Lat upp høvuðsmeny

Jógvan Sundstein (25. mai 1933 í Tórshavn) var løgmaður í Føroyum 1989 - 91. Hann var valdur inn á Føroya Løgting fyri Fólkaflokkin fyri fyrstu ferð í 1979. Hann var løgtingsformaður 1980 til 1984 og frá 1988 til 1989. Í tíðarskeiðnum 1991 til 1993 var hann fíggjarmálaráðharri, í sama tíðarskeiði var hann eisini varaløgmaður. Jógvan var formaður fyri Fólkaflokkin frá 1980 til 1993. Hann flutti til Danmarkar at búgva í 2003. Jógvan er útbúgvin og góðkendur sum løggildur (statsautoriseraður) granskoðari.

Jógvan Sundstein
er eitt menniskja
Fødd(ur) 25. mai 1933 í/á Tórshavn
Starv politikari, grannskoðari
Politiskur flokkur Hin føroyski fólkaflokkurin
Dátuheiti
ISNI 0000 0001 0371 0284
VIAF 155010896
LCAuth n2010046169

KeldaRætta