Jóannes Eidesgaard

fyrrverandi løgmaður í Føroyum

Jóannes Dan Eidesgaard (føddur 19. apríl 1951 á Tvøroyri) er føroyskur politikari, fyrrverandi løgmaður og landstýrismaður. Hann varð valdur til løgmann 3. februar 2004 og sat sum løgmaður til september 2008, tá ið hann bleiv avloystur av Kaj Leo Johannesen. Sum løgmaður hevði Jóannes Eidesgaard ábyrgd av stýrisskipanarmálum og fyrisiting. Jóannes Eidesgaard tók læraraprógv í 1977, fekk starv á Tvøroyrar Skúla og var í starvinum, til hann í januar 1991 fór í landsstýrið.

Jóannes Eidesgaard
Føroya Løgmaður
Í embæti
3 Februar 2004 – 26 September 2008
Monarkur Margrethe II
Undanmaður Anfinn Kallsberg
Eftirmaður Kaj Leo Holm Johannesen
Formaður í Javnaðarflokkurin
Í embæti
1996 – 5 Mars 2011
Undanmaður Marita Petersen
Eftirmaður Aksel V. Johannesen
Løgtingslimur
Í embæti
17 November 1990 – 29 Oktober 2011
Persónlig kunning
Fødd(ur) Jóannes Eidesgaard
(1951-04-19) 19. apríl 1951 (aldur 74)
Tvøroyri, Føroyar
Politiskur flokkur Javnaðarflokkurin

Politiska lívsleiðin

rætta

Í 1990 varð hann á fyrsta sinni valdur inn á Løgting fyri Javnaðarflokkin í Suðuroyar valdømi og hevur verið afturvaldur síðan. Frá 1991 til 1993 var Jóannes Eidesgaard landsstýrismaður í almannamálum, heilsumálum og arbeiðsmarknaðarmálum, og eitt stutt skifti var hann eisini landsstýrismaður í mentanarmálum í samgonguni, ið var ímillum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin. Frá apríl 1993 til september 1994 var Jóannes aftur landsstýrismaður í almanna-, heilsu- og arbeiðsmarknaðarmálum, tá ið Javnaðarflokkurin var í samgongu saman við Sjálvstýrisflokkinum og Tjóðveldisflokkinum.

Í tíðarskeiðnum frá september 1994 til juni 1996 var Jóannes Eidesgaard landsstýrismaður í fíggjar- og búskaparmálum og norðurlandamálum. Hann var eisini varaløgmaður í hesari samgongu millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Verkamannafylkingina.

Jóannes Eidesgaard var formaður Javnaðarfloksins frá 1996 til 2011 og formaður í tingbólki Javnaðarfloksins. Jóannes hevur verið limur í uttanlandsnevndini og í Norðurlandaráðnum. Í tíðarskeiðnum 1996 til 1998 var hann fíggjarnevndarlimur.

Í tíðarskeiðnum frá 1998 til 2001 var Jóannes Eidesgaard fólkatingslimur.

Jóannes Eidesgaard varð valdur býráðslimur á Tvøroyri frá 1980 til 2000, men hevur verið í farloyvi, tá ið hann hevur sitið í landsstýrinum.

Privat

rætta

Jóannes er sonur Jonu (1917 - 2006) og Erling Eidesgaard (1920 - 1987) á Tvøroyri og er giftur við Anitu, dóttir Johild og Bjarna W. Joensen úr Froðba. Tey eiga tvey børn, Erling og Ingun.

Keldur

rætta
  1. Aktuelt.fo, Aksel verður fíggjarmálaráðharri og John í Heilsumálaráðið[deyð leinkja]

Ávisingar úteftir

rætta