 2015 við tíðini 4:51.57
- Bronsu í juniorbólkinum í 200 blandað við tíðini 2:16.52, ið var nýtt føroyskt met og juniormet. Hon átti sjálv føroyska metið á 2:18.78, frá tá ið hon vann bronsu á Oyggjaleikum á Jersey 2015.[8]
- Nr. 5 í 400 m frí við tíðini 4:18.31, ið var nýtt føroyskt met og juniormet. Mona Simonsen átti føroyska metið á 4:19.54 frá tá ið hon vann gull á Oyggjaleikum á Álandi í 2009, og Sára átti sjálv juniormetið á 4:21.27 frá tá ið hon vann gull á Oyggjaleikum á Jersey í 2015.[9]
HeimsMeistarastevna fyri Juniorar 2015 í Singapore
rættaFøroyar hevði tveir luttakarar til HeimsMeistarastevnuna fyri Juniorar 2015 í Singapor, Sára Nysted og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard.
- Nr. 25 av 47 í 200 rygg við tíðini 2:19.29, ið var nýtt føroyskt met. Gamla metið á 2:24.41 frá Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í Antwerpen í 2007 átti Elspa Mørkøre. Tíðin hjá Sáru hevði rokki til eitt 3. pláss um vit tilláta okkum at bara hyggja at yngsta árganginum 2001, sum Sára hoyrir til.[10]
- Nr. 28 av 57 í 200 m blandað við tíðini 2:21.59,[11] ið var nýtt føroyskt met og juniormet, hon átti sjálv gamla metið. Hon svam næstbestu tíð av gentunum frá árgangi 2001.
- Svam 800 frí við tíðini 9:20.94, ið var persónligt met.
- Svam 400 blandað við tíðini 5:08.64, ið var hennara næstbesta tíð, og næstbesta tíð, ið nøkur føroysk kvinna hevur svomið til henda dagin. Um hugt verður at teimum ið vóru føddar í 2001, so svam Sára triðskjótastu tíðina.[12]
NMU 2015
rættaSára og tríggir aðrir føroyingar luttóku á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2015 í Jönköping, ið var fyri gentur føddar ár 2001 og 2002 og fyri dreingir føddir 1999 og 2000. Kappingarnar vóru á langgeil. Avrikið gjørdist tað besta hjá Føroyum nakrantíð og Sára vann flest heiðursmerki ið nakar føroyingur hevur vunnið til hesa kapping. Hon vann fimm gull heiðursmerki og eitt silvurheiðursmerki. Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (HS) vann silvur í 800 frí við tíðini 9:25.45.[13] Hinir báðir luttakararnir vóru Rókur Trygvason úr Ægir og Birni Sigvardsen úr Havnar Svimjifelag. Heiðursmerki, tíðir og met hjá Sáru vóru hesi:
- Gull í 800 frí við tíðini 9:23.65 (føroyskt juniormet)
- Gull í 400 blandað við tíðini 5:08.00 (føroyskt met og juniormet)
- Gull í 200 frí við tíðini 2:07.54 (føroyskt met og juniormet)
- Gull í 400 frí við tíðini 4:31.46 (føroyskt juniormet)
- Gull í 200 blandað við tíðini 2:24.85
- Silvur í 100 frí við tíðini 59.37 (føroyskt met og juniormet)
Oyggjaleikir 2015
rætta- Gull í 800 m frí við tíðini 8:59.90
- Gull í 400 m frí við tíðini 4:21.27
- Gull í 400 m blandað við tíðini 4:51.57, ið var nýtt føroyskt met og juniormet.
- Gull í 200 m frí við tíðini 2:02.60, ið var nýtt føroyskt met og juniormet.
