Lív E. Eidesgaard

(Ávíst frá Lív Eidesgaard)

Lív Erlingsdóttir Eidesgaard (fødd 1999) er ein føroyskur svimjari, sum svimur fyri Havnar Svimjifelag og Føroyska svimjilandsliðið.

Lív E. Eidesgaard
Persónlig kunning
Tjóðskapur Føroyar
Fødd(ur) 1999
Ítróttur
Ítróttur Svimjing
Svimjiháttur Frí
Felag Havnar Svimjifelag

Lívsleið innan svimjingRætta

Oyggjaleikir 2015Rætta

European Games 2015Rætta

Lív var ein av fimm føroyskum luttakarum til fyrstu Evropeiskir leikir, sum verða hildnir í Baku í juni 2015. Bert ungir svimjarar sluppu at luttaka fyri Føroyar og sleppa ikki at svimja undir Merkinum men undir LEN-flagginum, hetta tí at Olympiska Nevndin í Evropa fyriskipar leikirnir, og har sleppa bara sjálvstøðgar tjóðir at gerast limir. Tíðirnar hjá Lív vóru hesar:

  • 100 metra frí við tíðini 1:02.33[2]

Danish Open 2014Rætta

Lív var tilmeldað til kappingarnar í 50, 100 og 200 metrum frí á Danish Open 2014.[3]

BankNordik stevna 22. - 23. mars 2014 í VágiRætta

Lív vann fýra gull heiðursmerki og gjørdist fjórðmest vinnandi svimjarin á stevnuni og tann svimjarin hjá Havnar Svimjifelag, ið vann mest.[4]

Reykjavík International 2014Rætta

Lív luttók á Reykjavík International í januar 2014.

  • Bronsu í 100 metra frísvimjing við tíðini 1:02.12[5]
  • Nr. 7 í 50 m frí við tíðini 28.74[6]

HS-stevnan 2. og 3. nov. 2013Rætta

Lív vann 2 gull, 2 silvur og eitt bronsu heiðursmerki á HS-stevnuni 2013 í Havn.[7]

Føroyameistarastevnan 2013Rætta

  • Silvur í 4X50m frísvimjing við tíðini 1:48.77
  • Bronsu í 100 m blandað 1:09.99
  • Bronsu í 100 m frí við tíðini 59.23[8]
  • Bronsu í 200 m frí við tíðini 2:11.72
  • Bronsu í 800 m frí við tíðini 9:42.51[9]
  • Bronsu í 4X100m frí við tíðini 4:03.05

Ólavsøkusvimjingin 2013Rætta

Lív vann Ólavsøkusvimjingina við tíðini 5:27.8[10]

Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2013 í ReykjavíkRætta

Lív setti føroyskt juniormet í 100 frí við tíðini 1:01.51.

FamiljaRætta

Lív er dóttir Annu og Erling Eidesgaard og abbadóttir Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmann. Systir hennara Vár (fødd 2001) og bróðirin Bartal (føddur 2003) eru eisini svimjarar.

KeldurRætta

  1. [1]
  2. Svimjing.com, Fín byrjan uppá svimjistevnuna í Baku.
  3. svimjing.com, Stór føroysk luttøka á Danish Open 2014
  4. svimjing.com, Úrslit frá BankNordik stevnuni 22. - 23. mars 2014
  5. aegir.is
  6. aegir.is
  7. svimjing.com, Ægir vann mest á HS-stevnuni 2. og 3. nov. 2013
  8. ivetiming.dkKapping 1, 100m Frísvimjing Kvinnur, Finalur, Senior
  9. livetiming.dk, Kapping 5, 800m Frísvimjing Kvinnur, Finalur
  10. svimjing.com, Lív vann Ólavsøkusvimjingina