- Gull í 4x50 m blandað við tíðini 1:57.06, sum var nýtt oyggjaleikamet. Hinar ið svumu vóru Astrið Foldarskarð, Ásbjørg Hjelm og Signhild Joensen.[14]
- Silvur í 4x50 m frí við tíðini 1:47.40, saman við Astrið Foldarskarð, Lív Eidesgaard og Vár Eidesgaard[15]
- Silvur í 4x100 m blandað við tíðini 4:19.64, ið var nýtt føroyskt landsliðsmet, hinar vóru: Signhild Joensen, Ásbjørg Hjelm, Astrið Foldarskarð. Gamla metið á 4:22.92 settu Birita Debes, Malan V. Bærendsen, Bjørg Seloy og Shaila millum Garðarnar á Oyggjaleikum í 2009.[16]
- Bronsa í 200 m blandað við tíðini 2:18.78
- Bronsa í 100 m frí við tíðini 57.95 (persónligt met)
- Bronsa í 4x100 m frí við tíðini 3:54.02, sum var nýtt føroyskt landsliðsmet, hinar vóru Signhild Joensen, Astrið Foldarskarð og Vár Eidesgaard.
Danish Open 2015 í Keypmannahavn
rættaSára setti nýggj føroysk met og juniormet á Danish Open síðst í mars 2015:
- Nr. 11 av 46 og setti føroyskt met í 200 blandað við tíðini 2:23.67.[17] Metið hjá Sáru varð sett í innleiðandi riðlum. Emma Festirstein Nystrøm átti føroyska metið á 2:24.62 frá Copenhagen Swim Cup í mai 2014, meðan Sára sjálv átti juniormetið á 2:27.91 frá Reykjavík International Games í januar 2015.
- Nr. 18 og setti føroyskt met í 400 blandað við tíðini 5:13.91.[18] Hon setti metið í C-finaluni. Hetta var eitt gott petti afturat av føroyska metinum, sum Elspa Mørkøre átti við tíðini 5:27.85 frá RIG 2005 til Sára í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2015 svam teinin uppá 5:14.65.[19]
- Nr. 32 av 93 og setti føroyskt juniormet í 100 m frí við tíðini 59.67 sekund.[20]
Reykjavík International Games 2015
rættaSára luttók á svimjistevnu í Íslandi frá 16. til 18. januar 2015. Hon vann fleiri heiðursmerki og setti fleiri nýggj føroysk juniormet. Eitt nú svam hon við tíðini 1:00.17 í innleiðandi kapppping og setti nýtt føroyskt juniormet í 100 metrum frí, hon vann gull í unglingakappingini fyri gentur yngri enn 14 ár og kom samstundis í opnu A-finaluna.[21] Hon svam skjótastu tíð av 30 luttakrarum í bólkinum fyri gentur 14 ár og yngri.[22]
Opin bólkur
rætta- Silvur í 200 blandað við tíðini 2:27.91, opin bólkur. Hon setti nýtt føroyskt juniormet.[23]
- Bronsu í 200 m bringu við tíðini 2:50.59 í opna bólkinum
- Bronsu í 100 m frí við tíðini 1:00.17 í opna bólkinum.
Gentur yngri enn 14 ár
rætta- Gull í 400 m frí við tíðini 4:49 í bólkinum gentur 14 ár og yngri.
- Gull í 100 m rygg við tíðini 1:12.22 í bólkinum gentur 14 ár og yngri.
- Gull í 200 m rygg við tíðini 2:40.07 í bólkinum gentur 14 ár og yngri.
- Gull í 100 m bringu við tíðini 1:19.95 í bólkinum gentur 14 ár og yngri.
- Gull í 200 m bringu við tíðini 2:50.59 í bólkinum gentur 14 ár og yngri.
- Gull í 100 m frí við tíðini 1:00.17 í bólkinum 14 ár og yngri, hon setti nýtt føroyskt juniormet.
- Gull í 200 m frí við tíðini 2:14.25 í bólkinum 14 ár og yngri
- Gull í 200 m blandað við tíðini 2:28.56 í bólkinum 14 ár og yngri.[24]
- Bronsu í 200 m bringu við tíðini 2:49.10[25]
FM 2014
rætta- Silvur í 200m frísvimjing kvinnur við tíðini 2:06.48 [26]
- Bronsu í 100m blandað kvinnur við tíðini 1:08.93
Føroyameistarastevnan fyri Ung 2014
rættaSára luttók á FMJ í Havn, sum varð hildið 25. og 26. apríl 2014. Hon vann flest heiðursmerki yvirhøvur - 13 úr gulli og 3 úr silvuri. Hon hevði eisini nøkur av teimum bestu FINA stigum á kappingini, á listanum yvir 12 tey bestu FINA stigini átti Sára helmingin:[27]
- Nr. 2 - Sára R. Nysted (2001), SuSvim - 9:25.14 í 800 frí (616 FINA stig)
- Nr. 3 - Sára R. Nysted (2001), SuSvim - 59.99 í 100 frí (614 FINA stig)
- Nr. 6 - Sára R. Nysted (2001), SuSvim - 4:38.50 í 400 frí (599 FINA stig)
- Nr. 7 - Sára R. Nysted (2001), SuSvim - 2:11.99 í 200 frí (597 FINA stig)
- Nr. 10 - Sára R. Nysted (2001), SuSvim - 1:09.02 í 100 blandað (585 FINA stig)
- Nr. 12 - Sára R. Nysted (2001), SuSvim - 27.83 í 50 frí (583 FINA stig)
Heiður
rættaKeldur
rætta- ↑ svimjing.com - Sára 4:24.20 og føroyskt met í 400 frí
- ↑ svimjing.com - Heiðursmerki til føroyingar eisini 2. dag á Danish Open 2016
- ↑ svimjing.com - Føroysk veitsla 3. kvøld á Danish Open 2016
- ↑ svimjing.com - Medaljuregn í Reykjavík
- ↑ swimrankings.net - Reykjavik International 2016 - kvenna, 400m fjórsund[deyð leinkja]
- ↑ svimjing.com - Sára 4:24.20 og føroyskt met í 400 frí
- ↑ svimjing.com - Sára 9:12.01 og føroyskt met í 800 frí
- ↑ [1]
- ↑ svimjing.com - Sára 4:18.31 og føroyskt met í 400 frí á NJM 2015
- ↑ svimjing.com - Sára 2:19.29 og føroyskt met í 200 rygg
- ↑ omegatiming.com - 5th FINA World Junior Championships 2015 - Singapore (SIN) - 25 - 30 August 2015
- ↑ svimjing.com - Sára 5:08.64 í 400 blandað í Singapore
- ↑ svimjing.com - Besta føroyska úrslit nakrantíð á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung
- ↑ jersey2015results.com - Women's 4 x 50m Medley Relay
- ↑ [2]
- ↑ svimjing.com - Fjórðu finalur á Jersey 2015
- ↑ livetiming.dk - Løb 38, 200m Medley Damer, Indledende
- ↑ livetiming.com - Resultater for Danish Open 2015 - Løb 22, 400m Medley Damer, Finaler
- ↑ svimjing.com - Sára 59.67 og føroyskt juniormet í 100 frí
- ↑ livetiming.dk - Løb 26, 100m Frisvømning Damer, Indledende
- ↑ svimjing.com - Sára 1:00.17 og nýtt føroyskt juniormet í 100 frí
- ↑ thriko.is. Reykjavik International 2015, Laugardalslaug, 16. - 18.1.2015, Women, 100m Freestyle
- ↑ thriko.is - Reykjavik International 2015 - Laugardalslaug, 16. - 18.1.2015 - Women, 200m Medley
- ↑ thriko.is - Reykjavik International 2015 - Laugardalslaug, 16. - 18.1.2015 - Women, 200m Medley
- ↑ svimjing.com - Ásbjørg 2:44.46 og føroyskt met í 200 bringu
- ↑ livetiming.dk, Kapping 35, 200m Frísvimjing Kvinnur, Finalur, Senior
- ↑ svimjing.com, Úrslit frá Meistarastevnuni fyri Ung 2014
- ↑ svimjing.com - Sára heiðrað fyri fjórbesta avrik á RIG 2016
- ↑ sudurras.fo - Pál og Sára ársins svimjarar og Susvim mest vinnandi við FM